Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 134 - 16. juli 2005 1. partur ÚTLENDINGURIN Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Í 1974 kom ein 27 ára gamal dani til Føroya at undirvísa í tónleiki og fronskum í eitt ár á Studentaskúlanum í Hoydølum. Eitt ár gjørdist til fleiri, og í dag, 31 ár seinni, er pianisturin úr Sønderjyllandi við síða hárinum og hálvbrotna málinum vorðin ímyndin av føroyskum tónleiki og hevur verið ein primus motor í føroyskum tónleikalívi í fleiri áratíggjur. Árið í 1974 gjørdist við øðrum orðum eitt lagnuár. Bæði fyri lívið hjá Kristiani Blak, men ikki minst fyri føroyskt mentanarlív, sum maðurin úti á Reyni í Havn hevur havt eina ómetaliga ávirkan á. Náttúran dróg Eftir lokna universitetsútbúgving í 1972 í tónleiki og fronskum á universitetinum í Århus undirvísti Kristian Blak í trý ár á einum studentaskúla í Fredericia, men við síni bakgrund í einum donskum bygdasamfelagi í Sønderjyllandi hevði listamaðurin eitt inniligt ynski um at royna onnur lokalsamfeløg í óspiltari náttúru, sum altíð hevur hugtikið hann. Lista- maðurin leitaði eftir náttúruni, sum sambært honum hevur verið ein ævigur íblástur til tónlistarliga virksemi hansara. Grønland var ein møguleiki, útjaðarin í Noregi var ein annar, men knappliga kom ein møgu- leiki úr Føroyum, sum hann lítið og einki visti um. - Eg tók av møguleikanum og fór at undirvísa á Studentaskúlanum í Hoydølum í 1974, og ætlanin var fyribils at undirvísa í eitt ár. Men mær dámdi væl landið og fór í holt við so nógvar ymiskar tónlistar- ligar verkætlanir hetta árið, at eg ikki kundi fara avstað aftur. Eg fekk loyvi at halda fram, og síðani tá havi eg ikki havt ynski um at flyta aftur, greiðir Kristian frá. Og okkurt av tí, sum ungi danin fór í holt við sítt fyrsta ár í Føroyum, livir enn. Spælimenninir sóu dagsins ljós, tá Kristian kom til landið, og seinni varð kendi bólkurin Ygg- drasil stovnaður og hevur í næsta ár 25 ára jubileum. Felags fyri báðar bólkarnar er, at Kristian er tann einasti, sum er eftir av upprunaligu manningini, og hann greiðir frá, at hann serliga minnist eina hjálpsama hond fyrstu tíðina í Føroyum. - Ein samstarvsfelagi í Hoydølum við navninum Óli Breckmann hjálpti mær við plakatum, uppsløgum og øðrum praktiskum, sum hevði við tað málsliga at gera, og eg minnist Óla sum ein hentan stuðul hesi fyrstu árini í fremmanda umhvørvinum, minnist Kristian aftur. Hann hitti núverandi konu sína Sharon Weiss úr Amerika í 1976 í Føroyum, í 1979 kom fyrsti sonurin Mikael, sum tey flestu tónleikaáhugaði eisini kenna frá bólkum sum Clickhaze, 200, Teiti Lassen, Enekk o.s.fr. Kristian greiðir frá, at seinastu hugsanir hansara um at flyta úr Føroyum vórðu lagdar á hillina, tá familjan legðist afturat hansara lívi í Føroyum. Næsti sonurin Sámal kom í 1983, og dóttirin Rebekka varð fødd í 1988. Lukkuligi listamaðurin Og í dag er Kristian snøgt sagt vorðin eitt tað mest sentrala navnið í føroyskum tónleikalívi við øllum teimum initiativum, hann hevur tikið síðani 1974. Í 1979 stovnaðu hann og aðrir plátuforlagið Tutl, sum hevur yvir 250 útgávur á baki, og har er Kristian dagligur leiðari. Seinast í áttatiárunum var hann við til at stovna felagið Føroysk Tónaskøld, og sum solistur hevur hann persónliga sent 30 útgávur á føroyska og útlendska marknaðin. Á konsertferðum við Yggdrasil og Spælimonnunum hevur hann ferðast víða kring allan heim, og hevur hann samskipað eina ørgrynnu av konsertum og festivalum bæði her heima og uttanfyri landoddarnar. Árini 1977, 1981, 1985 og 1990 vóru turné-ár burturav fyri Kristian og hansara fylgisveinar. Men hvat skoðsmál gevur Kristiani Blak føroyska tónleika- heiminum í 2005? - Tað hevur leingi verið greitt, at tað trýtur ikki við tónlistarligum evnum í Føroyum, men mín sannføring er, at vit í staðin fyri at tosa so nógv um hetta eina altjóða gjøgnumbrotið heldur skulu styrkja breiddina. Eg vil heldur síggja eina breiða elitu enn eina einstaka stjørnu, tí uttan neyðugu breiddina fáa vit ikki einstaklingarnar til sjóndar, sigur Kristian Blak. Hann leggur dent á, at hetta als ikki skal skiljast soleiðis, at hann ikki ynskir gjøgnumbrot fyri føroyskar tónleikarar, men hann metir, at um vit syrgja fyri at dyrka breiddina, skulu einstøk nøvn nokk stinga seg fram og lyfta seg upp á tað støðið, sum krevst í altjóða høpi. - Vit kunnu nýta eina rúgvu av orku og peningi uppá ein einstakan tónleikara, sum vit satsa alt uppá, so hann kann gerast ein heimsstjørna, og samstundis gloyma breiddina og alt tað fyrstafloks potentialið, sum liggur í breiddini, sigur Kristian Blak. Milliardin ka - Eg eri sera upptikin av tankanum hjá Williami Heinesen um lívsins kosmisku ringrás. Og her fær deyðin ein annan týdning, e har míni atom broytast og gerast t.d. til eina plantu á havsins botni, eftir at eg eri farin haðani. Við hesum útgangsstøði er alt lí hevur stríðs fyri føroyskum tónleiki Føddur í 1947 í Sønderjyllandi Universitetsútbúgving í tónleiki og fronskum í Århus í 1972 Undirvísti á studentaskúla í Fredericia frá 1972-1974 Undirvísti á studentaskúlanum í Hoydølum frá 1974-1997 Fekk trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins í 2002 Stovnaði Plátufelagið Tutl í 1979 Stovnaði felagið Føroysk Tónaskøld 1988 FAKTA Hann metir seg vera part av lívsins kosmisku ringrás, og hann metir, at ov nógv menniskju renna undan sínum egna eksistensi. Í 31 ár hevur 58 ára gamli pianisturin úr Sønder- jyllandi mynda føroyskan tónleik, og hann noktar at tillaga sína list eftir marknað- artreytunum í 2005. - Listarligi integriteturin má ongantíð offrast fyri lokkandi milliardina, er meginreglan hjá Kristiani Blak. Lesið fyrsta part av greinarøð um útlendingar í Føroyum