leygardagur 16. juli 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2005
29
Og í hesum høpi kemur prátið
inn á eitt hjartamál hjá einum
manni, sum livir og andar fyri
tónleik, nevniliga spurningin um,
hvat endamálið skal vera við
einum tónlistarligum lívi.
- Fyri meg snýr alt seg um
tann lukkuliga listamannin, og
fyri mítt viðkomandi má tað
musikalska koma fram um tað
kommersiella. Mítt besta ráð er
at gera tað, tú hevur hug til, tí
bert á henda hátt kanst tú njóta
tín tónleik til fulnar, og tað er
væl tað, tónleikur snýr seg um,
sigur Kristian Blak.
Royndi tónleikarin hevur sæð
fleiri dømi um, at tað kann vera
vandamikið at gera sáttmála við
stór altjóða plátufeløg. Mangan
mást tú sum tónleikari gera
kompromis við tínar egnu
meginreglur og selja teg sjálvan
til tað, onnur krevja av tær, og
tað er júst hetta markið millum
tónleik sum marknaðarvøru og
tónleik sum list, sum liggur
Kristiani tungt á hjarta.
- Vit vilja øll hava og síggja
gjøgnumbrot, men vit mugu
samstundis vera tilvitað um, at
lokkandi milliardin skjótt kann
gerast ein pest. Um tú bert kann
gerast millióningur við at offra tín
tónleik og listarliga integritet,
stendur tú sum listamaður eftir
sum tapari. Tí mugu vit í okkara
tónlistarliga arbeiði spyrja, hvat í
seinasta enda ger okkum til
lukkulig listafólk, staðfestir
Kristian Blak.
Hann nevnir í hesum sambandi
Eivør Pálsdóttir sum dømi og
sigur, at hon sum 15 ára gomul
hevði allar møguleikar til at
vinna sær milliónir sum play-
back-genta í danska popp-heim-
inum. Men hon hevur gingið
egnar leiðir og kann í dag standa
við sín tónleik.
Starvsløn í 2002
Kristian Blak undirvísti í Hoy-
dølum til 1997, men tá var
tónleikurin vorðin so tíðar-
krevjandi í hansara lívi, at hann
valdi at gerast fulltíðar tónleikari
og siga upp á Studentaskúlanum.
Og tað var serliga tann
umsitingarligi og praktiski
parturin, sum hevði hópað seg
upp.
- Tað praktiska og
umsitingarliga pappírsarbeiðið
var eftirhondini vorðið so
tíðarkrevjandi, at eg ikki
megnaði at undirvísa, og
samstundis hevði eg minni og
minni tíð til sjálvur at spæla og
gera nýggjan tónleik. Umsiting-
arligi parturin í Tutl fer í dag við
mestu tíðini, men samskipan av
konsertum, útgávum,
konsertferðum, festivalum o.s.fr.
er eisini sera tíðarkrevjandi,
greiðir Kristian frá.
Kristian himprast ikki við at
siga, at hann er arbeiðsnarko-
manur, og ynski hansara er tí at
fáa eina manning av arbeiðsfólki,
sum bert kann taka sær av tí
umsitingarliga, men higartil
hevur Tutl ikki havt ráð til fleiri
lønt starvsfólk. Tí hava uppgáv-
urnar ligið á Kristiani við tí
úrsliti, at hann ikki hevur havt
neyðugu tíðina til at sita, har
hann hevur tað allarbest, og tað
er við klaverið.
Í 2002 fór ein stór broyting
fram fyri Kristian, tá hann fekk
tillutað eina trý ára starvsløn frá
Mentanargrunni Landsins, sum
svarar til eina læraraløn á fyrsta
stigi. Fimm ára tíðarskeiðið frá
1997 við sera óstøðugum
inntøkum var liðugt, og Kristian
hevði møguleikan at nýta meiri
tíð til at komponera tónleik.
- Tann fíggjarligi parturin er
størsti trupulleikin hjá einum
føroyskum tónleikara, og mítt
persónliga ynski fyri føroyskan
tónleik er, at hann kundi verið
livibreyð fyri fleiri. Tað má vera
fyrsta raðfesting, um vit vilja
menna føroyskan tónleik, sigur
Kristian Blak.
Sartre og Camus
Sum prátið líður nærkast vit
spakuliga menniskjanum handan
almenna navnið. Og brátt fer
hann undir at greiða nærri frá
síni yvirornaðu lívsáskoðan.
Kristian sigur, at undir útbúgving
síni í fronskum fangaði franska
eksistentialisman hansara áhuga,
og stóru fronsku heimspeking-
arnir Jean-Paul Sartre og Albert
Camus ávirkaðu hansara hátt at
síggja lívið.
- Eksistentialistiski boðskap-
urin um, at eitt og hvørt
menniskja eigur at taka fulla
ábyrgd av sínum egna eksistensi,
havi eg tikið til mín. Grundleggj-
andi ábyrgd okkara, sum er
tengd at okkara fría vilja innan-
fyri nakrar ávísar karmar, er ein
boðskapur, eitt og hvørt
menniskja eigur at konfronterast
við. Lívið er fylt við banalum
men týðandi avgerðum, sum
forma bæði teg sjálvan og tínar
umstøður, og hendan grund-
leggjandi persónliga ábyrgdin
hevur havt stóra ávirkan á meg,
greiðir Kristian frá.
Hann metir, at alt ov nógv
menniskju liva uttan at taka fulla
ábyrgd av sínum egna lívi, og
talan gerst á henda hátt um eina
flýggjan frá sínum egna
eksistensi. Ábyrgdin kann altíð
leggjast á umstøður,
medmenniskjur og samfelagið,
men sambært Kristiani er
persónliga valið innanfyri okkara
avmarkingar ein plikt, sum ov
nógv menniskju renna frá.
- Í einum vælferðarsamfelagi
er vandin altíð, at ábyrgdin
verður løgd á hini. Vit hava eina
felags ábyrgd, men hon má altíð
byrja við einstaklinginun, sigur
Kristian.
Hóast hann var ungur í
sekstiárunum og hoyrir til eina
tíð, sum í stóran mun er ávirkað
av 68-ættarliðnum, sigur
Kristian, at hann ongantíð hevur
verið ein politisk eldsál, sum
bardist fyri eini ávísari hugsjón.
Hann greiðir frá, at hann altíð
hevur havt evnini at síggja
viðurskiftini frá fleiri síðum, og
sambært honum hava hugsjónir
altíð síni pluss og síni minus.
- Tískil havi eg ongantíð havt
eginleikan at dyrka eina ávísa
politiska hugsjón. Eitt
vælvirkandi fólkaræði er eftir
mínum tykki ein javnvág millum
fleiri ymisk sjónarmið, og eitt
gott samfelag verður eftir mínum
tykki skapt við at dyrka tað, sum
vit hava til felags, heldur enn
tað, vit eru ósamd um, sigur
Kristian Blak.
Kosmiska ringrásin
Kristian Blak er giftur við
amerikonsku kvinnuni Sharon
Weiss, sum er av jødiskum
uppruna, og hon hevur sambært
Kristiani tikið ein jødiskan
mentalitet við inn í familjuna,
sum hann hevur lært nógv av.
- Jødisk mentan leggur stóran
dent á at dyrka positivar
eginleikar og framelska dygdir í
menniskjanum. Í hesi mentan er
tað týdningarmikið, at vit hava
ambitiónir, og talentini skulu
tískil dyrkast frá barnsbeini av.
Hendan hugsunarhátt havi eg
lært nógv av, og henda ambitiøsa
mentalitet kundu
norðurlendingar lært nakað av,
sigur Kristian Blak.
Sum dømi uppá henda
hugburð sigur Kristian, at kona
hansara áhaldandi hevur eggjað
børnini til alskyns frítíðarítriv, so
børnini sjálvi hava fingið loyvi
til at royna nógv ymiskt og hava
harvið havt betri fortreytir til
sjálvi at velja og finna tað, tey
hava hug til.
Í ein mun var jødiska bak-
grundin hjá Sharon ein nýggjur
íblástur til protestantisku
bakgrundina hjá Kristiani. Í eini
danskari familju, har pápin var
degnur og mamman organistur í
donsku fólkakirkjuni, var tað
átrúnaðarliga ein náttúrligur
partur av barndóminum hjá
Kristiani. Men hvønn leiklut
hevur átrúnaðarliga dimensiónin
í lívinum hjá Kristiani í dag?
- Hóast franska eksisten-
tialisman, sum hugtekur meg, er
eyðkend av eini totalari
gudsavnoktan, kann eg ikki siga,
at eg eri atheistur. Eg havi ikki
nakra ítøkiliga mynd av einum
gudi, men eg kann als ikki fara
so langt sum at avnokta ein ella
annan mátt uttan fyri okkum,
sigur Kristian.
Og tað er júst á økinum um
lívsins stóru spurningar, at
Kristian fær sín íblástur til at gera
nýggjan tónleik.
- Tá ein er vorðin 58 ár, gerst
ein meiri tilvitaður um deyðan
og lívsins avmarkingar. Tíðin
gerst meiri dýrabar, og tú fert í
størri mun at hugsa um, hvussu
tú á bestan hátt kann disponera
við tíðini, tú hevur eftir. Í
høvuðsheitum kann eg siga, at
konfliktin millum lív og deyða er
avgjørt eitt afturvendandi tema í
tónleikinum hjá mær, og sum
árini líða byrjar ein í størri mun
at hugsa um lívsins stóru
samanhangir, sigur Kristian
Blak. Og hvussu fyriheldur
Kristian Blak seg so til deyðan?
- Eg eri sera upptikin av
tankanum hjá Williami Heinesen
um lívsins kosmisku ringrás. Og
her fær deyðin ein annan
týdning, eina funktión, sum tænir
eini størri heild. Alt lív gerst til
nýtt lív í eini ævigari ringrás, har
míni atom broytast og gerast t.d.
til eina plantu á havsins botni,
eftir at eg eri farin haðani. Við
hesum útgangsstøði er alt lív í
familju, og hetta er ein tanki,
sum bergtekur meg, sigur
Kristian Blak. Hann greiðir frá,
at hann framvegis minnist
dagarnar, tá fyrimyndirnar Jean-
Paul Sartre og William Heinesen
doyðu.
- Tað var eins og okkurt stórt
slóknaði, minnist Kristian aftur.
Bolivia bíðar
Kristian Blak hevur komponerað
tónleik síðani 1997, og hesum
ætlar hann sær at halda fram við
komandi árini. Starvsløn hansara
gongur fram til 2006, og so fær
hann at síggja, hvat hendir eftir
hetta. Ynskið hansara er í størri
mun at fáa onnur at taka sær av
hópmiklu umsitinarligu upp-
gávunum, sum hava verið partur
av tónlistarligaru yrkisleið hans-
ara, so hann sjálvur fær meiri tíð
við klaverið. Í næstum skal hann
til fjarskotna landið Bolivia at
framføra, og 2006 verður sam-
bært Kristiani eitt turné-ár
burturav við Yggdrasil kring
allan knøttin.
Við øðrum orðum fer hann at
halda fram við tí, hann elskar
mest, og tað er at spæla tónleik.
ann gerast ein pest
eina funktión, sum tænir eini størri heild. Alt lív gerst til nýtt lív í eini ævigari ringrás,
ív í familju, og hetta er ein tanki, sum bergtekur meg, sigur Kristian Blak, sum í 31 ár
Mynd: Bárður Lydersen