Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 134 - 16. juli 2005 Hóast hon ikki dugdi málið og ikki visti, hvussu heilsuverkið virkaði, eydnaðist tað Inger Mortensen at fáa góð arbeiðsár í einum av heimsins størsta høvuðastaði ORÐ OG MYNDIR: Dagny Joensen Á hvørjum árini vitja føroyingar í útlegd heimaftur. Millum teirra ið komu hendavgein í ár, var 65 ára gamla Inger Mortensen, sum hevur búð og arbeitt í New York síðani 1968. Hon er úr Klaksvík, dóttur Olevinu og Dia Rasmussen, sum ikki eru longur. Inger var einasta dóttur og átti tveir beiggjar. Nú er bert ein eftir. Tað var ikki við longu útferðini fyri eyga, at Inger fór til Danmarkar at læra til sjúkrasystur í 1961. Har hitti hon unga danan Bent Mortensen av Bornholm. Hann var beiggi eina vinkonu, sum hon lærdi saman við. Bent Mortensen var møbilsnikkari og arbeiddi á kendu Frits Hansen møbilfyritøkuni, sum m.a. smíð- aði møblarnir hjá eitt nú Piet Hein og Arne Jacobsen, víðkendu donsku arkitektunum. Av tí at hesar búnýtir gjørdust kendar um heimin og eisini í USA, hevði Frits Hansen fyritøkan deild í New York, har Bent Mortensen varð sendur út at arbeiða. - Eg hevði ongan hug at fara til USA og noktaði einar tvær ferðir at fara. At enda góðtók eg tað kortini, men legði Bent eina við, at vit bert skuldu vera har í tvey ár, sigur Inger Mortensen, og leggur aftrat, at tey vóru forlovað um hetta mundið. Hjúnini komu ongantíð heimaftur. Nú eru bæði pensionistar og búgva í egnum sethúsum á Long Island, umleið 30 km frá Manhattan í New York. Árið eftir í at tey vóru komin til USA giftust Inger og Bent í 1969 í donsku sjómanskirkjuni í New Yoyrk. Í 1970 fingu tey sonin Dia, sum er einkarbarn teirra. Fór heim at eiga - Tá eg skuldi eiga, fór eg heim til mammu og pápa í Klaksvík, av tí at eg vildi at barnið skuldi vera føroyingur, sigur Inger. Hon og maðurin hava havt tætt tilknýti til Danmark og Føroyar øll árini og hava vitjað heima á hvørjum ári. Í ár vóru kortini liðin fimm ár síðani tey vóru heima í Føroyum seinast. Tá doyði pápi Inger, eftir at hava verið einkjumaður nøkur ár. - Hvussu var at fóta sær í stórbýnum New Yoyrk? - Tað var sjálvandi spennandi og øðrvísi og enn alt annað vit høvdu upplivað áður. Vit vóru ung og hugsaðu ikki so nógv tað, hóast vit ikki dugdu stórvegis enskt. Sum ungfólk flest tóku vit alt til okkum beinanvegin. Vit lærdu danir í New York at kenna, sum hjálptu okkum at fóta okk- um í øllum hesum nýggja, sum var fullkomiliga ókent fyri okkum. - Áðrenn vit fóru hevði eg søkt um uppihalds- og arbeiðsloyvi, og kundi fara til arbeiðis beinanvegin - Ein dagin setti ein vinmaður okkara seg at hyggja í bløðini, fyri at vita um sjúkrahús var nærindis har vit búðu. Hann ringdi til sjúkrahúsið og spurdi um arbeiði fyri meg. - Eg varð biðin um at koma til starvssamrøðu. Bert lítið prát og eg fekk starv á bráðfangis skurð- deildini. Tað var ikki lætt í byrjanini, av tí at starvsøkið var so nógv øðrvísi enn í Danmark, har eg arbeiddi á lungnadeildini á Hillerød Hospitali. Hartil kom, at eg ikki dugdi málið serliga væl. Inger Mortensen, sjúkrasystir: Sjúkrasystir í New York í 37 ár 65 ára gamla Inger Mortensen, sum hevur búð og arbeitt í New York síðani 1968, er ein av mongu føroyingunum í útlegd, sum vitjar heima í ár.