Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 16. juli 2005 31 Til arbeiðis við orðabók - Eg var tó ikki bangin fyri at spyrja starvsfelagarnar, sum tóku ómetaliga væl ímóti mær. Teir vóru úr øllum heiminum - úr Korea, Kina, Philipsoyggjunum, Indien, Haiti og Týsklandi, bert fyri at nevna dømi. Tá eg fór til arbeiðis hevði eg orðabókina við, og lærdi málið eftir stuttari tíð, sigur Inger Mortensen. - Eg starvaðist á sokallaðum almennum sjúkrahúsi, sum merkir, at allir sjúklingar fáa viðgerð, um tey hava sjúkratrygging ella ikki. - Í fyrisitingini á sjúkra- húsinum eru nógv starvsfólk, sum hava til uppgávu at tosa við sjúklingarnir. Ein ráðgevi er, sum kannar sjúkratrygging og tílíkt. Eru sjúklingarnir ikki tryggjaðir, eru sosialráðgevar á staðnum, sum søkja um fíggjarliga hjálp fyri tey, sum ikki kunnu gjalda rokningina. Sostatt fáa øll somu viðgerð á sjúkrahúsinum. Sjúkrasystrarnar á hesi deildini starvaðust eisini á øðrum deildum av og á, og Inger fór m.a.a á skaðastovuna at arbeiða. Í New York er nógvur kriminali- tetur og fólk komu inn sum vóru skotin, stungin við knívi og bukað. Spurd um tað ikki var ógvuslig broyting at arbeiða undir hesum umstøðunum, sigur Inger, at tað hugsaði hon sjálvandi um og var eisini bangin við hvørt, men arbeiðið skuldi gerast. - Tá tú er ung, tekur tú broyttu umstøðurnar til tín, annars hevði tað als ikki borið til, sigur Inger Mortensen, sum letur tankarnar ferðast aftur til tíðina, tá hon, áðrenn hon fór undir útbúgving, var hjálparnæmingur á sjúkra- húsinum í Klaksvík seinast í fimtiárunum: - Tá vóru vit tvær um at reiða eina song hjá sjúklingum, sum ikki vóru serliga ússaligir. - Um arbeiðið sum sjúkrasystir í byrjanini og nú hon er givin at arbeiða, sigur Inger Mortensen, at tað var so nógv øðrvísi í dag, nú teknologiska framgongdin við amboðum og ansingartólum hevur yvirtikið stóran part av arbeiðnum. - Fólk verða eisini meira viðgjørd í dag. Serliga tey, sum fáa heilabløðing og blóðtøpp fáa skurðviðgerðir og eru undir stórum eftirliti.Vit hava nógvar neurologiskar skurðlæknar á sjúkrahúsinum har eg arbeiddi, umframt almenna- og ortopediskar skurðlæknar. Yvirgangsálopið Í samband við teknologisku menningina í arbeiðnum, verða sjúkrasystrar sendar á skeið so hvørt sum nýggjur heilivágur og tól koma fram. Tað kann vera fleiri ferðirum árið, men eina ferð árliga fara læknar og sjúkrasystrar saman á skeið. Tað vildi so til, at Inger saman við hinum starvsfólkunum fór á skeið um morgunin tann 11. sep- tember 2001, tá skelkandi yvir- gangsrálopini vóru í USA og tá Twin Towers bygningarnir rapaðu. - Vit vóru eini 20 læknar og sjúkrasystrar, sum henda morgunin kl. átta fóru á skeið umleið 20 km frá Twin Towers. Vit fingu at vita um hendingina, men hildu fram við skeiðnum til á middegi, tá vit fingu boð um um at fara á vanlukkustaðið at hjálpa til. Eg hevði ongan hug at fara, men tað var eingin bøn. - Tað var annars ein góður dagur sólskinsdagur, men ein óhugnaligur dámur var yvir øllum, tá vit komu í miðbýin, har alt varð steðað upp. Tá vit hugdu higar tornini høvdu staðið, var bert svartur roykur. Eg fái enn gásarhold, tá eg tosi um vanlukkuna, sigur Inger Mortensen - Vit vóru koyrd í ein buss og førd til eitt sjúkrahús á Manhattan, har vit sótu og bíðaðu í tríggjar tímar. Tá tað ikki komu fleiri sjúklingar inn, vóru vit koyrd heimaftur. Um orsøkina til at Inger aftraði seg at fara til arbeiðis á vanlukkustaðnum, kom av, at sonurin Dia, sum er deildarleiðari í einum reingerðarfyritøku, hevði arbeitt í øðrum bygninginum og hevði nógvar starvsfelagar har. Stutt áðrenn álopini var hann fluttur í aðrar deild í New York at arbeiða. - Hann kendi nógv av teimum, sum lótu lív, sigur Inger. Viðurskiftini eru nógv broytt í USA, viðvíkjandi trygdini. Nú kunnu fólk næstan ongastaðni ferðast uttan at tey verða kannað. Løgreglan er allastaðni. Eftirlit gevur tryggleika - Hvussu ávirkar tað gerandisdagin hjá tykkum? Broytingin er komin spakuliga, við løgreglueftirliti á tokstøðum og almenninum bygningum og í gøtunum. Tað er sum í lufthavnum. Tá eg herfyri skuldi fara inn á sjúkrahúsið eitt ørindi, varð eg kannað í eftirlitstólinum. Í taskuni hevði eg ein saks, men hann varð tikin frá mær, merktur við navni o.s.fr.. Tá eg fór útaftur, fekk eg saksin aftur, sigur Inger, sum heldur tað vera í lagi, at eftirlit er, og at fólk á henda hátt kenna seg tryggari. Tað hevur júst verið 4. juli hald í New York, og tá er vanligt at býurin skipar fyri stórum fýrverki. Inger og maðurin høvdu vitjan úr Danmark, og tey fóru inn í býin at hyggja hetta kvøldið. - Har vóru fleiri 100 túsund fólk samlaði. Nógvar løgreglu forðingar vóru, sum fólk skuldu ígjøgnum og taskur og tílíkt varð kannað, áðrenn vit sluppu inn. Alt gekk friðarliga fyri seg, og vit høvdu eina hugnaliga løtu, sigur Inger. - Er tú ongantíð ótrygg ella bangin um gongdina í sam- felagnum í USA? - Tað virkaði ógvusligt í byrjanini, men tað, at nógv løgreglufólk eru sakar ongan. Her er alt friðarligt og viðvíkjandi eftirliti og øðrum, so verður tað eisini ein vani sum frálíður, sigur Inger Mortensen. Føroyingur og dani Nú eru Inger og Bent Mortensen pensionistar og Inger hevur stundir at fjálga um urtagarðin, sum henni dámar sera væl. Hon skilir ikki at hon hevur havt tíð at fara til arbeiðis, tí hon hevur eins nógv er at gera, nú hon er givin at arbeiða sum sjúkrasystur. Spurd um hon kennir seg sum føroying ella er vorðin amerikansk av at búgva í USA øll hesi árini, svarar Inger kvikliga: - Eg eri føroyingur, men eisini nógv merkt av at hava danskan mann. Vit hava eitt bein í hvørjum landi okkara. Hon veit ikki, hvussu verður í framtíðini, um tey flyta aftur um hav og kanska fara at búgva á Bornholm, har maðurin er ættaður. Sonurin Dia er giftur við kvinnu úr Japan, og hann hevur gjørt av at verða verandi í USA. - Tað er torført at taka støðu til. Nú hava vit sett okkum spurningin í 40 ár, men framvegis ikki komin til nakra niðurstøðu, sigur Inger. - Vanliga fólkið her eru ógvuliga vinsæl og fyrikomandi - og góð av sær, eins og føroyingar, sigur Inger Mortensen. Nú foreldrini hjá Inger bæði eru farin, verður ikki vitjað eins ofta í Føroyum sum áður, men fyribils búgva tey á Long Island, har sonurin og konan búgva nærindis. Tey hava góður umstøður og trívast væl. Maðurin Bent Mortensen og Inger eru pensionistar og njóta lívið. Sonurin Dia er giftur japanskari kvinnu. Hon hevur snotuligt heim á Long Island uttan fyri New York