Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Sosialurin Nr. 193 - 11. oktober 2003 ÚTBÚGVINGARSTIGIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo 5.oktober 1989 var ein stórur dagur hjá Hans Engell. Krúnprinsurin hjá konservativa forsætisisráðharranum, Poul Schluter, tekur enn eitt fet á politiska tindinum. Eftir at hava røkt sessin sum verjumálaráðharri frá 1982 til 1987, eru aftur boð eftir fyrrverandi tíðindamanninum til ein ráðharrasess. Poul Schluter ætlar at seta Hans Engell á týðandi ráðharrasessin í Løgmálaráðnum. Hóast ráðharrasessurin í Løgmálaráðnum bæði er spennandi og áhugaverdur, ivast Hans Engell leingi, um hann skal taka av gylta møguleikanum. Fáar dagar undan hann verður útnevndur sum løgmálaráðharri, hevur hann eitt longri prát við Poul Schluter. Hans Engell hevur eitt týðandi fyrilit fyri at taka av ráðharrasessin- um. Hann er bangin fyri, at tað kann gerast ein trupulleiki hjá sær at standa á odda fyri Løgmálaráðnum, tá hann ikki var útbúgvin løgfrøðingur. Fyrilitið hjá Hans Engell verður kveistrað til viks av Poul Schluter: – I Justitsministeriet har de masser af jurister – de har ikke brug for en til. Du skal være deres politiske chef. Juraen må de selv holde styr på!, var aftursvarið hjá Poul Schluter. Størstu mistøkini – Hyggur tú eftir politisku søgu Danmarkar, so er tað ein sannroynd, at nakrir av størstu politisku persónligheitunum hava havt ein praktiskan kunnleika og ikki nakra akademiska útbúgving sum bakgrund. Hans Engell heldur, at vit skulu vera ógvuliga varin við at taka fyri givið, at ein ráðharri við eini hægri útbúgving hevur størri styrki enn ein, ið ikki hevur høga útbúgving. Hann heldur tað vera grundleggjandi onnur viðurskifti, sum gera av, um ein ráðharri stendur seg væl í sínum arbeiði ella ikki. – Tú mást minnast, at nøkur av allarstørstu mistøkunum í donskum politikki eru júst framd av politikar- um, sum hava havt akademiska útbúgving. Eg vil hervið ikki siga, at tað er betri ikki at hava nakra útbúgving, men bara gera vart við, at tað er eingin beinleiðis samanhangur millum eina longri akademiska útbúgving og ein dugnaligan ráðharra. Vit hava alt ov nógv dømi um, at ómetaliga gløggir og gávaðir politikarar, sum tá avtornaði ikki vóru serliga klókir, vísir fyrrverandi løgmálaráðharrin á. Millum stóru ráðharragølurnar í donskum politikki seinastu 20 árini, sum Hans Engell óiva sipar til, eru Tamil málið hjá Erik Ninn Hansen, kreativa bókføringin hjá Anders Fogh Rasmussen sum skattamálaráðharra og Spar Nord-málið hjá einum øðrum skattamálaráðharra, Ole Stavad. Hvat er so avgerandi fyri, at ein ráðharri stendur seg væl? – Tað er sjálvandi rættiliga týdningarmikið, at ein ráðharri er skilagóður og dugir at vinna ígjøgnum við sínum sjónarmiðum. Ein ráðharri skal eisini duga at seta seg inn í mál, sum krevja nakað. Hann skal heldur ikki lata seg styggja av embætisverkinum, men halda fast um sítt politiska útgangsstøði, svarar ábyrgdar- blaðstjórin á Ekstrablaðnum. Eingin trupulleiki Hans Engell hevur í sínum politiska lívi havt nógv samband við bæði føroyskar myndugleikar og politikarar. Hann heldur ikki, at útbúgvingarstigið hjá føroysku politikarunum hevur verið nakar trupulleiki. – Tað sermerkta við fleiri av løgmonnunum hevur verið, at teir hava verið sterkir persónar við stórari slagskraft millum tað føroyska fólkið. Tú mást endiliga ikki halda, at tann føroyska skipanin hevði riggað betur, um tað bara komu eitt stórt tal av akademikarum inn í løgtingi og landsstýrið, sigur hann. Harrin í húsinum Fyrrverandi løgmálaráðharrin leggur dent á, at ein týdningarmikil partur av at hava politisku leiðsluna á einum ráði er at hava bein í nøsini, og ikki lata seg stýra av embætis- verkinum, sum hann málber seg. Embætisverkið situr vanliga við fakligu vitanini, sum ráðharrin er noyddur at taka til sín. Er talan um ein óroyndan og nýggjan ráðharra kunnu embætisfólkini skjótt freistast at taka valdið á ráðharranum og fara undir at føra politikk fyri ráðharran. Á fakmálið verður hetta nevnt ein valdsreingjan millum embætisverkið og politikaran. – Ein ráðharri skal bæði fyrihalda seg konstruktivt og kritiskt til ta kunning, hann móttekur frá sínum embætisfólki. Hann má altíð gera embætisfólkunum greitt, hvør tað er, sum er harrin í húsinum. Ráðharrin er jú valdur at stýra embætisverk- inum í tann politiska rætning, sum til ein og hvørja tíð sitandi stjórn vil, og ikki umvent, sigur Hans Engell. Fyrrverandi løgmálaráðharrin greiðir frá, at tað hava verið tíðar- skeið, har føroyskir embætismenn vóru í so skjótir at stinga nøsina fram og taka valdið frá politikar- anum. – Tað hava avgjørt verið tíðarskeið, tá eg hevði við føroyskar myndug- leikar at gera, at eg helt, at føroysk embætisfólk vóru ógvuliga politisk heldur enn at vera faklig. Hetta var sjálvsagt fyrst og fremst, tí teir fingu loyvi frá føroyska politikaranum at føra politikk. Tú mást kortini minnast, at í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska vil hesin trupulleikin ofta íkoma, tí tað eru so fá fólk at velja ímillum, og øll kenna eisini hvønn annan so væl, heldur Hans Engell at enda. Meðan nógv størsti parturin av øllum ráðharrum í Norðanlondum hava útbúgving frá lærdum há- skúlum er mynd- in grundleggjandi øðrvísi í Føroy- um. Fýra av okk- ara sjey lands- stýrismonnum hava nomið sær útbúgving sum fólkaskúlalærarar ÚTBÚGVINGARSTIGIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo »Umsøkjarar skulu hava hægri ástøðiliga útbúgving og viðkomandi hollar praktiskar royndir«. Hetta brot var at lesa í eini lýsing í føroysku bløðunum herfyri. SMS leitar eftir fíggjarstjóra, og fyritøkan krevur, at umsøkjararar bæði skulu hava hægri ástøðiliga útbúgving og hollar praktiskar royndir. Krøvini, sum SMS í hesum føri setur, eru als ikki nakað eindømi. Krøv um hægri útbúgving og drúgvar praktiskar royndir síggja vit javnan, tá privata vinnulívið og almennir stovnar søkja eftir fólki. Hinvegin er øðrvísi, tá landsins leiðsla fjórða hvørt ár verður mannað. Meðan útbúgving og praktiskar royndir eru gandaorðini hjá almennum stovnum og privatum fyritøkum, verða grundleggjandi onnur atlit tikin, tá fólk skulu kjósast at stjórna landinum. Millum týdningarmestu eginleikarar fyri gerast landsstýrismaður eru flokslitur og hvørjum landafrøðiligum øki tú, ert valdur. Fýra fólkaskúlalærarar Eftir løgtingsvalið 20.januar 2004 skipaðu Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin sonevndu breiðu samgonguna. Flokkarnir samdust um, at Javnaðarflokkurin fekk løgmann og landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, Sambandsflokkurin landsstýrismenninar í fiskivinnu- og fíggjarmálum, meðan Fólkaflokkurin fekk ÚTBÚGVINGARSTIGIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fyrrverandi løgtingsformaðurin og formaður Tjóðveldisfloksins, Finnbogi Ísakson, hevur tríggjar ferðir roynt seg sum landsstýris- mann undir ymiskum sam- gongunum. Í sjeytiárunum umsat hann skúla- og samferðslumál, og seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum var hann í tveimum førum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Vit hava sett honum nakrar spurningar í samband við útbúgvingarstigið hjá føroyskum landsstýrismonnum. 1) Hvørjar eginleikar metir tú vera avgerandi fyri, at ein landsstýrismaður ella ráðharri hevur slagkraft í sínum arbeiði? Finnbogi: Ein landsstýris- maður skal hava ein breiðan kunnleika um samfelagið og um alheims samfelagið. Hann skal eisini hava politiskar royndir og vita, hvat hann vil. Ein landsstýrismaður má eisini tora og hava styrki at standa við tað, hann heldur og meinar. 2) Hvønn týdning leggur tú í sjálvt útbúgvingarstigið hjá einum landsstýrismanni fyri heildaravrikið hjá hansara ella hennara ráði? Finnbogi: Gamalt er, at lærdómur er lættur at bera. Eg haldi tó ikki, at lærdómur nyttar nakað sum helst einsamallur. Ein Størstu mistøkini gjørd av akademikarum - Tað er eingin beinleiðis samanhangur millum eina longri akademiska útbúgving og ein dugnaligan ráðharra. Tú mást minnast, at nøkur av allarstørstu mistøk- unum í donskum politikki eru júst framd av politikarum, sum hava havt akademiska útbúgving, sigur fyrr- verandi verju- og løg- málaráðharrin, Hans Engell Fólkaskúlalærara av landsstýr Fakmaður kann g – Hevur ein landsstýrismaður útbúgving á máls- økjum, hann umsitir, kann tað skjótt føra til, at hann hongur seg ov nógv í fakligar smálutir og ikki dugir nóg væl at síggja heildina, heldur Finnbogi Ísakson fyrrverandi landsstýrismaður