leygardagur 16. juli 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 193 - 11. oktober 2003
33
Samfelagsfrøðingurin
Súni á Dalbø heldur ikki
tað er avgerandi, um ein
landsstýrismaðurin
hevur høga útbúgving. -
Nógv meira avgerandi er
tað, um landsstýris-
maðurin ella ráðharrin
hevur skil og virðing fyri
fólkaræðinum og
fyrisitingarligari góðsku,
metir hann
ÚTBÚGVINGARSTIGIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Jóngerð Purkús er jú
búskaparfrøðingur. Hon segði alment
sum fíggjarmálaráðharri, at alt var í
fínasta lagi búskaparliga í Føroyum í
1988, beint áðrenn Føroyar fóru á
húsagang. So útbúgvingarstigið - í
sjálvum sær- er eingin garantur fyri
nøkrum sum helst í hesum sambandi.
Súni á Dalbø er útbúgvin
stjórnmálafrøðingur, og hann starvast
í dag á lærda háskúlanum í Aalborg.
Hann heldur, at vit skulu vera
ógvuliga varin við at yvirmeta
týdningin av útbúgvingarstignum, tá
heildaravrikið hjá landsstýris-
monnum skulu eftirmetast.
– Tað er langt frá nøktandi, at
landsstýrismaðurin er fakliga væl
fyri. Nógv meira avgerandi, er tað,
um landsstýrismaðurin ella ráðharrin
hevur skil og virðing fyri
fólkaræðinum og fyrisitingarligari
góðsku, metir Súni á Dalbø.
Hægri krøv
Føroyska miðfyrisitingin telir í dag
sjey aðalráð. Flestu aðalráðini eru
væl mannað við fólki, ið hava
drúgvar útbúgvingar á alskyns
lærdum háskúlum. Fremsta arbeiðið
hjá embætisfólkunum er at ráðgeva
landsstýrisfólkunum í málum, sum
tey hava innlit í. Talan kann bæði
vera um politiska, løgfrøðiliga og
búskaparliga ráðgeving.
Við einum fakligum sterkum
embætisverki, er tað ikki líka mikið
um landstýrisfólkið hevur 7.flokk
ella kann kalla seg akademikara?
– Tað er als ikki spurningur um
fakliga styrki hjá embætisverkinum,
sum er avgerandi fyri, um tað er
nøktandi, at ráðharrin ella
landsstýrismaðurin hevur 7. flokk.
Hinvegin kanst tú møguliga siga, at
um embætisverkið er sterkt, so setur
tað størri krøv til landsstýrismannin
um, at fólkaræðislig prinsipp skulu
vera galdandi í eini fyrisiting. Um tú
hugsar um tað fólkaræðisliga, so
setur eitt sterkt embætisverk størri
krøv til førleikan hjá ráðharranum,
og ikki øvugt, svarar
stjórnmálafrøðingurin.
Súni Dalbø arbeiddi eitt tíðarskeið
í føroysku miðfyrisitingini. Hann
hevur arbeitt á Mentamálaráðnum og
havt tilknýti til Oljumálaráðið.
Ongantíð ein vansi
Forsætisráðharrin í Danmark, Anders
Fogh Rasmussen og fyrrverandi
formaðurin hjá Danska
Javnaðarflokkinum, Mogens
Lykketoft, eru ávikavist ein
núverandi og ein fyrrverandi
ráðharri, sum báðir hava lokið
akademiskt prógv. Fogh Rasmussen
og Lykketoft bera báðir orð fyri at
vera ómetaliga væl fyri fakliga, og
hetta elvdi ofta til stríð í teimum
ráðum, teir umsótu.
Hvørki Anders Fogh Rasmussen
ella Mogens Lykketoft fírdu fyri at
seta krøv til embætisfólki og løgdu
seg ofta út í arbeiðið hjá
embætisfólkunum, um teir ikki meta
arbeiðið vera nøktandi. Teirra
uppíblanding í dagliga arbeiðið
skapti ofta ónøgd millum
embætisfólki í teirra ráðum.
Kann tað hinvegin vera ein vansi,
at ein ráðharri ella landsstýrismaður
er ov væl fyri fakliga fyri
arbeiðsstevi og harvið avrikini í
einum ráði?
– Tað hvørki kann ella skal kunna
vera ein vansi, at ein ráðharri er væl
fyri fakliga. Er ónøgd við ein
landsstýrismann ella ein ráðharra, so
eru vanliga onnur øki, sum vanta.
Tað kann vera vantandi innlit og
virðing fyri fólkaræðisligari
fyrisiting, vantandi leiðsluevni,
vantandi samband millum visiónir og
gerandisdagin, sum er vansin og ikki
fakligi førleikin, heldur Súni á
Dalbø.
Nógv serfrøði
Føroyar verða stýrdar av
heksadoktarum. Hetta var
yvirskriftin á eini grein, sum
stjórnmálafrøðingurin, Sjurður
Skaale, skrivaði herfyri.
Sjúrður fíltist á, at serfrøðin og
serliga advokatar hava fingið alt ov
stórt vald á politiska leikpallinum í
Føroyum. Stjórnmálafrøðingurin
vísti á, at føroyskir politikarar leitaðu
sær serfrøðingavitan uttanfyri teirra
egna embætisverk, tá stórar
politiskar avgerðir skulu takast.
Eitt dømið um slíkan
framferðarhátt var málið um
fyrrverandi landsstýrismannin,
Jørgen Niclasen, tá ein
kanningarstjóri varð nýttur av
tásitandi løgmanni, Anfinni
Kallsberg,
Kann orsøkin til, at
landsstýrismenn eru so skjótir at
leita sær serfrøðingavitan vera, at
teir sjálvir ikki eru nóg væl fyri
fakliga?
– Talan kan bæði vera um ein
óhepnan, men ótilvitaðan præcedens,
sum síðan er blivin ein partur av
hvussu »man« arbeiðir sum
landsstýrismaður. Eisini kann talan
verða um, at ráðharran vil dekka sína
egnu reyv við at fáa upprit av øllum
handaslagi frá serfrøðingum.
Grundleggjandi eigur ein ráðharri at
byggja sítt virksemi á viljan hjá
teimum fólkavaldu, metir Súni á
Dalbø.
góð útbúgving, serliga um
samfelagsviðurskifti, kann vera
gott ískoyti í teir eginleikar, eg
havi nevnt frammanfyri. Hevur
ein landsstýrismaður útbúgving á
málsøkjum, hann umsitir, kann
tað skjóttføra til, at hann hongur
seg ov nógv í fakligar smálutir
og ikki dugir nóg væl at síggja
heildina.
3) Við einum fakliga sterkum
embætisverki, er tað ikki líka
mikið, um ein landsstýrismaður
hevur 7.flokk úr Fólkaskúlanum
ella eina langa akademiska
útbúgving?
Finnbogi: Tað er avgjørt
neyðugt við einum fakliga
sterkum embætisverki, og hjá
okkum má tað nú vera betur
útgjørt enn nakrantíð. Í
prinsippinum hevur tað ongan
týdning, um landsstýrismaðurin
dugir at lesa ella er analfabetur,
men sum nevnt undir fyrsta
punkti haldi eg tað vera neyðugt,
at ein landsstýrismaður hevur
ávísar eginleikar.
4) Í Tinghelluni 14 mai nevnir
tú, at føroysk embætisfólk eru
nakað skjót at stinga nøsina
fram.Hvat meinar tú við hesari
útsøgn?
Finnbogi: Eftir húsagangin
fyrst í nítiárunum fingu politik-
arnir alla skylduna. Millum
manna var virðingin - eisini
millum embætisfólk - minni enn
frammanundan. Embætisfólk
hava sum onnur í samfelagnum
sínar meiningar, og nú var
kjansurin at royna at troka sínar
egnu meiningar ígjøgnum, tí
politikararnir nyttaðu sum
kunnugt einki. Tað var hetta, eg
hugsaði um í greinini, tú sipar
til.
5) Eru tað tínar royndir, at
føroysk embætisfólk eru politisk?
Finnbogi: Mínar royndir eru, at
embætisfólk sum heild eru ikki
politisk í sínum arbeiði. Einstøk
undantøk havi eg kortini
upplivað, og tá hava embætis-
fólkini fyrst og fremst verið
partapolitisk.
landsstýrismenninar í
menta-, vinnu- og
innlendismálum.
Hyggja vit nærri at
útbúgvingarstignum hjá
landsstýrismonnunum er
myndin rættiliga eintýðug.
Sambært heimasíðuni
www.tinganes.fo hava yvir
helmingurin av limunum í
landsstýrinum útbúgving
sum fólkaskúlalærarar.
Talan er um Jóannes
Eidesgaard, Bjarna
Djurholm, Bjørn Kalsø og
Jógvan á Lakjuni.
Írestandi limirnir í
landsstýrinum eru Bárður
Nielsen, Jógvan við Keldu
og Hans Pauli Strøm, og
hesir hava nomið sær
útbúgving innan ávikavist
granskoðan, handil- og
skrivstovu og sosiologi.
Akademikarar í
hópatal
Meðan helmingurin av
sitandi landsstýrið hava
nomið sær útbúgving sum
fólkaskúlalærarar er
myndin grundleggjandi
øðrvísi í okkara
grannalondum. Á myndini
omanfyri sæst, at tað eru
serliga akademikarar, ið
seta seg á
ráðharrasessirnar í okkara
grannalondum.
Millum 70 til 80 % av
sitandi ráðharrum í
Noregi, Íslandi, Danmark
og Svøríki hava eitthvørt
akademiskt prógv, meðan
eitt nú lærarar eru við
minnilutan. Svøriki er tað
Norðanlandi, ið
akademikararnir eru
ídnastir at seta seg á
ráðharrasessirnar.
Heili 81 % av
ráðharranum hava antin
eina styttr ella longri
akademiska útbúgving(
kandidat ella BA-prógv
blðm). Talan er í flestu
førum um
stjórnmálafrøðingar,
búskaparfrøðingar ella
løgfrøðingar.
Hvønn týdning?
Men er so nakar munur á
avrikinum eitt nú okkara
innlendismálaráðharra,
sum hevur
skrivstovuútbúgving
norðan úr Klaksvík og
danska
fíggjarmálaráðharranum
og búskaparfrøðinginum
Thor Petersen?
Er ein akademikari per
definition ein betur
egnaður ráðharri ella
landsstýrismaður ella eru
hevur útbúgvingin lítlan og
ongan týdning?
Hetta eru millum
spurningar, vit hava vit sett
samfelagsfrøðinginum
Súna á Dalbø og
fyrrverandi ráðharrunum
Hans Engell og Finnboga
Ísakson.
ar á helminginum
rissessunum
Á stabbamyndini sæst hvør
mannar ráðini í Noregi,
Danmark, Svøríki og Íslandi
Útbúgvingin als eingin trygd
gerast ein forðing
– Tað er als ikki spurningur um
fakliga styrki hjá embætis-
verkinum, sum er avgerandi fyri,
um tað er nøktandi, at ráðharrin
ella landsstýrismaðurin hevur
7.flokk. Hinvegin kanst tú
møguliga siga, at um embætis-
verkið er sterkt, so setur tað størri
krøv til landsstýrismannin um, at
fólkaræðislig prinsipp skulu vera
galdandi í eini fyrisiting, sigur
Súni á Dalbø