Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 134 - 16. juli 2005 Fleiri enn 40 ungir sjónleikarar úr øllum Norðurlondum er hesar dagarnar savnaði á sjónleika- skúla í Havn. Heili átta tjóðir eru við, men tey ungu tykjast ikki at hava trupul- leikar við at skilja hvønn annan, tí sum íslendska sjónleika- lærarinnan tekur til - Sjónleikur er jú eitt mál, øll skilja SJÓNLEIKASKÚLI Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Tað eru ikki øll ung, sum hesar dagarnar sova leingi og annars taka sær av løttum. Fleiri enn 40 ung úr øllum Norðurlondum hava valt at brúka heilar tvær vikur av summarfrítíðini á NUTU-summarsjónleika- skúla. Skúlin er eitt felags norðurlendskt tiltak, og í ár eru Føroyar vertir við MáF sum fyriskipara. Eitt mál, sum øll skilja Summarsjónleikaskúlin heldur til úti á Lærara- skúlanum og á Skúlanum á Trøðni, sum hesar dagarnar eru karmur um ikki færri enn nýggju ymsar sjón- leikaverksmiðjur. Lærarnir koma úr ymsum Norður- londum og eru allir yrkis- fólk innan sína sjónleika- grein, so støðið er høgt og krøvini hareftir. Og hóast fleiri ymisk mál verða tosað í hvørjum bólki, tykist tað ikki vera nakar trupulleiki at samskifta sínamillum, tí sum íslend- ska sjónleikalærarinnan Augusta Skúladóttir tekur til: Sjónleikur er í jú eitt mál, sum øll skilja. Augusta gevur frálæru í kropsligari frásøgn. Her nýta leikarnir serliga kroppin og røddina til at gera tær ymsu typurnar so týðiligar, sum til ber. Hesa løtuna, vit støkka inn á gólvið, royna fýra leikarar seg á pallinum. Og sjálvt um tey ikki siga eitt orð, er als ongin ivi um, hvør er tann tápuligi, tann hástóri, tann løgni o.s.fr, og við heilt einføldu lutum, hava tey skjótt bygt upp eina sera stuttliga leikmynd. Yvir á Skúlanum á Trøðni eru tey í ferð við venja synkronisering av rødd og rørslum. Uttan eitt orð og uttan at hyggja uppá hvønn annan skulu leikar- nir syrgja fyri at laga hvørja rørslu og hvørt ljóð til hini á gólvinum. Kiksar okkurt, er bara at lata sum onki og halda fram, gevur lærarin, Gunnvá Zachariassen boð um, meðan luftin næstan sitrar av konsentratión. Sum áskoðari hevur tú ilt við at fáa eyga á, hvat tað er, sum ger, at leikarnir vita akkurát, hvat hini fara at gera fyri hvørt sekund, sum gongur. Men tað er nokk júst tað, sum er kynstrið. Maskudansur og eldslúking Úr eini aðrari skúlastovu hoyrist sangur og klaver- tónleikur út á gongina. Tað er norski leikstjórin Bård Brænde, sum situr við klaverið við eini 15 ung- fólkum rundanum. Bólkur- in er í ferð við at venja ymisk sløg av Teatersport, sum gongur út uppá at leik- arnir skulu kunna improvi- sera ein leik ella ein sang bert út frá einum einstøkum orði ella setningi. Beint nú hevur ein av luttakarnum fingið boð um at syngja eina reglu út frá orðinum “Summar”, og alt fyri eitt trívur hon í regluna “Tað angar av rósum”, meðan hon fylgir klaverspælinum, og hini eru klár at syngja við. Og knappliga standa tey har og syngja ein fleirrøddaðan sang, sum ongin av teimum dugdi fyri bert lítlari løtu síðani. Inni í stovuni við síðuna av sita leikarnir framman- fyri speglum og mála maskur á andlitið. Grøn- lendska Makka Kleist legg- ur teimum lag á, meðan hon greiðir frá aldargomlu Inuit traditiónini við Maskudansi. Tað ræður um at skapa so ógvusligar maskur, sum gjørligt, men maskan skal altíð hóska andlitinum og rørslunum hjá tí einstaka, so her er ongin uppskrift at ganga eftir. So tey ungu sita hugsavnað og royna seg fram. Onkur hevur enntá sett ein pinn tvørt fyri inni í munninum, fyri at skapa rætta óhugnaliga úttrykkið. Úr hølunum við síðuna av hoyrist trummusláttur og sangur. Her er tað svenski Jens Peter Jannes, sum leggur lag á. Nógvur dramatikkur er í luftini og tað gerst dramatiskari enn. Næstu viku stendur nevn- iliga eldslúking á skránni, har tey ungu eisini fara at læra at gykla við eld- stavum. Tá byrja eisini fýra nýggjar sjónleikagreinar, so gott er at ungu leikarnir longu eru í góðari venjing. Fleiri enn 40 ungir sjónleikarar úr øllum Norðurlondum venja nýggju ymsar leikgreinar á Summarsjónleikaskúlanum hesar dagarnar Sjónleikaskúli: Ungur summarsjónleikur