Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

P-dagur! So upprann stóri P-dagurin. Tað er nevniliga í dag at Harry Potter fjepparar um allan heim tyrpast í bókahandlum fyri at ogna sær eitt eintak av nýggjastu bókini um Harry Potter and the Half- Blood Prince. Bókin kom á gøtuna í nátt og fólk við skili fyri slíkum vænta, at Harry Potter aftur hesuferð fer at sláa øll sølumet higartil. Seinasta bókin í Potter røðini Harry Potter og Føniksfylkingin seldi ikki færri enn 1,7 milliónir eintøk fyrstu 24 tímarnar eftir útgávuna, meðan nýggjasta bókin væntast at verða seld í meir enn 2 milliónum eintøkum áðrenn eitt døgn er umliðið. Í røttum Harry Potter anda lótu hundratals bókhandlar um allan heim dyrnar upp á midnátt í sambandi við útgávuna av hesi sættu bókini um smádreingin og hansara gandakenda heim. Og sjálv mamman at Harry Potter, J.K. Rowling, trein inn á Edinburgh Castle á midnátt at lesa upp úr nýggju bókini fyri einum bólki av útvaldum og sera forvitnum børnum. Eina løtu sluppu tey at kenna seg sum næmingar á víðgitna Howgarts skúlanum, ið er ein heilt serligur gandaskúli í heiminum hjá Harry Potter. Um stóra loyndarmálið varð avdúkað vita vit ikki, men søgur vilja verða við, at ein av høvuðspersónunum doyr í nýggjastu Potterbókini ... Enska útgávan av bókini verður eisini at fáa í bókahandlum í Føroyum leygarmorgunin, meðan føroyska útgávan væntandi verður liðug í desembur. Viðmæli: Andaneyð Anna V. Ellingsgaard Donna Tartt,The Little Friend, Umsett Annelise Schønneman, Den lille ven, Lindhart & Ringhof,200 Herfyri kom enski metseljarin The Little Friend út á donskum, og eisini í Danmark hevur løgna og klaustrofobiska søgan hjá høvundanum Donna Tartt vakt ans. Í familjuni Cleve er tað bannað at tosa um yngsta sonin Robin. Fyri 12 árum síðani fann grannakonan lítla Robin hangandi kvaldur í einum træi í havanum. Hendingin hevur hvílt sum eitt tungt skíggj yvir allari familjuni líka síðani - ikki minst, tí ymiskt var langnutunga dagin, sum ikki ruggaði heilt rætt. Saman við sínum einasta vini setur 12 ára gamla Harriet sær fyri at finna út av, hvør drap lítlabeiggjan fyri at fáa hevnd. Tartt dugir framúr væl at skapa ein spennandi søgu, og tú ert bitin frá fyrstu síðu. Harriet dregur lesarin við sær á sína hatursfullu hevndarferð, sum bara kennist meir eitrandi, tí hon er so ósømilig fyri eitt barn. Men samstundis er bókin eisini ein óvanliga gløgg lýsing av einum amerikanskum suðurstati og tí ofta óskiljandi sambandinum millum tey hvítu og teirra svørtu tænastufólk. Familjan Cleve stendur ikki til at bjarga og fer spakuliga í upploysn. Og sjálvt um bókin helst eisini er ætlað sum ein menningarskaldsøga, er tað rættiliga ivasamt, um tað ber til hjá Harriet at mennast í sjúka og klaustrofobiska umhvørvinum, bókin hevur krøkt hana í. Bill Justinussen, løgtingsmaður Hvørja bók lesur tú í løtuni? - Eg eri sum oftast í ferð við 2-3 bøkur samstundis. Ein liggur á vesinum, ein á náttborðinum og ein í stovuni. Ein av bókunum er The Five Love Languages of Children eftir Gary Chapman og Ross Campbell. Hana lesi eg, tí sum heild hevur ein altíð brúk fyri góðum ráðum, tá tað snýr seg um barnauppaling. Sera áhugaverd bók, sum hevur sagt mær nógv, ið eg ikki visti um frammanundan. Ongi børn eru eins, og tí kunnu ongi børn uppalast eins, tað er høvuðsboðskapurin. Ongin eintýðug uppskrift finst, men frá Skaparans hond hava øll foreldur grundleggjandi náttúrliga kærleikan í sær til at uppala børnini. Á náttborðinum liggur eisini bókin um John Dam eftir Helga Jacobsen. Sera viðkomandi bók fyri ein politikkara, sum vil vita meira um vinnusøgu okkara. Havi ikki lisið so nógv av bókini enn, men hon er sera áhugaverd. Bíblian er eisini ein náttúrligur partur av mínum lesnaði, og júst nú lesi eg mest evangeliið eftir Jóhannus. Jóhannus er meiri upptikin av tí, sum Jesus lærdi og segði, meðan hinir tríggir evangelistarnar í størri mun lýsa tað, sum Jesus gjørdi. Er tað onkur bók, tú minist serliga væl? - Rebel with a Choice eftir Franklin Graham, sonur Billy Graham. Hann var á yngri árum í uppreistri móti tí, sum foreldur hansara stóðu fyri, men gjørdist síðani kristin og er í dag sera virkin sum kristniboðari - serliga innan hjálpararbeiði í fátøkum londum. Himmalski maðurin eftir kinverska bróðir Yun, sum á ófatiligan hátt heilt fram til fyri trimum árum síðani hevur tolt ræðuligar pínslur í kinverskum fangatippum. Brádliga lótust allar hurðar upp í fangatippinum, og hann gekk út framvið øllum fangavørðunum, uttan at nakar sá hann. Nú býr hann í Vesturheiminum og greiðir frá sínum upplivingum. Hann hevur tvær ferðir verið í Føroyum og greitt frá. Lív mítt eftir Golda Meir. Bókin greiðir frá lívi hennara frá vøggu í grøv. Serliga áhugaverdur er lesnaðurin um stovnanina av statinum Ísrael í 1948 og hennara leiklut bæði áðrenn, undir og eftir tað. Hvør var fyrsta bókin, tú las? - Den lille pige med svovlstikkerne eftir H.C. Andersen. Ta bókina fekk eg í fyrsta flokki frá Ásu Sevdal, sum var vikarur í Søldarfjarðar skúla í 1970. Bókina fekk eg sum heiðursløn fyri at hava dugað væl at lisið. Heiðurslønin var ein so sterk motivatión fyri meg longu frá skúlabyrjan, at hon helt á gjøgnum allan fólkaskúlan. Seinni fann eg út av, at fleiri onnur eisini høvdu fingið líknandi heiðursløn og eri komin til ta niðurstøðu, at slík viðurkenning er sera góð taðing til lítla spíran, sum við opnum sinni fer undir skúlaleiðina. Bókin við sínum "brennandi" boðskapi hevði eisini stóra ávirkan á mítt barnasinni. Hvørja bók, vildi tú ynskt, tú hevði lisið? - Kríggj og friður eftir Leo Tolstoj. Pápi mín var lesihestur, og hesa bókina minnist meg serliga væl, at hann las við áhuga. Men eg fekk ongantíð upp í lag at taka hana niður av bókahyllini, tíverri. Hondina á hjarta - lesur tú altíð eina bók lidna? - Nei, nógvar bøkur missa mín áhuga, tá eg eri komin hálva leið ella styttri, og so byrji eg heldur upp á onkra aðra, sum tykist meiri áhugaverd. Næsta ár savnast sjónleikarar úr øllum heiminum í føðibýnum hjá William Shakespeare at framføra allar 37 leikirnar hjá stóra leikskaldinum. Framførslurnar byrja í apríl mánað í Stratford-upon-Avon undir felags heitinum »The Complete Works«. Hetta er fyrstu ferð, allir sjónleikirnir hjá Shakespeare verða framførdir samanhangandi. Lidnað skráin verður kunngjørd í heyst, men longu nú frættist, at fleiri av leikunum hava fingið eitt heldur øðrvísi snið. Til dømis verður »Merry Wives of Windsor« framførdur sum sangleikur, meðan nýggja útgávan av »Much Ado About Nothing« verður ein hugleiðing yvir kríggið í Irak. Eg og bøkurnar Samlaði Shakespeare á pall Í løtuni er Bill Justinussen millum annað sera hugtikin av eini bók um barnauppaling 35 Sosialurin Nr. 107 - 8. juni 2002