leygardagur 16. juli 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 134 - 16. juli 2005
Ógvusligt lufthol
40 ferðafólk og ellivu av manningini fingu skaða, tá
eitt flogfar hjá suðurkoreanska flogfelagnum Korean
Air kom í eitt stórt lufthol hósdagin.
Flogfarið var farið úr Bali í Indonesia og hevði flogið
einar 40 minuttir, tá tað brádliga kom í tað stóra luft-
holið. Ein talsmaður hjá flogfelagnum sigur við
Reuters, at luftholið sást ikki á radaranum, og tí óraði
eingin ilt, fyrr enn flogfarið brádliga datt langt niður
ígjøgnum tað lufttóma holið. Tað var so ógvusligt, at
40 av teimum 257 ferðafólkunum og 11 av manningini
fingu skaða.
Flogfarið helt leiðina fram til Seoul í Suðurkorea, og
tey, sum høvdu fingið skaða, vórðu alt fyri eitt flutt á
sjúkrahús. Øll uttan ein 35 ára gamal maður sluppu tó
heim aftur beinanvegin. Hann hevði fingið so mikið
álvarligan løst í høvdið, at hann bleiv innlagdur.
Heimahjálparar gevast
Teir yngru heimahjálpararnir í Danmark eru so mis-
nøgdir við arbeiðsviðurskiftini, at 60 prosent av
teimum, sum eru yngri enn 40 ár, umhugsa at finna sær
okkurt annað at gera.
Tað sæst í einari kanning, sum felagið Fag og
Arbejde hevur gjørt. Teir ungu heimahjálpararnir siga,
at teir hava alt ov stutta tíð til at fullføra sínar uppgávur,
og at tað er tyngjandi. Fleiri teirra halda seg ikki hava
tíð til at geva teimum eldru ta hjálp, tey hava fyri
neyðini, og teir kæra seg eisini um, at teir hava heldur
ikki stundir til at tosa við tey eldru.
Danska eldrafelagið, Ældre Sagen, sigur, at kanning-
arúrslitið er einki minni enn ein bumba, og formaðurin
í almannanevndini hjá Fólkatinginum, Pia Kristensen,
sigur við Politiken, at politikararnir mugu forða fyri, at
heimahjálpararnir siga upp. Tí er umráðandi at geva
teimum betri arbeiðsviðurskifti, sigur hon.
Væl umtókt bók
Í Danmark verður tað vanliga ikki hildið at vera serliga
lønandi at arbeiða sum rithøvundur, men Morten
Ramsland er eitt undantak í so máta.
Fyri seks vikum síðani gav hann út skaldsøguna
"Hundehoved", og hon hevur fingið sjáldsama góða
móttøku. Donsku ummælararnir hava róst bókini til
skýggja, og útlendsk forløg hava eisini fingið áhuga
fyri henni. Longu nú er avtalað, at bókin skal koma út
á norskum, svenskum, niðurlendskum, týskum og
enskum, og tað hevur givið rithøvundinum hálva aðru
millión krónur. Tá er sølan í Danmark ikki íroknað, og
í teimum donsku bókahandlunum kann eingin bók
kappast við "Hundehoved". .
Morten Ramsland hevur starvast sum hjálpari hjá
menningartarnaðum í Brabrand við Århus, men fyri
nøkrum døgum síðani segði hann arbeiðið frá sær. Nú
ætlar hann sær at brúka tíðina til at skriva, sigur hann
við DR.
Heimsins besta hotell
Dámar tær væl at ferðast og at búgva á hotelli, átti tú
kanska at roynt hotellið Four Season í Bali í Indonesia,
tí sambært tíðarritinum Travel ans Leicure er tað besta
hotellið í heiminum.
Ert tú nøgd ella nøgdur við tað næstbesta, skalt tú til
Suðurafrika, tí heimsins næstbesta hotell er Singita
Private Games Reserve í Sabi Sand. Hetta hotellið
bleiuv kosið heimsins besta í fjør, men endaði á øðrum
plássi í ár.
Bara tvey evropeisk hotell eru á listanum við tíggju
teimum bestu hotellunum í heiminum. Chateau Les
Crayeres í franska býnum Reims er á sætta plássi, og
Four Season í Istanbul er nummar tíggju. Hini hotellini
á listanum eru í India, Teilandi, Avstralia og í USA.
UTTAN ÚR HEIMI
Fyri tveimum mánað-
um síðani flýddu 426
fólk úr Usbekistan til
grannalandið Kirgis-
istan eftir hópdrápið í
býnum Andijan. Nú
krevja usbekisku
myndugleikanir, at
tey verða send heim-
aftur
FLÓTTAFÓLK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Usbekisku myndugleikar-
nir siga, at tey 426 flótta-
fólkini eru yvirgangsfólk,
og at myndugleikarnir í
grannalandinum Kirgisist-
an tí eiga at senda tey heim-
aftur, so tey kunnu revsast.
Fyri at leggja dent á krav-
ið hevur usbekiska stjórnin
sent herfólk til markið.
Eygleiðarar siga, at ætlanin
við tí er annaðhvørt at
leggja trýst á kirgisisku
stjórnina ella ein beinleiðis
fyrireiking
til
álop
á
grannalandið. Tí er støðan
sera álvarssom, sigur ST.
- Eg eri bangin fyri, at
Vesturheimurin skilir ikki,
hvussu álvarssom støðan í
Miðasia er, og tí heita vit á
Vesturheimin um at bjarga
hesum fólkunum, sigur
Carlos Zaccognini, sum er
ST-flóttafólkaumboðsmað-
ur í Miðasia, við Politiken.
Higartil hevur Danmark
játtað at taka ímóti tjúgu av
teimum 426 flóttafólkun-
um, Svøríki hevur játtað at
taka ímóti átta og Niður-
lond fýra.
Carlos Zaccagnini sigur,
at teir usbekisku myndug-
leikarnir fara helst at slaka
fyri kravinum úr Usbekist-
an, sjálvt um teir vita, at
fólkini fólkini verða pínd
og kanska eisini tikin av
døgum, verða tey send
heimaftur. Hósdagin játtaði
kirgisiska stjórnin at senda
25 usbekar heimaftur, og at
hon fer at taka støðu til
lagnuna hjá 82 øðrum um
vikuskiftið.
Carlos Zaccognini vænt-
ar, at kirgisiska stjórnin fer
at slaka uppaftur meiri, og
at uppaftur fleiri verða send
aftur til Usbekistan.
- Tað verður ein van-
lukka. Tað má ikki henda,
sigur hann við Politiken.
Tað vóru tey nógvu
myndatólini í Lond-
on, sum hjálptu løg-
regluni at avúka,
hvørjir bumbumenn-
inir vóru. Nú vil
danska løgreglan eis-
ini hava slík tól
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
London er kendur fyri tey
nógvu myndatólini, sum
halda eyga við teimum,
sum ferðast í gøtunum, og
uttan hesi tólini hevði
bretska
løgreglan
ikki
kunnað avdúka menninar,
sum sprongdu bumburnar í
London.
Fyri nøkrum døgum síðani
hóttu yvirgangsmenn við at
søkja at málum í Danmark,
men hóast økta tilbúgving
hevði danska løgreglan ikki
havt somu møguleikar at
avdúka møguligar bumbu-
menn. Tí tann danska lóg-
gávan loyvir ikki slíkum
eftirliti á almennum støð-
um, og sum er er heldur
ikki politiskur meiriluti fyri
at seta fleiri myndatól upp.
Tað harmar løgregluna í
Keypmannahavn. Mogens
Kjærgaard Møller, sum er
varaovasti hjá løgregluni í
býnum, segði við danska
útvarpið í gjár, at tað hevði
komið løgregluni væl við,
um fleiri myndatól vórðu
sett
upp
á
almennum
støðum.
Tað er sagt, at tann, sum
ferðast í gøtunum í Lond-
on, verður avmyndaður
minst 300 ferðir um dagin,
tí har eru myndatól at kalla
allastaðni. Í Danmark eru
myndatólini bara loyvd á
jarnbreytarstøðunum, í tok-
um, á flogvallum, í bankum
og sjálvtøkum og á post-
húsum. Men Mogens Kjær-
gaard Møller heldur, at tað
er nógv, sum talar fyri, at
fleiri myndatól eiga at
verða sett upp.
- Eitt myndatól heldur
eyga við øllum, sum hend-
ir, og tí er tað eitt sera gott
vitni, sigur hann.
Hóast politikararnir hava
lítlan hug at økja eftirlitið í
teimum donsku gøtunum,
halda flestu danir, at tað
hevði verið tað rætta. Sam-
bært einari kanning siga
tveir triðingar av teimum
spurdu, at tey hava einki
ímóti at verða avmyndað,
meðan tey ganga í gøt-
unum.
Myndatól kunnu avdúka
yvirgangsmenn
Flóttafólk send heim
til píning og deyða
Hasib Hussain var ein av bumbumonnunum í London. Tann minna myndin, sum er úr einum
myndatóli, vísir, at hann hevði bumbuna á rygginum