Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-16, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juli 2005síða 51

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 16. juli 2005 51 við minstulønarskipanini ár- liga reiðarunum ein rættuliga stóra milliónaupphædd, sum í veruleikanum er ein stuðul til fiskivinnuna. Vit unna væl fiskimonnun- um hesa inntøkutrygd teirra, men tað kann ikki vera rætt, at okkara politikarar als ikki vilja skapa karmar fyri arbeiðspláss- um í fiskivinnuni á landi, sam- stundis sum tíggjutals milliónir verða brúktar til at stuðla før- oysku reiðarunum. Enn meira skilaleyst er hetta, um hesir somu politik- arar vilja góðtaka ella enntá stuðla undir, at reiðararnir av- reiða fiskin uttanlands, hóast talan er um fisk, sum er veidd- ur við fíggjarligum stuðli úr landskassanum. Tíðin er ikki búgvin til at einskilja Føroya Fiskavirking Sum støðan er nú við tekin um kreppu í samfelag okkara, er tíðin ikki búgvin til at ein- skilja Føroya Fiskavirking. Greitt er, at um ein einskilj- ing skal fara fram, so eigur hetta ikki at verða gjørt í einari tíð, har útlit eru til alsamt minkandi arbeiði á landi, og vit vilja tí heita á landsins myndugleikar um at taka stig til, at eingin einskiljing fer fram, fyrr enn støðan í samfel- agnum talar fyri hesum. Um Landsstýrið skapar møguleikar fyri at fiskur fer ótilvirkaður av landinum, so er tað skyldan hjá landsins mynd- ugleikum at skapa møguleika fyri alternativum arbeiðspláss- um. Tað tykist, sum at landsins myndugleikar bert sita hendur í favn, nú útlit eru til at alt meira av føroyska fiskatil- feinginum fer av landinum, og tá landsins myndugleikar so- leiðis beinleiðis ella óbein- leiðis góðtaka hesa støðu og í ávísum førum beinleiðis stuðla undir hesari gongd, so er tað skyldan hjá okkara fólkavaldu politikarum at melda greitt út, hvat ætlanin so er við teimum arbeiðs- plássum, sum tørvur verður á, nú verandi arbeiðspláss í fiski- vinnuni á landi alsamt fækka. Tað ber ikki til at politiski myndugleikin, sum hevur ábyrgdina av samfelag okkara, stuðlar einari gongd, har grundarlagið fyri hundraðtals arbeiðsplássum verða tikin burtur og samstundis einki ger fyri at skapa hesum somu borgarum nýggj arbeiðspláss. Fyri at fáa greiðu á framm- anfyri nevndu viðurskiftum vilja vit, sum frammanfyri nevnt, skjótast til ber eftir summarfrítíðina hava fund við landsins myndugleikar fyri at fáa greiðu á, um politiski myndugleikin hevur nakra ætlan yvirhøvur viðvíkjandi óhepnu gongdini, har alsamt størri partur av fiski okkara fer ótilvirkaður av landinum. Um politiski myndugleikin einki ætlar at gera fyri at forða fyri, at størri partur av fiskatil- feinginum fer ótilvirkað av lan- dinum, so er neyðugt at fáa greitt at vita, hvørji stig politik- ararnir ætla at taka, fyri at skapa karmar fyri øðrum ar- beiðsplássum, í staðin fyri tey, sum verða avreidd av landinum. Vinaliga boða okkum skrivliga frá, nær nevndi fundur kann verða hildin. Av tí at talan er um eitt álvsarsmál, sum hevur áhuga millum allar føroyingar, so hava vit sent fjølmiðlunum av- rit av hesum skrivi okkara. Ingeborg Vinther Vegna feløgini MASKINVERKSTAÐUR & SMIÐJA Á Hjalla 15 – Boks 1338 – FO 110 Tórshavn Tlf. 31 58 90 – Fax. 31 35 00 – mail: henrik@alma.fo Neyðventilatión / flytan av luft - Vortex Høgt trykk (560 Pa) og 3600 m3 um tíman. Slanga kann setast til (305 mm). Kann millum annað brúkast til ventilatión - - aftaná eldsløkking. - at turka bygningar. - tá arbeitt verður í tangum. - tá arbeitt verður við vandamiklum evnum. Slanga til Vortex: 7,6 mtr. Kr. 4.750,- við mvg. Kr. 7.350,- við mvg. Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Sahara Fríggjadag 15.07 kl. 22.45 Leygardag 16.07 kl. 22.45 Sunnudag 17.07 kl. 22.15 War of the Worlds Fríggjadag 15.07 kl. 20.00 Leygardag 16.07 kl. 20.00 Sunnudag 17.07 kl. 19.30 DE ER HER ALLEREDE.DK www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Hostage FRUMSÝNING Fríggjadag 15.07 kl. 21.00 kl. 23.15 Leygardag 16.07 kl. 21.00 kl. 23.15 Sunnudag 17.07 kl. 21.00 kl. 23.15 THERE WILL BE NO NEGOTIATION B R U C E W I L L I S B R U C E W I L L I S WOULD YOU SACRIFICE ANOTHER FAMILY TO SAVE YOUR OWN? WOULD YOU SACRIFICE ANOTHER FAMILY TO SAVE YOUR OWN? B A S E D O N T H E # 1 B E S T S E L L I N G T H R I L L E R THERE WILL BE NO NEGOTIATION Bøllebob og Smukke Sally FRUMSÝNING Fríggjadag 15.07 kl. 17.00 kl. 19.00 Leygardag 16.07 kl. 17.00 kl. 19.00 Sunnudag 17.07 kl. 17.00 kl. 19.00 www.boellebob.dk distribueret af uip ARETS DANSKE FAMILIEKOMEDIE Framhald av síðu 10