Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. september 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 188 - 30. september 2000 Søgan um fiólspælaran úti í Grønlandi Frá Hvalbæ til Melbourne Johannes Andreasen varð fødd- ur í Hvalbæ í 1894. Hann fór til skips í 1908 og í 1911 fór hann á Háskúla í Danmark. Síðan arbeiddi hann í Brugs- foreiningini í Hillerød eitt skifti. Í 1914 fór hann til Kristiania (nú Oslo) at søkja sær hýru og fekk tjans við einari finskari, 4 mastraðari bark, til Melbourne í Australien. Ferðin vardi í góðar 4 mánaðir. Komnir vegin fram rýmdi hann í land. Í Melbourne búleikaðist hann í 3 ár. Fór at spæla violin, men bleiv arresteraður Í 1917 mynstraði hann við australskun skipi, sum skuldi til U. S. A. Her gjørdi sama nummar sum í Australien; hann rýmdi í land. Fekk kjans við einum sleipibáti í havnini í New York, har hann silgdi í nakrar mánaðir. Johannes flutti síðan til Minneapolis, í Minnesota, har hann helt fram at læra violinspæl, sum hann var byrjaður uppá í Australien. Í 1921 slatraði ein vinmaður fyri mynduleikunum, at hann búði ólógliga í landinum. Johannes bleiv arresteraður og sendur heim aftur til Føroyar. Framhald á síðu 5 Lørdagspizza 620g, 3 fyri 50,- Ísl. Lambsbógvar uml. 2,3kg, fyri kilo 27,95 Høsnarungar 1100 g, 3 fyri 50,- Danbo 45% 1/4 ostur uml. 2 kg, pr. kg. 36,95 Rynkeby 16 søtar appelsinir 1 ltr. 7,95 Rynkeby 16 saftig súreplir 1 ltr. 7,95 Keypmaðurin “úti í Grønlandi” Pf. Johannes Andreasen Grønlandsvegur 16 Í sambandi við 50 ára føðingardagin, leygardagin 30. september, letur handilin aftur kl. 14.00. Vit lata hurðarnar upp aftur kl 15.00 og bjóða til móttøku, við ábiti og klassiskum tónleiki, fram til kl. 17.00. Vælkomin stephanssons hús Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Jústinus Eidesgaard John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Nei til Evropiska Samveldið FÓLKAATKVØÐAN í Danmark hósdagin var ikki bert eitt nei til Evruna - til at skifta frá danskari krónu til europeisku krónuna - hon var eisini eitt nei til eitt evropeiskt samveldi eftir amerikanskari uppskrift. TANN monetera uniónin er ein týðandi brikkur í tí samlaða ES-landakortinum. Og har er so felags gjaldoyra bert ein partur. Eingin ivi er um, at eitt felags gjaldoyra fyri nógv lond er meira praktiskt enn at hvørt landið sær hevur sítt egna gjaldoyra. Men spurningurin mong seta sær er: er hetta endaspurturin til tað lovaða landið, tað evropeiska heimsveldið, sum aftur mong bera so stóran ótta fyri - og sum mong onnur prísa! HÓAST tað ikki fær nakrar beinleiðis fylgjur fyri evropoeiska gjaldoyrasamstarvið, at 54% av dønum hava atkvøtt ímóti at skifta donsku krónuna út við evruna, tí hetta samstarv fevnir um so mong onnur fíggjarviðurskifti, so er greitt, at hetta kann koma at seta kílar í hesa ætlan sum frálíður. Tí hugsast kann, at lond sum Svøríki og Bretland eisini fara at atkvøða ímóti evruni sum teirra gjaldoyra. NÚ eru Føroyar ikki limur í ES og ongar ætlanir eru um limaskap í løtuni. Og soleingi hvørki Noreg ella Ísland eru limir har, verða vit tað neyvan heldur. Men spurningurin er, hvørja ávirkan eitt danskt nei hevur á okkum! Neyvan ta stóru ávirkan heldur, tí vit eru framvegis partur av donsku gjaldoyraskipanini. SPURNINGURIN um evruna er tí kanska meira politiskur enn vit geva okkum fær um. Og tað átti danski forsætisráðharrin kann eisini at havt hugsað meira um. Danir valdu á sinni at fara upp í ES, men teir hava harvið ikki sagt, at teir ynsktu Evropeiska samveldið. Fólkaatkvøðan nú vísir tí nettupp, at danir vilja ikki geva frá sær øll tey rættindi og tær avgerðir, sum í dag verða tiknar á Christians- borg - til parlamentið í ES. Tvs. at teir vilja ikki hava ein felags evropeiskan her, teir vilja ikki lata ES avgera uttanríkispolitikkin osfr. Heilt givið er tað eisini, at danir eisini tengja ta sera vælumtóktu drotningina uppí hetta málið. Og tað at sleppa donsku krónuni kann eisini tulkast sum, at teir vilja halda fast sum tað, sum er danskt og her m.a. danska kongshúsið. Hóast tað at fara frá krónu til evru ikki bein- leiðis hevur nakað við hetta at gera, so kann eisini hetta vera ein partur av svarinum til at danir søgdu nei. JA-kampanjan í Danmark verður av mongum hildin at hava verið sera arrogant, og hetta kann so vera revsingin. At typisk ja-øki hjá Vinstra nú bráddliga eru vorðin nei-øki, merkir eisini, at danir vilja ikki hava meira integratión í ES. Danir hava valt at vera við í ES men ikki fyri einhvønn prís. Teir vilja varðveita Danmark og tað, sum eyðkennir danska demokratiið. Og tað mugu nú bæði Nyrup og Vinstrahøvd- ingin góðtaka. Tí verður áhugavert at síggja, hvussu leikur nú fer fram. EIRIKUR LINDENSKOV Kartin Dahl Jakobsen, løg- tingskvinna Javnaðarfloks- ins hevur nú skrivað løg- manni bræv um atburðin hjá landsstýrismanninum í mentamálum, Tórbjørn Jac- obsen. Málið snýr seg um svarið, Tórbjørn Jacobsen gav henni upp á fyrispurn- ing seinasta fríggjadag, tá landsstýrismaðurin í svari- num hartaði Javnaðarflokk- in. Katrin Dahl Jakobsen vís- ir í brævinum, at hon tann 21. september 2000 sendi formansskapi Løgtingsins bræv fyri at fáa teirra met- ing av omanfyrinevnda svari. Sjálv heldur hon, at svarið var stak óhøviskt, ó- sakligt og sum stjórnarskriv als ikki borðbart. – Til tess at verja okkum øll ímóti, og landsstýris- mannin við, at fara undir eitt orðaskifti grundað á so vánaligt tilfar, sum hetta svarið var, heitti eg á for- mansskapin at senda lands- Løgmaður skal lúka burt partapolitisk og persónlig álop Í kjalarvørrinum av nógv umrødda svarinum hjá Tórbjørn Jacobsen, hevur Katrin Dahl Jakobsen biðið løgmann bøta um góðskuna av stjórnarskrivum stýrismanninum svarið aft- ur, ella biða hann svara av nýggjum. Hetta helt eg vera rættast, meðan svarið enn ikki var alment, og tískil eingin hávi hevði staðist av tí, sum bara formansskap- urin og eg sjálv vistu um, sigur løgtingskvinnan. Formansskapur løgtings- ins hevur sagt Katrin Dahl Jakobsen, at hann hevur ikki heimildir at gera av, um ein fyrispurningur er nóg væl svaraður. Tað er Løgtingið, sum sigur sína hugsan og møguliga letur slíkt mál fáa avleiðingar. Antin rættarlig- ar avleiðingar við eini á- kæru, ella politiskar við ein- um misáliti. – Løgtingið hevur undir orðaskiftinum sagt sína hugsan. Tvørtur um floks- mørk, samgongu og and- støðu vóru øll, sum vóru við í orðaskiftinum, á einum máli um, at slíkt fara vit ikki lata okkum lynda. Lands- stýrismaðurin var tí einsa- mallur í síni verju av svari- num, sigur Katrin Dahl Jak- obsen. Fyri ikki at sita á boðu- num, og heldur ikki fara so langt, sum at reisa ákæru ella misálit, hevur Katrin Dahl Jakobsen vent sær til løgmann, eftirsum hann eft- ir § 33, stk.3. í stýriskip- anini »hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýris- maður situr fyri sínum málsøki á lógligan og full- góðan hátt«. – Men hvat er fullgóður háttur? Er tað so, at løgmað- ur er samdur við tinginum henda dagin, og kann taka undir við, at hetta var so ikki fullgóður háttur, fari eg við hesum at heita á løgmann at bera so í bandi, at stjórn- arskriv av hesum slag ikki verða ósaklig svar út í tóm- an heim. At landsstýrismað- urin, Tórbjørn Jacobsen dugir sær hógv, og at vit framyvir fáa so sáttlig og saklig svar sum møguligt. Katrin Dahl Jakobsen sig- ur, at eins og formansskap- urin ansar eftir tignini og tí talaða orðinum á tingi, tyk- ist í hesum einstaka førinum neyðugt at vísa á samsvar- andi krøv til skrivaða orðið eisini. Við brævinum vónar hon, at tað fer at bera løgmanni til at bøta um góðskuna av stjórnarskrivum við at lúka burtur partapolitisk og per- sónlig álop. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum settu dám á gullbrúdleypsdag okkara 26. august. Takk til tykkum øll, sum vaktu okkum við guittara og vøkrum sangi á morgni, og til tykkum mongu, sum gleddust saman við okkum á hátíðardegn- um. Takk fyri uppringingar, heilsanir, fjarrit, blómur og gávur. Takk fyri alla hjálp vit fingu, ein serstøk heilsan til børnini, svigarbørn, abba- og ommubørn. Ein ógloymandi og ríkur dagur, ið vil liva í minni okkara. Heilsan Sigrid og Jóhan Ziskason Blandað vælskapt brek Upptøkurnar til fløguna Vælskapt Brek eru komnar undir land. Ljóðbland er farið fram í vikuni og fløgan verður løgd fram um stutta tíð DAGFINN OLSEN Jóhannus á Rógvu Joensen hevur staðið fyri at gera fløguætlanina Vælskapt Brek til veruleika. Hann hevur havt nógv um oyruni síðstu dagarnar og í vikuni hevur hann lagt síðstu hond á verkið. Ein áhugabólkur tók stig til sangkappingina Væl- skapt Brek. Endamálið er at varpa ljós á støðu teirra brekaðu og umstøður teirra, eins og hjá avvarðandi. Undirtøkan var góð mill- um sangskrivandi føroying- ar. Vinnaraløgini vóru 3 í tali, men endaliga úrslitið er ein fløga við 19 av teimum meira enn 80 innkomnu løgunum. Talan er um eina tónlist- arliga sera fjølbroytta fløgu, har mong av navnframastu tónlistafólkunum í Føroyum eru við, eins og fleiri, ið ikki eru so ofta at hoyra Góðar umstøður Sigast má, at arbeitt verður undir rímuligum umstøð- um. Tær 19 upptøkurnar á fløguni eru gjørdar í Føroy- um og í Danmark. Mest í Útvarpinum. Ljóðblandið er farið fram í Media Sound í Keypmannahavn í viku- skiftinum og í vikuni er fløgan mastrað í DanDisc. Jóhannus á Rógvu Joensen hevur staðið fyri upptøkum og ljóðblandinum. Media Sound er stórt og rættiliga væl útgjørt ljóðstudio, ið liggur úti á Amager. Bólkar sum Big Fat Snake og Mic- hael Falck gera vanliga sín- ar upptøkur har. Men hygg- ur ein í bandhillarnar, so síggjast eisini bond við t.d. Frændum. Á fløguhillini úti í móttøkuni eru eisini mang- Leigað flogfarið út í tvey ár EIRIKUR LINDENSKOV Atlantsflog og British Mid- land Commuter skrivaðu hósdagin undir nýggjan sáttmála um leigu av flog- fari. British Midland leigar eftir hesum sáttmálanum annað flogfarið hjá Atlants- flog fram til 1. juni í 2002. Kortini hevur Atlantsflog tryggjað sær rættin at flúgva við flogfarinum á sumri í 2001, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog í tíðind- askrivi. Og hann sigur seg vera væl nøgdan við sátt- málan. – Hesin sáttmálin ber í sær, at vit hava tryggjað okkum skilagóðan rakstur við nýggja flogfarinum tey fyrstu trý árini. Harvið er vágin við keypinum av flog- ar føroyskar fløgur at hóma millum fløgurnar, ið eru framleiddar í hesum hølum. Ætlanin er, at nýggja fløgan skal liggja á hillu- num í Føroyum ein av fyrstu døgunum. Í samband við útgávuna verður ætlandi skipað fyri konsert, men júst nær alt hetta verður, er enn ikki endaliga avgjørt. farinum eisini munandi av- markaður, samstundis sum vit hava fjøltáttað inntøku- grundarlagið hjá felagnum, sigur hann. Í fyrsa umfari leigaði At- lantsflog flogfarið út sama dag, sum tað varð keypt. Atlantsflog fekk flogfarið heimaftur í juni, og felagið hevur flogið við tí alt summar. Seinnapartin í august og fram til miðjan september var fyrra flogfarið í dokk og varð málað, og tað tíðar- skeiðið røkti Atlantsflog flúgvingina við nýggja flog- farinum. Bæði flogførini vóru tøk aftur herfyri, og tí hóskaði tað felagnum væl, at sátt- málin kom undir land nú, sigur Magni Arge. Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinna Javnaðarfloksins, hevur nú skrivað løgmanni bræv um atburðin hjá Tór- bjørn Jacobsen í samband við fyrispurning hennara Grundin til ætla›u lækking- ina á komandi fíggjarlóg er, at minni ver›ur lati› til vørumenning, stendur í vi›- merkingunum til fíggjarlóg- aruppskoti›. Fiskavirki, sum arbei›a útlendskan fisk ella arbei›a vi› ávísum vørumenningar- ætlanum, fáa færri pengar frá tí almenna komandi ár, enn tey hava fingi›. Um fíggjarlógaruppskoti› ver›- ur samtykt, sum ta› er lagt fram. Stu›ul kann sambært løg- tingslóg latast fiskavirkjum, sum arbei›a innfluttan fisk. Virkjum, sum arbei›a vi› vørumenning, ella virkjum, sum menna innaneftirliti›. Eisini ver›ur játtanin n‡tt til at gjalda fyri heilsuprógv hjá starvsfólkum á fiska- virkjum og verksmi›juskip- um, ver›ur sagt í vi›merk- ingunum til fíggjarlógar- uppskoti› fyri 2001. Hesin stu›ul er í verandi fíggjarári 12 milliónir krón- ur. Hann var í 1999 uppi á 13. 922 milliónum. Og aftur á komandi fíggj- arlóg fer hesin stu›ul til fiskivinnuna á landi at minka, eftir fíggjarlógar- uppskotinum at døma. Skot- i› er upp, at stu›ulin skal ver›a10,7 milliónir krónur komandi ár. ej Komandi ár fara langfara- sjómenn væntandi at tosa í telefon fyri eina hálva milli- ón meira, enn teir gera í ár. Ta› eru metingarnar á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001 undir greinini Telefonstu›ul til langfara- sjomenn (Lógarbundin játt- an). Hesin stu›ulin ver›ur sambært løgtingslóg latin sjómonnum vi› bústa›i í Føroyum, sum mynstra›ir eru meira enn 30 dagar. Á verandi fígjarlóg er játt- anin snøggar tríggjar milli- ónir krónur. Á uppskotinum til fíggjar- lóg fyri komandi ár er játt- anin sett til hálvafjór›u millión krónur. ej Flutnignsstu›ul til fisk ver›- ur latin sambært løgtingslóg frá 1999. Upphæddirnar eru ásettar í kunnger› frá sama ári. Í ár er játtanin upp á tríggjar milliónir, og ta› ver›ur hon, sambært fíggj- arlógaruppskotinum, bæ›i komandi ár og í 2002. Stu›ulin ver›ur latin til at flyta fisk frá bátum, sum landa á stø›um, har eingin møguleiki er at selja fiskin. Ta› er Lønjavningarstovan, sum umsitir hendan stu›ul- in, stendur í vi›merkingun- um til fíggjarlógaruppskoti› fyri 2001. ej Minni til vørumenning Minni peningur er settur av til menning av fiskivinnuni á landi komandi ár, enn á verandi fíggjarlóg Meira telefonstu›ul Langfarasjómenn fáa eina hálva millión meira at tosa heim fyri komandi ár, enn teir hava í ár Flutningsstu›ulin tann sami Stu›ulin til flutning av fiski innanlands ver›ur tann sami sum higartil Eftir uppskotinum til kom- andi fíggjarlóg minkar stu›ulin til var›veiting av fjølbroyttum fiskiflota rætti- liga munandi. Sambært fíggjarlógarupp- skotinum minkar hesin stu›ul komandi ár ni›ur í eina hálva millión. Í ár er hann tríggjar milliónir krón- ur. Ta› vil siga, at hann minkar ni›ur í ein sættapart komandi ár, um uppskoti› ver›ur samtykt. Eingin frágrei›ing er tó í vi›merkingunum til fíggj- arlógaruppskoti› um, hvat nágreiniliga ver›ur meint vi› var›veiting av fjølbroyttum fiskiflota. ej Minni fjølbroyttur floti Stu›ul til var›veiting av fjølbroyttum flota minkar komandi ár