týsdagur 19. juli 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 19. juli 2005
5
Leiðaraskúli við norður-
lendskum luttakarum var
við Gjógv í farnu viku. Tað
er Føroya Ungdómsráð,
sum saman við Sam-
organisation for Ungdoms-
arbejde, stytt NSU, hevur
skipað fyri tiltakinum, ið er
fyri
ungdómsleiðarar
í
Norðurlondum. Jákup av
Skarði frá Føroya Ung-
dómsráð sigur, at leiðara-
skúlin hevur ment tey
fólkini, sum arbeiða innan
tað
skipaða
ungdóms-
arbeiði á okkara leiðum.
Aðalendamálið við tiltak-
inum var at stimbra og
menna ungdómsleiðarar.
Jákup av Skarði sigur, at
hann er væl nøgdur við
úrslitið.
– Vit hava koyrt eina
leypandi eftirmeting, og tað
hevur verið øgiliga positivt;
sjálvt niður til minstu
detalju við gisting og mati.
So eg má siga, at leiðara-
skúlin hevur verið øgiliga
væl eydnaður, sigur Jákup
av Skarði.
Leiðaraskeiðið
hevur
verið merkt av fyrilestrum,
bólkaarbeiði,
og
kjaki.
Jákup av Skarði sigur, at
tíðin má vísa, hvat fer at
liggja eftir.
– Kanska kann okkurt av
hesum brúkast í framtíðini,
tá leiðaraskúli aftur verður
á skránni, sigur Jákup av
Skarði.
Tað stendur á við at
fáa nýggjastu Harry
Potter bókina týdda
til jóla
ÚTGÀVA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tá Kári Árting lat bókasøl-
una í SMS upp leygarmorg-
unin stóðu fólk og bíðaðu
uttanfyri.
Og tað var ikki hissini
bók, kundarnir vildu hava.
Á hillunum lá sjálv sætta
og næstsíðsta bókin í røðini
um Harry Potter. Harry
Potter and the Half Blood
Prince eitur bókin. Sjálvur
slap hann heldur ikki at lesa
bókina fyrr enn leygardag-
in. Harðar treytir vórðu
settar frá forlagnum í Ong-
landi um, nær bókin kundi
latast upp og hvar.
Stríðist við at týða
Eins og øll onnur mátti
Bergur Rasmussen bíða til
leygardagin, áðrenn hann
kundi seta seg at lesa Harry
Potter and the Half Blood
Prince.
Tað serliga við Bergi er,
at hann skal týða bókina til
føroyskt. Og bókin skal
helst verða klár til jólasøl-
una.
– Hesaferð er bókin út-
komin tríggjar vikur seinni
enn seinast, men eg fari at
royna at fáa hana liðugt
umsetta til jóla, sigur
Bergur Rasmussen.
Tá vit høvdu hann í tele-
fonini leygardagin, hevði
hann ikki lisið meira enn
tíggju síður. Men tað plagar
at ganga skjótt hjá teimum,
ið dáma Harry Potter bøk-
ur.
Hetta er aðru ferð, at
Bergur Rasmussen skal
umseta
Harry
Potter.
Gunnar Hoydal og Malan
Háberg hava áður týtt
Harry Potter bøkur til før-
oyskt.
14. oktober verður Harry
Potter and the Half Blood
Prince útgivin á donskum.
Mentir leiðarar
Einir tretivu luttakarar vóru á leiðaraskeiði við Gjógv. Her er
norðurlendski ungdómurin avmyndaður uttanfyri Norður-
landahúsið, har seinasta máltíðin var, áðrenn tey fóru hvør sín
veg
Mynd: Bárður
Potter umseting ávegis
Løgreglan tók kl. 02.30
sunnumorgunin
ein
mann fyri at koyra 130 í
kollfjarðatunnilinum á
veg til Havnar. Hann
kann vænta sær at missa
koyrikortið.
Ein
annar
maður
koyrdi ikki so øgiliga
skjótt, tá hann varð
steðgaður av løgregluni.
Hansara trupulleiki var,
at hann var skítfullur.
Biltúrurin um fýra tíðina
í leygarnáttina verður
væntandi tann seinasti í
longri tíð hjá manninum.
Annars varð eitt sindur
av herverki gjørt í høv-
uðsstaðnum í nátt. Fólk
hava gjørt seg inn á ein
hýruvogn, eitt vindeyga
og eini hús í Hoyvík hava
heldur ikki fingið frið.
Annars er einki, sum
fjølmiðlarnir hava áhuga
fyri, at frætta, sigur vakt-
havandi á Politistøðini í
Havn.
-HR
Koyrdi 130 í
kollfjarðatunlinum
Tað oysti niður í Vágum
í leygarnáttina, men tað
dryppaði ikki á virk-
semið hjá løgregluni í
Vágum. Stevna var hild-
in, men so at siga einki
kriminelt - sæð frá ein-
um løgreglusjónarmiði -
gekk fyri seg.
Virkandi sýslumaður-
in sigur, at tað var stak,
stak friðarligt. Einki av
nøkrum slag.
Einasti tilburðurin var
eitt lítið innbrot. Ein
drongur, sum var á vitjan
í oynni, breyt inn í kjall-
aran hjá einum handli og
ognaði sær 300 krónur.
Gleðin var tó stokkut, tí
fólk hava borið eyga við
hann, og løgreglan hevur
fingið fatur á honum, og
hann hevur viðgingið
sínar syndir.
Hann kann vænta sær
at koma fyri ein dómara
í næstum.
-HR
Friðarlig stevna
Bergur Rasmussen