týsdagur 19. juli 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 135 - 19. juli 2005
Mánamorgunin
vórðu starvsfólkini á
Sjómansheiminum
kunnað um nýggju
eigaraviðurskiftini á
arbeiðsplássi teirra.
Tað kom helst óvart á
mong teirra, at tann
nýggi stjórin er sami
maður sum stjórnar
Hotel Føroyum. Ein
stór broyting verður,
at Hotel Tórshavn í
framtíðini fer at hava
loyvi at skeinkja
sterkar drykkir!
SJÓMANSHEIM
Snorri Brend
Havn: Klokkan er ikki
níggju, tá øll starvsfólkini
eru komin uppá pláss í
Sigmundarstovu.
Tey eru boðin til fundar,
tí tey tey skulu kunnast um
eitthvørt – helst eitt álvars-
mál, tá øll teirra verða boð-
in til ein slíkan fund og eina
slíka tíð.
Tað er ikki líkt til, at nak-
að teirra veit, hvat evnið er
á fundinum ella hvørji tíð-
indi, skulu spyrjast eftir
fundin.
Klokkan fimm minuttir
yvir 9 kemur eitt av starvs-
fólkunum inn gjøgnum
høvuðsdyrnar. Veit hann,
hvat fundurin fer at snúgva
seg um?!
– Nei, sigur viðkomandi.
Tað havi eg ikki ánilsi um.
– Vilt tú hava tað at vita,
so kanst tú bara spyrja í
resepsjónini. Tey munnu
vita, sigur hann, áðrennn
hann skundar sær upp
trappurnar og inn í Sigm-
undarstovu.
Líkt er til, at eingin teirra
til fulnar veit, hvat nú skal
henda, hóast tey neyvan
kunnu hava verið ókunn um
støðuna og tíðindini, sum
hava gingið hesa seinastu
vikuna.
Okkurt er kortini í væntu.
Spurningurin er so bara,
um tað er gott ella ringt. Í
øllum førum er talan um
ein spennandi fund.
– Spyr ikki!
Tá klokkan er vorðin 9:16
fer eitt starvsfólk út av
fundinum, og kemur løtu
seinni inn aftur við einum
bakka fullum av kaffikopp-
um til fundarfólkið.
– Nú, hvat hendir á
fundinum?, spyrja vit.
Hesin gevur ikki annað
svar enn eitt suff: – Huff,
spyr ikki!
Ein lítil løta gongur
aftrat, og nú kemur stjórin –
ella rættari sagt fyrrverandi
stjórin – Jeffri Johannesen
út úr fundarhølinum og út í
gongina.
– Vit hava ein kunnandi
fund um framtíðina hjá
Sjómansheiminum. Annars
havi eg onga viðmerking,
sigur hann.
Hann biður okkum bíða
eina løtu, tí um einar fimm
minuttir ella so kemur
Johannes inn á fundin.
Og hesin Johannes er
eingin annar er Johannes
Jensen, sum er stjóri á
Hotel Føroyum. Hann verð-
ur frá 1. august nú eisini
stjóri á Sjómansheiminum,
sum hereftir sleppur navn-
inum og í framtíðini fer at
marknaðarføra seg sum
Hotel Tórshavn.
Skeinkiloyvi
Kl. 9:22 kemur so Johannes
Jensen á fundin, har hann
greiðir starvsfólkunum frá,
hvat nú fer at henda og
hvørjar hugsanir hann hev-
ur gjørt sær um framtíðina
hjá Hotel Tórshavn.
Tá klokkan er vorðin
9:43 er fundurin lokin.
Starvsfólkini koma út av
fundinum – eitt og eitt – og
uttan nakra minu, sum kann
geva okkum eina ábending
um, hvat er sagt á fundin-
um.
Tað er kortini ikki nakar
farri av undirgangi, ið
merkist á teimum. Ein lítil
farri av glotta hómast
kanska.
Nú er tað vorðið greitt:
Teirra gamla arbeiðspláss
er yvirtikið av øðrum, men
teimum stendur øllum í
boði at halda fram eins og
áður á hesum arbeiðspláss-
inum, sum tey hava verið
við til at byggja upp.
Eftir
fundin
prátar
Johannes við eitt av starvs-
fólkunum, og síðani verður
hann vístur runt á heimin-
um av fyrrverandi stjóran-
um, Jeffri.
Ein spenanndi tíð stendur
fyri framman á hesum
hotellinum. Ein tann størsta
broytingin verður helst hon
– og sum fer fella mongum
fyri brósti – at Hotel
Tórshavn fer at søkja um
loyvi at skeinkja sterkar
drykkir!
Tíðindaskriv
Herfyri varð Tórshavnar
Sjómansheim
(Hotel
Tórshavn) lýst til sølu.
Fleiri persónar/stovnar
vóru áhugaðir at keypa
Sjómansheimið, men tað
endaði við, at TF Ognir
keypti bygningin. Avtala
um hetta varð undirskriv-
að leygarkvøldið 16. juli
2005 kl. 20.30.
Ognin verður keypt frá
1. august 2005, og ætlan-
ain er, at sama rakstrar-
felag, sum rekur Hotel
Føroyar og Vallaraheim-
ið við Oyggjarvegin, skal
standa fyri rakstrinum av
Hotel Tórshavn og leiga
hotellið frá TF Ognir P/F.
So TF kemur ikki at hava
nakað við dagliga rakst-
urin at gera.
Tórshavn,
tann 17. juli 2005
Gunnar í Liða
Havn: – Eg havi onga
viðmerking.
Eftir at hava verið stjóri á
Hotel Tórshavn Sjómans-
heimið í 11 ár fer Jeffri
Johannesen nú frá sum
stjóri.
Hann
verður
kortini
knýttur at arbeiðsplássinum
henda mánaðin út.
Jeffri hevur verið stjóri á
Sjómansheiminum síðani
august mánaði í 1994, men
verður nú, í samband við
nýggja leigumálið, avloyst-
ur av Johannes Jensen,
stjóra á Hotel Føroyum.
sb.
Tórshavnar Sjómansheim – Hotel Tórshavn
Trístjørnað hotell við 41 kømrum, sum øll hava wc,
bað, telefon og sjónvarp.
Tríggjar suitur, 26 dupult- og 12 einkultkømur.
Matstova.
Pizzacafé.
Trý fundarhølir til 10, 30, og 50 fólk.
FAKTA
TF Ognir hevur keypt
Tórshavnar Sjómansheim
Nýggj leiðsla við nýggjum endamáli
Jeffri onga viðmerking
Starvsfólkini á fundi gjáramorgunin. Íalt eru 26 ársverk á Hotel Tórshavn, og ætlanin er at varðveita tey øll í framtíðini
Mynd: Bárður
Jeffri Johannesen hevur verið
stjóri á Hotel Tórshavn
seinastu 11 árini. Nú fer
hann frá og nú byrjar eitt
nýtt kapittul í hansara lívi
Mynd: Bárður