Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 19. juli 2005 7 KEYP Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Um 20.30-tíðina seinasta leygarkvøld undirskrivaðu stýrið fyri Tórshavnar Sjó- mansheim og Tryggingar- felagið Føroyar sáttmála um sølu/keyp av sjómans- heiminum. Tað er Eyðfinn Jacobsen, adv., sum vegna stýrið hevur staðið fyri søl- uni, og undirskrivingin fór fram á skrivstovuni hjá honum. Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Før- oyar, sigur, at felagið fekk eitt skriv frá Eyðfinni Jacobsen, sum vegna stýrið boðaði frá, at ætlanin var at selja sjómansheimið. Í skrivinum spurdi sak- førarin, um tryggingarfel- agið hevði áhuga fyri at keypa. Stórt potentiali – Jú, tað høvdu vit avgjørt. Tryggingarfelagið hevur frammanundan keypt Hotel Føroyar og Vallarheimið hjá Smyrli Line, og hetta hevur víst seg at vera ein góð íløga. Stjórin sigur, at leygar- dagin komu viðurskiftini upp á pláss, og leygar- kvøldið varð so sjálv avtal- an undirskrivað. Hann vil ikki siga, hvussu nógv felagið hevur keypt sjómansheimið fyri, men leggur dent á, at hann er væl nøgdur við prísin. – Vit hava gjørt okkara útrokningar og hava avgjørt góðar vónir um, at keypið av sjómansheiminum eins av Hotel Føroyum og Vall- araheiminum er ein góð íløga. Hetta er ein betur íløga enn at seta ognir tryggingarfelagsins í út- lendsk virðisbrøv. Haraftrat kemur, at Tryggingarfelag- ið Føroyar sum føroyskt felag heldur ynskir at gera íløgur í Føroyum enn uttan- lands – og ikki minst í slík- ar vinnur, sum vit meta hava eitt potentiali, sum hann tekur til. Onnur feløg, sum Trygg- ingarfelagið Føroyar frammanundan eigur parta- pening í, eru eitt nú Smyrli Line og Havsbrún í Fugla- firði. Felagið hevur eisini veitt Smyrli Line ábyrgdar- lán. Rakstrarfelag Gunnar í Liða sigur, at Tryggingarfelagið Føroyar fer ikki at reka Tórshavnar Sjómansheim, men fer at leiga bygningin út til eitt rakstrarfelag, sum síðan rekur hetta virksemi fyri tryggingarfelagið. – Vit hava 1,4 miljardir krónur, sum skulu plaserast onkustaðni, og tað er okk- ara uppgáva at syrgja fyri, at hesin peningur gevur eitt so stórt avkast sum gjørligt. Vit keypa sjómansheimið sum eina peningaíløgu, og vit meta eisini, at tað fer at tæna ferðavinnuni í Føroy- um, at Tryggingarfelagið nú bæði eigur Hotel Føroy- ar, Vallaraheimið og Tórs- havnar Sjómansheim. Spurdur, um keypið av føroysku ognunum hevur nakað við óttan fyri útl- endskum kapitali í Føroy- um at gera, sigur Gunnar í Liða. – Nei, okkara avgerð um at keypa Hotel Føroyar, Vallaraheimið og nú eisini Tórshavnar Sjómansheim hevur einki við møguligar útlendskar íløgur í Føroy- um at gera. Hetta er ikki ein roynd at forða útlendskum íløgum í Føroyum, men eitt keyp, sum vit eru sannførd- ir um er skilagott fyri okkara felag og viðskifta- fólk felagsins, sigur Gunn- ar í Liða. Ikki ein roynd at forða út- lendskum íløgum – Hetta er ein betur íløga enn at seta ognirnar í útlendsk virðisbrøv. Vit hava avgjørt góðar vónir um, at keypið av Tórshavnar Sjómansheimi er ein góð íløga fyri felagið og viðskiftafólkini hjá okkum, sigur Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar – Vit fingu eitt skriv frá Eyðfinni Jacobsen, adv., sum vegna stýrið fyri Tórshavnar Sjómansheim boðaði frá, at ætlanin var at selja. Í skrivinum spurdi sakførarin, um tryggingarfelagið hevði áhuga fyri at keypa – og tað høvdu vit, sigur Gunnar í Liða, stjóri Mynd: Bárður – Tað er ikki tryggingarvirksemið, sum hevur ríkað felagið seinastu árini, men heldur íløgu- virksemið. Jú, størri avkast, tryggingar- felagið hevur – jú bíligari og betri tæn- astu kunnu vit veita okkara viðskiftafólk- um, sigur Gunnar í Liða, stjóri TRYGGINGAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hvussu ber tað til, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur orku til at seta so nógvar miljónir í føroysku ferðavinnuna, nú felagið bæði eigur partapening og ábyrgdarlán í Smyril Line, hevur keypt Hotel Føroyar, Vallaraheimið við Oyggjar- vegin og nú eisini Tórs- havnar Sjómansheim? Sosialurin spurdi Gunnar í Liða, stjóra í felagnum, um orsøkin er hon, at tryggingartakarar rinda ov høg gjøld fyri sínar trygg- ingar? – Ja, hatta er ein góður spurningur, sum nógv iva- leyst seta sær, og tað er gott, at tú setir hann. Men soleiðis hanga viðurskiftini ikki saman. Stjórin vísir á, at sjálv tryggingarsíðan ikki hevur verið nakað at reypa av seinastu árini. – Tryggingarinntøkurnar í fjør vóru út við 300 miljónir krónur – og avlop- ið av hesum virksemi var einar 7-8 miljónir krónur. So, tað er ikki hetta, sum hevur ríkað felagið, men tað íløguvirksemið, sum felagið hevur. Hinvegin, sigur stjórin, er tað týdningarmikið fyri fel- agið, at raksturin av trygg- ingarvirkseminum hongur saman. Í tveimum Gunnar í Liða vísir á, at virksemið hjá Tryggingar- felagnum Føroyar er í tveimum, tryggingarvirk- semið og íløgurnar. Í greinini omanfyri sigur hann, at felagið hevur 1,4 miljardir krónur, sum skulu »plaserast« onkustaðni, og tað er umráðandi, at egin- ognin gevur besta avkastið. – Tað er sjálvandi týdn- ingarmikið fyri okkum, at raksturin av sjálvum trygg- ingarvirkseminum eisini hongur saman. Stjórin sigur, at íløgurnar hjá felagnum skulu síggjast sum eitt supplement til tryggingargjøldini. – Jú, betri avkast felagið hevur, jú lægri tryggingar- gjøld og betri tænastu kunnu vit bjóða okkara við- skiftafólkum, sigur hann. Broytingar Stjórin í Tryggingarfelagn- um Føroyar sigur, at ymisk- ar broytingar verða framdar á Tórshavnar Sjómans- heimi, sum tíðin gongur, men ætlanin er at fremja hesar í smáum. Spurdur, væntar hann, at skeinkiloyvi verður útveg- að til virksemið. – Ætlanin er at reka virk- semið soleiðis, at vit varð- veita tey viðskiftafólk, sum Tórshavnar Sjómansheim hevur í dag. Vit fara at sýna teirri søgu, sum sjómans- heimið hevur, virðing – og broytingarnar fara at koma so við og við, sigur Gunnar í Liða. Tryggingargjøldini eru ikki ov høg Meira um Sjómansheimið Samrøða við Jóhannes Jensen, nýggja stjóran er á bls. 8.