Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 135 - 19. juli 2005 MARKNAÐARRÁK Í farnu viku sveiggjaði prísurin á brentolju rætti- liga nógv, millum 55,5 og 59 dollarar fyri tunnuna. Í løtuni eru tað fyrst og fremst ódnirnar í Meksiko- flógvanum, sum fáa olju- prísin at sveiggja. Orsøkin til tað er, at har er nógv oljuframleiðsla, og olju- keyparar bera ótta fyri, at framleiðslan verður tarnað. Á heimsmarknaðinum er sera lítið av eyka fram- leiðslukapasiteti, og tað ger, at oljukeyparar eru sera bangnir fyri ódn, verkfalli og øðrum, sum kann minka um framleiðsluna eina tíð. Hesin óttin er við til at trýsta prísin upp. Høgi olju- prísurin hevur ikki hækkað prísvøksturin munandi enn, hvørki í USA ella Evropa, men hann leggur trýst á ídnaðin. Lánsbrævarentur hækkaðar eitt sindur Lánsbrævarenturnar hækk- aðu eitt sindur í farnu viku. 10-ára danska rentan hækk- aði 0,11% til 3,26%. Síðan mai hevur 10-ára rentan sveiggjað millum 3,06% og 3,30%, tó uttan nakað greitt rák. Sama gongdin er vænt- andi hesa vikuna, meðan nógvir íleggjarar eru í summarfrí. Partabrøv merkt av roknskapartíðindum Norðurlendsku marknaðir- nir standa seg framhaldandi væl og eru seinastu 11 vikurnar hækkaður út í eitt. Fyrstu týðandi roknskapir- nir frá heimsleiðandi virkj- um eru nú kunngjørdir. Higartil hava m.a. Apple Computer og AMD, ið er kappingarneyti hjá Intel, kunngjørt góðar rokn- skapir. Millum annað av tí at lánsbrævarenturnar eru á so lágum stigi, er møgu- leiki fyri, at partabrøvini áhaldandi fara at standa seg væl. Hesa vikuna Næstu vikurnar verða spennandi í partabræva- høpi, nú heimsins leiðandi virki fara at kunngera rokn- skapirnar fyri hálvárið. Hesa vikuna kunngera m.a. IBM, Intel, Motorola og Yahoo!. Hetta eru øll virkir, sum kunnu flyta parta- brævamarknaðirnar um okkara leiðir og m.a. tíðindi frá hesum virkjum fara at avgera hvussu vikan fer at hátta sær. Hesa vikuna heldur eisini Greenspan røðu og orð hansara kunnu ávirka, tó serliga láns- brævamarknaðirnar, ið hyggja nógv eftir peninga- politikkinum í USA. Oljuprísurin enn høgur Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 619,25 -0,6% Lánsbrøv í DKK 103,90 -0,4% JPY 5,52 -0,6% Evru Lánsbrøv 175,21 -0,6% GBP 1.086,32 0,3% Norrøn Partabrøv 97,45 1,3% NOK 93,85 -0,8% Altjóða Vøkstur 66,84 2,2% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,0% 3,2% 3,4% 3,6% 3,8% 29/03 29/04 30/05 30/06 31/07 840 880 920 960 29/03 29/04 30/05 30/06 31/07 Vika 29, 2005 www.kaupthing.fo Hotel Tórshavn og Hotel Føroyar hava nú sama stjóra. Kortini er ætlanin at hotellini bæði skulu rekast eftir ymiskum leisti. Sósir- nar skulu ikki verða eins, men kortini verður møguleika at skeinkja sterkt í báðum støðum SJÓMANSHEIM Snorri Brend Havn: Hóast Sjómans- heimið nú fær nýggjar eig- arar, so fáa øll starvsfólkini møguleika at halda fram í sínum størvum á arbeiðs- plássinum, sum nú fær heitið "Hotel Tórshavn". - Tey hava verið við til at byggja hetta hotellið upp, og tey kenna hetta arbeiðs- plássið. Og tað ætla vit so ikki á nakran hátt at bróta niður, sigur nýggi stjórin á Hotel Tórshavn, Johannes Jensen við Sosialin. Hinvegin er møguleiki fyri at okkurt av starvsfólk- unum kann verða flutt í annað starv á hotellinum, orsakað av skeinki- loyvinum. Tað kemur kanska óvart á onkran, men ætlanin er at Hotel Tórshavn skal søkja um skeinkiloyvi. Hetta vórðu starvsfólkini eisini kunnað um á fundi gjára- morgunin. - Men eg legði so eisini dent á, at vit taka menniskj- anslig atlit: Tey sum ikki ynskja at arbeiða við hes- um, kunnu verða flutt í annað starv, sigur Johannes Jensen. Hann metir Hotel Tórs- havn hava góðar møgu- leikar í framtíðini. Hetta er eitt hotel, sum bæði føroy- ingar og útlendingar gera nógv brúk av, meðan Hotel Føroyar meiri er at líkna við eitt konferansuhotell, har ikki so nógvir føroy- ingar gista. - Vit ætla at halda fram á ymiskan hátt og á ymiskum støðum. Og vit ætla kanska nettupp at draga fram og vísa á, at talan er um tvey ymisk sløg av hotellum, sigur Johannes Jensen. Gott grundarlag Johannes Jensen sigur, at eftir hansara meting er stór- ur tørvur á altjóða hotellum í Føroyum. Tann stóri spurningurin í hesum sambandi er kortini, hvussu støðan er við tí konsepti og tí endamáli og kristiliga grundarlagi, sum tey trý sjómansheimini her á landi – í Havn, Runavík og í Klaksvík - eru bygd á, og sum tey hava verið rikin eftir í mong ár. Johannes sigur, at tað er púra greitt, at tað sum er bygt upp á sjómansheim- inum hesi seinastu árini, skal ikki verða brotið niður orsakað av at TF Ognir nú hava keypt bygningin. - Her er eitt gott grundar- lag, sum vit kunnu byggja víðari uppá, sigur nýggi stjórin. Ætlanin er ikki – sum hann tekur til – at bresta við hurðunum og fremja tær stóru broytingarnar á hot- ellinum: Tað skal framvegis rekast sum eitt trístjørnað hotel, eftir egnum konsepti, við egnum prísum, úrvali og starvsfólki. - Tað er ikki ætlanin, at hotellini bæði skulu rekast eins. Tað skal verða soleiðis, at sósirnar á báðum støð- unum ikki smakka eins, sum Johannes málber seg. Ymisk atmosfera Fyri Johannes Jensen er støðan púra greið, at tað eru nógvir fyrimunir við tí eigaraskiftinum, sum nú er fingið í lag. Í løtuni eru so tríggir bygningar við í hesum sam- starvinum – Hotel Tórs- havn, Hotel Føroyar og vallaraheimið Kerjalon við Oyggjarvegin. Við hesum verða aftur møguleikar skaptir fyri tí, sum Johannes nevnir stór- driftsfyrimunir. Her verður talan um eina felags leiðslu, eina fyri- siting og eina EDV-skipan. Hetta fer so aftur at skapa fyrimunir í marknaðarfør- ingini, søluni, innkeypinum og við lønunum. - Kortini verður talan um tvey hotel við ymiskum stíli, ymiskum designi, ymiskum uppskriftum og ikki minst við ymiskari atmosferu. - Jú, hetta fer at ganga, sigur Johannes Jensen, sum hevur verið stjóri á Hotel Føroyum seinastu trý árini. - Sósirnar skulu smakka ymiskt - Hóast vit fara at hava eina felags leiðslu, so verður kort- ini talan um tvey hotell við ymiskum stíli og við ymiskari atmosferu, sigur nýggi stjórin á Hotel Tórshavn, Johannes Jensen, sum kennir nógv til hotelrakstur frá barnsbeini av og ikki minst frá tíðini, hann hevur verið stóri á Hotel Føroyum Mynd: Bárður