Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 19. juli 2005 9 Tað tykist vera eitt heilt serligt samband millum siglandi føroy- ingar og íbúgvarnar í Aith í Hetlandi. - Hvør maður í bygdini var farin av húsi at taka ímóti okkum. Tað var sum at hitta góðar gamlar vinir aftur, sigur Dánjal Jákup Hansen, sum var við Draganum í Hetlandi í farnu viku HETLANDSTÚRUR Anna V Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jan Müller Næstseinasta hósmorgun løgdu tíggju mans leiðina til Hetlands við skúlaskip- inum Draganum. Hetta var triðju ferð, Dragin gjørdi hendan túrin, og hesuferð vóru tað sum vera man eisini Oyggjaleikirnir, sum lokkaðu. Dánjal Jákup Hansen, var einasti av manningin, sum ikki hevði roynt túrin fyrr. - Einaferð í vár bað eg skiparin á Draganum, Hans Eli Hansen, hava meg í huga næstu ferð, teir gjørdu ein slíkan túr. Tíbetur hevði hann ikki gloymt meg, tí túrurin gjørdit eitt tað størsta upplivilsi, eg havi havt, sigur Dánjal Jákup. Serligur bátastemningur Veðrið var framúr gott allan vegin, so Dragin silgdi við fullum seglum heilt inn í Yellssundið í Hetlandi. Teir løgdu fyrst at í Lerwick, har setanin av Oyggjaleik- inum varð hildin. Í Lerwick legðist Dragin eisini afturat einum sera stórum báta- fylgi, sum taldi ikki færri enn 44 bátar. Stemningurin var avbera hugnaligur, og skjótt var nógv gongd millum bátarnir, har fólk vitjaðu umborð hjá hvørju- møðrum. Onkur av bátun- um fekk skjótt skipað fyri felags busstúrum til ymsu ítróttarkappingarnar. Seinni fingu bátarnir eisini vitjan av nógvum ítróttarfólkum, sum luttóku á leikunum. Umborð á Draganum høvdu teir eisini sett sær fyri at vitja lítlu bygdina Aith. Rættiliga nógv samband hevur verið millum róðra- feløgini í Aith og Klaksvík seinnu árini, at tað fekk manningin umborð á Draganum eisini at merkja. - Tað tóktist, sum at hvør maður var farin frá húsum at taka ímóti okkum, tá vit løgdu at. Tað var heilt ótrúligt, so fús tey vóru at hjálpa til við øllum møgu- ligum. Tað var líka við, at vit kendu okkum, sum burturvilsti sonurin, sum var komin afturíaftur, sigur Dánjal Jákup. Havrenningur tók ímóti Á veg til Aith, frættist, at áttamannafarið Havrenn- ingur hevði biðið um hjálp. Fýra mans høvdu sum kunnugt sett sær fyri at rógva úr Føroyum til Het- land við Havrenningi, men 18 fjórðingar úr landi í Hetlandi valdu teir at gevast, orsakað av vánalig- um veðri. Dragin hevði havt samband við Havrenn- ing á veg til Hetlands og høvdu millum annað bjóð- að teimum fýra monnunum feska súpan. - Avtalan var, at vit skuldu sigla ímóti Hav- renningi, tá teir nærkaðust Hetland. Men tá avtornaði, var tað manningin á Hav- renningin, sum tók ímóti okkum í Aith. Gamaní, teir manglaðu nakrar fjórðing- ar, men í mínum eygum kláraðu teir túrin, sigur Dánjal Jákup avgjørdur. Sum skilst, gjørdi mann- ingin á Havrenningi av at geva róðrarfelagnum í Aith áttamannfarið eftir túrin, sum enn eitt tekin um serliga vinarlagi millum bygdafólkið í Aith og Klaksvík. Dragin fór úr aftur Hetlandi leygarmorgunin. Veðrið var aftur uppá allar mátar til vildar, so aftur hesuferð silgdu teir við fullum seglum og vóru á Klaksvík sunnumorgunim. Tað er nakað heilt serligt at sigla við seglum, tí bat- urin liggur so róligur í s j ó g v i n u m . Nakað annað, sum er serliga hugtakandi við einum slíkum túri, er, tað nyttar onkin at blíva stress- aður, tí umborð á einum segl- skipi taka ting- ini ta tíð, tey nú einaferð taka. Ein sovorðin túrir er veruliga balsam fyri sinn og sál, sigur ein væl nøgdur Dánjal Jákup. Fríggjakvøldið var tónleikur og upplest- ur í Miðlahúsinum í Vágsbotni.Góður tónleikur og yrkjarar í ymsum aldri og stíli førdu fram YRKINGAR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Kvøldið byrjaði við við einum bólki av ungum het- lendskum og føroyskum tónleikarum, sum í veru- leikanum eru ein verkætlan hjá Sharon Weis, nevnd Tónaband yvir hav. Hesi ungu spæla saman og eru dugnaligir fólkatónleikarar og í hesum døgum hava føroysku fólkatónleikararnir so vitjan áv tónleikarunum handan hav. Og sigast skal, at hesi, hóast sín unga aldur, og hóast tey enn ikki høvdu vant so nógv saman, veru- liga eru før fyri at fáa fólka- tónleik at svinga. Tey verða eisini at hoyra á G! Festival- inum komandi vikuskiftið. At eiga Tað vóru Bárður Persson, Heðin M. Klein og Odd- fríður M. Rasmussen, ið lósu yrkingar og tekstir upp. Bárður legði fyri og hugleiddi yvir hetta "at eiga". At eiga ein tekopp, eina konu ella mann og so børn. Men jørð? Kann nak- ar eiga eitt fjallog hvat er tað fyri eitt fyribrygdi? Bárður las eisini "Maður- in og flugan". Um mannin sum sat við vindeygað á eini café og hvakk við hvørjaferð onkur kom framvið. Hann var tokførari og hevði koyrt á eina unga gentu, vísti tað seg. Og á caféini var eisni ein fluga, sum var nakað serligt. Talan var hjá Bárði um filosofiskar tekstir, grund- andi og kanska eksistensi- ellir í støðum. Alheims og gerandis Heðin M. Klein legði fyri við at siga, at hann nokk var aldursforseti, tí hansara fyrsta yrkingasavn kom út um tað mundi, tá hinir báð- ir vóru føddir, síðst í seksti- árunum. Hann las upp úr yrkinga- savninum Móti Tøgnini og okkurt sum enn ikki er komið í bók. Hann las egn- ar yrkingar og týðingar eftir Olav H. Hauge. Sum heild var talan um tekstir um tilverur, verur, lagnur og hendingar og fyribrygdi - alheims og gerandis. Orð-roð Oddfríður M. Rasmussen las okkurt nýtt og okkurt eldri, t.d. yrking, ið er ein fuga, eins og innan tón- leikin. Her vóru tekstir, yrking- ar, um ymiskt; leitan aftur í barndómin og fram í deyðan. Og ymiskt orð- snildi, so sum orð-roð. Oddfríður legði fram ymsan gerandiskost. "Tøgnin hevur eisini oyru" og "lógvabrestir hoyr- ast ikki, sjálvt um oyruni leita", hugleiddi Oddfríður, men tá hann sum tann seinasti legði bók og pappír frá sær, ljóðaðu lógvabrestir og teir hoyrdust, hóast tað ikki var trongligt í Miðla- húsinum fríggjakvøldið. Orðameldur í Miðlahúsinum Dragin í Hetlandi: Sum at hitta gamlar vinir Ein sovorðin túrur er balsam fyri sál og sinn, helt Dánjal Jákup Hansen eftir sín fyrsta túr í Hetlandi við Draganum Sunnumorgunin kom Dragin aftur á Klaksvík av sínum triðja túri í Hetlandi