Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 135 - 19. juli 2005 Toppfundurin hjá G8 londunum so at siga druknaði í yvirgangsatsóknunum í London. Hetta var nú mikið spell, tí harvið so vunnu yvirgangskropparnir nakað av tí, sum var teirra mál, nevniliga at taka vindin úr seglunum á toppfundinum. Hetta var sum sagt spell, tí fyri einaferð skuld hevði toppfundurin eina týðandi skrá. Bretland hevði sett Afrika á dagsskránna. Afrika er seinastu mongu árini dragnað longur og longur aftur úr tí búskaparligu menning, sum annars hevur eyðkent triðja heimin. Meðan Asia og lutvíst Latínamerika støðugt eru gingin framá í mongum lutum, so er í Afrika gingið aftur um brekkur. Afrikanski heimsparturin er tann partur av heiminum, sum var meinast rakt- ur av koloniseringini. Afrika gjørdist veruliga eitt offur fyri imperialismuna. Øll londini, sum vóru fyri imperialistiskum atgerðum, vórðu sett aftur í menning. Men tað, sum í Afrika gjørdi munin skeiva vegin, var trælahandilin, sum í øldir drenaði Afrika fyri blóman av ungdómi heimspartsins. Av hesi og mongum øðrum orsøkum m.a. herviligum sjúkum og borgarakríggjum er Afrika dragnað. Livistøðið er lækkandi og fá- tækdømið ræðuligt. Í mong ár hava stórveldini vent Afrika bakið. Tey hava verið at kalla blind og deyv mótvegis neyðini í hesum heimsparti. Men nú var Bretland so raknað við og Blair forsætisráðharri hevði sett sær fyri at fáa tey ríku londini í heiminum at taka lógvatak við Afrika. Hóast nógv í framkomna heiminum siga seg vera vónbrotin av úrslitinum, eru tær afrikansku stjórnirnar sum heild nøgdar við úrslitið av toppfundinum hjá G 8 londunum. Afrika fekk lyfti um skuldasanering. Hetta er eitt sera týðandi stig móti betri búskapi. Hartil fekk Afrika lyfti um beinleiðis búskaparligan stuðul og lættari atgeingi fyri tær landbúnaðar- vørur, ið eru mest týðandi partur av útflutning- inum hjá flestum afrikanskum londum. Eisini bundu stórveldini seg til at hjálpa við at basa teimum sjúkum, sum plága henda annars hart plágða heimspart. So er bara at vóna, at stórveldini standa við síni lyfti og at vóna tað besta fyri Afrika. DAGSINS MEINING Sosialurin Lógvatak við Afrika VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Stuðulsstovnurin ger mun á kvinnum og monnum Ert tú lesandi uttan- lands og býrt saman við barninum hjá tær, fært tú almennan stuðul, so barnið kann ferðast til Før- oya einaferð um árið. Ert tú hinvegin ikki so heppin at búgva saman við tínum barni, fært tú onki Theodor E. D. Olsen Á hvørjum ári ber til hjá føroyskum lesandi uttan- lands at søkja um ferða- stuðul frá Stuðulsstovnin- um. Endamálið við hesum stuðli er sambært hjá Stuð- ulsstovninum, "at stuðla føroyingum, ið leita sær í onnur lond at útbúgva seg við tí fyri eyga at koma heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, soleiðis at tey lesandi og børn teirra kunnu koma heim til Før- oya eina ferð um árið". Men her verður tó munur gjørdur á børnum og for- eldrum. Sambært stk. 3 í kapitli 2 í Kunngerð nr. 4 frá 22. januar 2003 um ferðastuðul til lesandi uttanlands stend- ur, at "búgva uppihaldarar ikki saman, kann bert tann, ið barnið býr hjá, søkja um ferðastuðul til barnið". Hetta merkir, at um tú sum foreldur ikki býr á somu adressu sum barnið hjá tær, men kortini hevur regluliga samveru við barn- inum ella enntá felags for- eldramyndugleika saman við hinum foreldrinum yvir barninum, so fært tú ongan stuðul til at taka tað við tær til Føroya. Býrt tú hinvegin saman við barninum, sær roknistykkið soleiðis út: Menn fyri vanbýti Sjálvandi skal bara annað av foreldrunum fáa ferða- stuðul til eitt og sama barnið, um bæði foreldrini søkja. Men sum kunngerðin um ferðastuðul er orðað í dag, kann tað av foreldrunum - sum oftast pápin - ið hevur rætt til ferðastuðul, kortini ikki fáa stuðul til ferðaseðil til barnið hjá sær, um tey ikki búgva á sama matrik- ulnummari. Og hetta er eisini galdandi, hóast tað av foreldrunum - sum oftast mamman - ið barnið hevur adressu hjá, ikki hevur rætt til ferðastuðul. Tað stendur jú í kunngerðini um ferða- stuðul, sum Annlis Bjark- hamar, kvinnuligur menta- málaráðharri, skrivaði und- ir í sínari tíð, og Stuðuls- stovnurin ger tí ikki nakað ólógligt. Hann heldur seg jú bara til kunngerðina. Hvussu víkir og vendir, so býr barnið næstan altíð hjá mammuni, um foreldrini eru farin frá hvørjum øðr- um. Hóast ein pápi setur fram ynski um, at barnið skal búgva hjá honum, er okkara rættarsamfelag so- leiðis skipað, at um ikki okkurt heilt galið er áfatt við mammuni, so sleppur hon at fáa barnið búgvandi hjá sær. Her hevur pápin lítið og einki at siga. Tað sama er galdandi, um mamman ynskir, at felags foreldramyndugleikin (sum til ber at avtala í Danmark) skal strikast, og fella til hennara at umsita einsa- møll. Um mamman ikki er rúsevnismisnýtari, sinnis- veik ella okkurt, sum er verri, vinnur hon so at siga altíð í rættinum, hóast bæði foreldrini verða mett sum góð og egnað foreldur. Fátt er sum faðir, einki er sum móðir. Tað sigur løgfrøðin í hvussu er! Av tí sama kann hugsast, at føroyskir pápar, sum eru lesandi og eiga børn saman við eitt nú donskum kvinn- um, ikki fáa ferðastuðul til síni børn, so tey kunnu sleppa til Føroya í summar- frí. Hinvegin fær ein før- oysk mamma, sum er les- andi og eigur børn saman við eitt nú einum donskum manni, fullan ferðastuðul til síni børn. Føroyski pápin skal altso sjálvur rinda ferðaseðilin til síni børn, meðan tær almennu Føroy- ar rinda ferðaseðilin til børnini hjá føroysku mammuni. Framman undan er tað longu soleiðis, at pápin, ið sum nevnt oftast ikki hevur barnið búgvandi hjá sær, einsamallur skal gjalda fyri allan flutning aftur og fram, um hann ynskir at vera saman við barninum hjá sær í t.d. vikuskiftum. Tvs. um barnið býr hjá mamm- uni í einum øðrum býi, oyggj ella landi, skal pápin sjálvur rinda fyri ferðing við antin Bygdaleiðum, Strandferðsluni, Atlantic Airways ella Smyril Line. Hann fær tó ikki stuðul til hendan flutning, men mamman, ið er lesandi, fær stuðul frá Stuðulsstovnin- um at fara heim til Føroya at ferðast fyri eina ferð um árið saman við børnunum. Sjálvur eigi eg eitt barn her í Danmark, sum er undir tvey ár, og næsta ár eri eg vónandi liðugur at lesa. Sostatt er talan bert um 305 kr., sum eg annars kundi fingið frá Stuðuls- stovninum, eins tilskilað er í talvuni omanfyri, og tað klári eg at liva við. Tað er altso ikki tí, eg skrivi hesar reglur. Men sum kunngerðin er orðað í dag, kunnu føroysk- ir lesandi pápar, sum eitt nú eiga tannáringar uttan fyri Evropa og ikki sleppa at búgva saman við teimum, fáa noktað heilt upp til 7000 kr., sum mammur harafturímóti kunnu fáa játtaðar, av tí at tær búgva saman við børnunum. Her verður gjørdur munur á kynunum. Manna- munur. Munur er sostatt á ein- ligum mammum og einlig- um pápum. Einligu pápar- nir eru nevniliga ofta ein- Upphæddir galdandi fyri stuðulsárið 2004/2005: Danmark Europa Aðrastaðni (Danmark og Grønland undantikin) Lesandi: 3.715 kr. 5.000 kr. 7.000 kr. Børn: 0-1 ár 305 kr. 500 kr. 700 kr. Børn: 2-15 ár 2.490 kr. 3.350 kr. 4.700 kr. Børn: 16 ár 3.715 kr. 5.000 kr. 7.000 kr. (kelda: www.studulsstovnurin.fo) Framhald á síðu 11