Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 19. juli 2005 11 VIÐMERKINGAR Fíggjarlóg og fíggjarpolitikkur Reidar Nónfjall Inngangur Umrøðan av fíggjarlógini hevur í nógv ár mest handla um at veita almennar sosi- alar tænastur og vinnuligan studning. Fíggjarlógin verður í lítlan mun brúkt til at ávirka og skapa vinnu- politiskar karmar og annars stabilisera samfelagsbú- skapin. Í føroyska búskap- inum er fíggjar-lógin ein- asta veruliga búskaparpol- itiska amboðið, sum kann brúkast til at ávirka búskap- arligu gongdina í samfel- agnum á fleiri týðandi økj- um - hetta samskipað við orðing av vinnupolitikki, útbúgvingarpolitikki o.a. Tað verður í hesari grein- ini lýst, hvussu ein fíggjar- lóg er sett saman og hvat fíggjarpolitikkur veruliga handlar um. Harafturat verður lýst, hvat fíggjarpol- itikkur er í Føroyum. Fíggjarlógin og játtanarskipanin Í 1996 innførdi landsstýrið og løgtingið eina nýggja játtanarskipan hjá landinum og formaliserði landsins roknskaparverk við rammu- lóg og kunngerð. - eitt koll- veltandi framstig innan fíggjarstýringina hjá land- inum. Harafturat varð innkeypt ein umfatandi administrativ búskaparskipan at skráseta og rapportera roknskapar- upplýsingar um landsbú- skapin. Tað virkar sum um, at hetta stýringaramboð ella búskapar-skipan ikki verður brúkt til at taka politiskar avgerðir, sum gera mun og skapa fram-burð. Heldur verða landsroknskapir brúk- tir til søguligar uppgerðir og konfrontatiónir um meir- nýtslu - ístaðin fyri at fyri- byrgja búskaparliga vanda- kós. Framleiðslan av bú- skaparligum informatiónum minnir um eitt informati- óns-kaos, sum fá eru før fyri at gjøgnumskoða og brúka í politiska arbeiðinum. Vert er at leggja til merkis, at tað al- menna hevur fokus uppá eftirlit og frávik og ikki mál og úrslit. Hetta fokus hevur ma.a. við sær, at øll fíggjar- stýring hjá landinum handl- ar um regulstýring og alt ov lítið uppá rationellar handl- ingar, tiltøk og støðutakanir. Endamálið við fíggjar- lógini sum fíggjarætlan er m.a. at seta sær politisk mál, motivera tað almenna til menning, útdelegerað ábyrgd o.a. Bólking av almennum útreiðslum, td.: Almennar veitingar - ALS-dagpengar - Fólkapensión - Eftirløn - Útbúgvingarstuðul. Tænastuveitingar - Heilsurøkt - Eldrarrøkt - Útbúgving - Dagstovnar Aðrar útreiðslur - Almen umsiting - Samferðsla - (Politi, rættarskipan o.a.: er ikki á fíggjarlógini). - Vinnuligur studningur/stuðul - Vinnuframskipanir og grunnar - Almennar vinnufyritøkur (nakrar umlagdar til almen partafeløg og fáa ikki longur almenna játtan). Útreiðslurnar kunnu aftur býtast í hesi sløg av útreiðslum, ma.a.: - Rakstrarútreiðslur - Løguútreiðslur - Lógarbundnar útreiðslur (serlóggáva). Bólking av almennum inntøkum, td.: Beinleiðis skattir - Persónskattir - Partafelagsskattir - Fíggjarognaravgjald (ongin ognarskattur). Óbeinleiðis skattir - Meirvirðisgjald - Punktgjøld - Orkugjøld - Skrásetingargjøld Aðrar inntøkur - Brúkaragjøld - Bøtir. Viðmerkjast kann, at ávirk- anin frá fíggjarpolitiskum tiltøkum, td. lægri skatta- prosentum, er óbein-leiðis og tekur longri tíð enn td. ávirkanin frá pengapol-it- iskum tiltøkum, td. ein rentulækking og ávirkanin á lántøku og pengaflytingar. Vísandi til omanfyri standandi útreiðslubólkar og útreiðslusløg er tað ógvuliga umráðandi, hvussu raðfest verður og hvørjar útreiðslur, eitt nú kunnu verða við til at framtíðartryggja eksistens- grundarlagi hjá samfelagum og livi-standardin. Fleiri stór málsøkir verða fíggjað umvegis donsku heildar- veitingina og hvussu megna vit møguligar yvirtøkur. Tað sum m.a. er relevant er at arbeiða við einum út- reiðslu- og inntøkubygnaði, sum best undir-byggir tey mál, sum sett verða. Landsstýrið eigur í hes- um sambandi at seta meira orku av til stabila fram- leiðslu og leveransu av hag- talsupplýsingum um før- oyska samfelagið (tað, sum ikki verður skrásett kann ikki stýrast). Fíggjarpolitikkur Uppgávurnar hjá tí al- menna - land og kommunur - Veita borgarunum al- mennar tænastur - Regulera og stýra sam- felagsbúskapinum (kon- junkturjavnan, vinnuskap- andi íløgur, selek-tiv vinnu- tiltøk, stuðul til innovativar vinnuverkætlanir o.a.) - Útlíkna sosialar ójavnar í samfelagnum. Fíggjarpolitikkur verður framdur við at ávirka eftir- spurningin við at broyta inntøkur og útreiðslur hjá landinum, umvegis fíggjar- lógina. Á henda hátt ávirkast td. gjaldsjavnin, framleiðsla, arbeiðs- marknaður og inflatión. Tað hava gjøgnum tíðir- nar, millum búskaparfrøð- ingar, verið nógvar ymsar fatanir av, hvussu fíggar- politikkurin eigur at brúk- ast í politisku stýringini av samfealgsbúskapinum. Skilt verður í millum aktiv- an og passivan fíggjarpol- itikk og stabiliserandi fíggj- arpolitikk. Skilt verður eisini millum stutttíðar og langtíðar árin. Harafturat verður skilt millum ekspan- sivan fíggjarpolitikk (td, hægri almennar útreiðslur og lægri skattir) ella kontrativan fíggjarpolitikk (lægri almennar út-reiðslur og hægri skattir). Fíggjarpolitikkurin fevnir í øllum framkomnum lond- um eisini um at samskipa kommunala búskapin við landsbúskapin - tað er næst- an bara í Føroyum, at vit kunnu finna uppá at kjakast um hetta skal verða soleiðis. Eitt úrslit av vantandi samskipan er, at føroysku kommunurnar liva sítt egna búskaparliga lív. Fyri bara umleið 12 árum síðani varð avleiðingin av vantandi bú- skapar-ligari samskipan, at allar tær føroysku kommun- urnar vóru settar undir um- siting av landsstýrinum - vegna lutfalsliga stórar og skilaleysar lántøkur. So tá Karsten Hansen, fyrrv, lands-stýrismaður og Bárður Nielsen, fíggjar- málaráðharri vilja samskipa kommunala búskapin við landsbúskapin er hetta rætt og neyðugt, og eigur at styrkjast munandi - serliga tá hugsað verður um, at flestu føroysku kommunurnar hava sera avmarkaðan før- leika og orku til umsiting. Til samanberingar kann upplýsast, at í Norra, Svøríki og Danmark er ógvuliga neyvt og greitt eftirlit við kommunum og amtum. Fíggjarpolitikkur í Føroyum Meginreglur um markan- aðar- ella planbúskap Í føroyskum fíggjarpolit- ikki er ikki tikin politisk støða til meginreglurnar, um fíggjar-politikkurin skal grundast á marknaðarbú- skap ("statsmaktin" stýrir minst møguligt) ella plan- búskap ("statsmaktin" stýr- ir mest møguligt) ella ein blandingsbúskap og hví? Ein politisk støðutakan til hesar meginreglur merkir m.a., at støða má takast til, um landið skal eiga og reka almennar vinnuligar fyri- tøkur. Støða má eisini tak- ast til um studningur og stuðul skal veitast til vinn- una og í hvønn mun og til hvørji endamál. Viðmerkjast kann, at ein stórur almennur leiklutur (planbúskapur) hevur við sær eitt stórt skatta- og avgjaldstrýst og er m.a. við til at taka initiativi frá íverksetarum, meðan ein marknaðar-búskapur hevur tað øvugtu ávirkanina. Ein støðutakan til markn- aðar- ella planbúskap merkir, at greiður skilnaður kann gerast millum tað, sum er privat og tað, sum er alment - í løtuni flýtur hetta mark. Uttan mun til marknaðar- búskap, planbúskap ella blandingsbúskap kunnu vit avgerða, at heilsu-røkt, al- mannahjálp, útbúgving og aðrar sosialar veitingar eru á einum nøktandi og trygg- um støði. Útreiðslu- og inntøku- bygnaður á fíggjarlógini Landið hevur nógvar upp- lýsingar um útreiðslur og inntøkur hjá landinum. Hó- ast hetta er ongin umrøða ella avgerð tikin um hósk- andi býtið av útreiðslum til rakstur, íløgur, lønir, lógar- bundar útreiðslur o.a. Tað er heldur ongin umrøða av, hvussu stórt fíggjarlógar- hall landsstýrið kann loyva sær í mun til BTÚ og ongar ásetingar um, hvussu fíggjarlógarhall eftir ætlan og tiltøkum eiga at rætta seg upp aftur. Ongin almenn tilgongilig langtiðarætlan er fyri rakst- ur og íløgur, har boð kann gevast uppá, hvussu gongd- in verður í útreiðslunum til pensiónir, útreiðslur til studning og stuðl, útreiðsl- ur til infraútbyggingar og hvørjar, um parta--felags- skatturin kann lækkast o.a. Ongar útreiðslukrevjandi lóggávur verða endurskoð- aðar - hetta er kortini polit- iskt fráboðað fleiri ferðir. Slag av fíggjarpolitikki Tað er enn ikki tikin støða til hvørt føroyskur fíggjar- politikkur skal verða aktiv- ur, passivur, stabili-serandi ella brúkast á annan hátt enn seinastu 30 árini. Samskipan av al- mennum málsøkjum Fíggjarlógin er sett saman av nógvum ymiskum máls- økjum. Tað kann ikki vera rætt, at einasta týdningar- mikla øki at samskipa og rationalisera er ein veksl- araskipan hjá aðalastðrun- um - tvs. hava felags vekslara fyri øll aðalstýrini. Fíggjarpolitikkur og inni- haldið í fíggjarlógini eigur tí neyvt, at samskipast við fiskivinnu-, útbúgv-ingar-, vinnu-, skatta-, sosialpolit- ik og annan politik. Føroyar eru eitt land (mikroland) við av-mark-aðari mongd av førleika og tilfeingi og tí er neyðugt við innanhýsis samstarvi í politisku og fyri-sitingarligu skipanini. Tað er ov lítil og til- vildarlig samskipan av landsbúskapinum og kommunala búskapinum og er hetta ein vandi fyri rætt- artrygdina hjá borgarunum. Hvat er føroyskur fíggjarpolitikkur Tað kann sigast við fáum orðum, hvat føroyskur fígg- arpolitikkur er. Føroyskur fígggjarpolitikkur verður viðgjørdur alment einaferð um árið í tíðarskeiðnum okt.-nov. í sambandi við árligu fíggjarlógina. Har- afturat er føroyskur fíggjar- politikkur ein viðgerð av einstøkum sakum og mál- um - eykajáttan til musikk- skúlan, nýtsla av innistand- andi í landsbankanum, fak- felagskonfrontatiónir, studningur til rækjuflotan, liðugtgerð av landssjúkra- húsinum, show-eyðkend viðgerð av eyka-játtanum. Tað verður so at siga ong- antíð nomið við meginregl- ur, heildina og fíggjar-polit- iskar málsetningar. Tað verður heldur ikki arbeitt uppá forkant við teimum møguleikum, sum eru og sum Føroyar kundu fingi stóra nyttu og framgongd av. Signalini hetta sendir til vinnuna og borgaran er, at politiska skipanin er óstøðug og arbeiðir uttan mið og mál. Samanumtikið Samanumtikið kann sigast, at landið ikki hevur ein greiðan fíggjarpolitikk. Hinvegin hevur landið for- treytir, við innan- og uttan- hýsis upplýsingum og royndum, at áseta ein fíggjarpolitik. Føroyska politiska skipanin kann fáa sær vitan og kunnleika um fíggjarpolitikk í teimum londum, har tað gongs væl búskaparliga og lond, sum eru ein fyrimynd fyri onnur lond - danskur fíggjarpolit- ikkur verður td. brúktur, sum fyrimynd í fleiri av EU-londunum. Tað verður neyðugt í sam- bandi við framtíðar fíggjar- politik at arbeiða heilt øðr- vísi enn gjørt verður í løtuni. Ein treyt fyri at verkseta og náa størri fíggjarpolitiskum málum, er at finna breiðar politiskar semjur, hava mentalt dirvi at taka strateg- iskar politiskar avgerðir og taka øll lokalmál, smámál og persónsmál av landspol- itisku høvuðsskránni. Ein ógreiður fíggjarpolit- ikkur og tilvildarlig stýring av samfelagsbúskapinum og teimum umleið 4 milliard- unum, sum fíggjarlógin javnvigar við og vantandi politiskar støðutakanir, fáa avleiðingar. Antin verða fíggjarpolitisku uppgáv- urnar loystir leypandi ella bíða vit og trupulleikarnir gerast ov stórir og óloysilig- ir, av tí, at uppgávurnar seta krøv, sum vit ikki megna at lúka komandi árini. ligari, tí umframt at teir sum oftast ikki sleppa at búgva saman við sínum egnu børnum, eru tær almennu skipanirnar ofta vendar ímóti teimum. Og tað er m.a. ferðastuðulin hjá Stuðulsstovninum eitt dømi um. Eg fari tí at heita á landstýrismannin í mentamálum um at bera so í bandi, at ferðastuðulin til børn eisini skal galda fyri fólk - mannfólk og konu- fólk - sum ikki búgva sam- an við sínum børnum. Á hesum økinum er nevniliga ikki javnstøða. Framhald av síðu 10