Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 135 - 19. juli 2005 – Tað er ikki tað, ein landsstýrismaður hevur lært bókliga, sum ger av, um hann er ein góður politikari. Eitt nú hava vit fleiri dømi um, at nakrir av okkara bestu lands- stýrismonnum gjøgnum tíðina ikki vóru serliga kunnugir vit tað økið, teir vórðu settir at um- sita, heldur fyrrver- andi fiskivinnustjór- in, Kjartan Hoydal ÚTBÚGVINGAR- STØÐIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eitt landsstýrisfólk skal eftir mínum tykki ikki vera fakmaður innan sítt máls- øki. Lat okkum siga, at ein reiðari ella skipari hevur fiskivinnumál ella ein lær- ari umsitir skúlamál, so kunnu tey skjótt fáa trupul- leikar við at fría seg frá bindingunum til tað um- hvørvið, tey koma frá. Hin- vegin um ein byggiharri fær ábyrgdina av fiski- vinnumálum, so er hann kanska til reiðar at hugsa meira ótraditionelt og finna nýggjar loysnir. Orðini eigur fyrrverandi fiskivinnustjórin, Kjartan Hoydal. Frá 1986 til 1996 sat hann sum fiskivinnu- stjóri í føroysku miðfyrisit- ingini, og hann hevur tískil roynt at arbeitt undir fleiri ymiskum landsstýrismonn- um. – Tað er ikki tað, ein landsstýrismaður hevur lært bókliga, sum ger av, um hann er ein góður politikari. Tað eru so nógv- ar aðrar royndir, ein lands- stýrismaður kann draga upp á, enn tað bókliga. Krevst ein faklig vitan til eitt ávíst landsstýrismannaøkið, so skal landsstýrismaðurin hava eina umsiting, sum skal veita honum fakligu vitanina. Eitt nú hava vit fleiri dømi um, at nakrir av okkara bestu landsstýris- monnum gjøgnum tíðina ikki vóru serliga kunnugir vit tað økið, teir vórðu sett- ir at umsita, heldur fyrrver- andi fiskivinnustjórin. Í Sosialinum leygardagin varð útbúgvingarstøðið hjá landsstýrismonnunum við- gjørt. Í blaðnum varð stað- fest, at útbúgvingarstøðið hjá ráðharrum í Danmark, Svøríki, Noreg og Íslandi er grundleggjandi øðrvísi , enn hjá teimum sjey lands- stýrisfólkunum í Føroyum. Meðan nógv størsti partur- in av øllum ráðharrum í Norðanlondum hava lokið akademiskt prógv er mynd- in øðrvísi í Føroyum. Mill- um annað kann nevnast, at meir enn helmingurin av landsstýrismanningini hev- ur útbúgving sum fólka- skúlalærarar. Ótrúliga sjálvstøðugir Kjartan Hoydal arbeiddi í tíðarskeiðnum sum fiski- vinnustjóri undir fleiri ymiskum landsstýrisfólki, bæði við og uttan útbúgv- ing. Hann er av teirri áskoðan, at føroysk lands- stýrisfólk eru rættiliga sjálvstøðug. – Mínar royndir við før- oyskum landsstýrisfólki eru, at tey eru ótrúliga sjálvstøðug, og hava eina góða kenslu fyri, hvat rørir seg millum fólkið. Teir hava eisini gott samband, og fylgja væl við tí fólki, tey umboða. Hesir eginleik- ar gera eftir mínum tykki, at teir ikki eru so lættir at flyta, um tað er nakað sum býður teimum ímóti, held- ur hann. Kjartan leggur dent á, at føroyska miðfyrisitingin var øðrvísi skipað, tá hann sat sum fiskivinnustjóri, og at hansara útsagnir byggja á sínar persónligu royndir undir kollegialu skipanini. Tá tann bókligi førleikin ikki hevur stórvegis týdn- ing fyri heildaravrikið hjá einum landsstýrismanni, spyrja vit Kjartan Hoydal, hvørjir aðrir eginleikar eru týdningarmiklir: – Tað hevur nakað við, at fólk eru stór og sterk polit- iskt, og hava ein politiska ætlan og duga at argument- era fyri henni. Teir skulu eisini duga at arbeiða við hinum politikarunum og duga at selja sín politikk, svarar hann. Politisk embætisfólk Í Sosialinum leygardagin nevndu bæði Hans Engell og Finnbogi Ísakson, at før- oysk embætisfólk vóru ofta í so skjót at stinga nøsina fram, sum teir málbóru seg. Báðir mettu, at føroysk embætisfólk til tíðir vóru nakað skjót at taka politik- aran av ræði, og sjálvi føra politikk fyri landsstýris- mannin. Hava Hans Engell og Finnbogi Ísakson grein í sínum máli? – Tað er altíð ein vandi fyri, at embætisfólk síggja tað sum sína uppgávu at tæna ávísum bólkum innan fyri tey málsøki, tey ar- beiða við. Í Føroyum hevur tú eisini dømi um hetta, men tá hevur talan ikki verið um partapolitisk ørindi, men kanska heldur hevur embætisfólkið runn- ið ørindi fyri ávísar áhuga- bólkar og samfelagsbólkar. Eg haldi kortini ikki hetta hevur verið ein stórvegis trupulleiki í føroysku mið- fyrisitingini, og við rímu- ligari skipan og eftirliti eigur hetta ikki at vera nakar trupulleiki, heldur Kjartan Hoydal, sum hevur drúgvar royndir í føroyska embætisverkinum. Kjartan Hoydal hevur ongantíð dult fyri at hann er vinstrahallur og stuðlar Tjóðveldisflokkinum. Spurdur um hansara kenda politiska útgangsstøðið var nakar trupulleiki, tá hann sat sum fiskivinnustjóri, svarar hann: – Eg havi onkuntíð fingið viðmerkingar fyri at úttala meg alment yvirfyri fjøl- miðlunum, og viðhvørt hvassar viðmerkingar, men tað er ein javnvágargongd. Okkurt níst hevur eisini verið um at ov nógv hevur verið tilmælt ella viðmerkt innanhýsis í landsstýrinum, men eg haldi ikki tað hevur verið ein forðing fyri sam- starvið við skiftandi lands- stýrismenn. Bókligi førleikin ongan týdning Tað eru so nógvar aðrar royndir, ein landsstýrismaður kann draga upp á, enn tað bókliga. Krevst ein faklig vitan til eitt ávíst landsstýrismannaøkið, so skal landsstýrismaðurin hava eina umsiting, sum skal veita honum fakligu vitanina, heldur fyrrverandi fiskivinnustjórin, Kjartan Hoydal Mynd: Savsmynd Stabbamynd yvir útbúgvingarstøðið hjá okkara grannalondum Tú mást endiliga ikki halda, at tann føroyska skipanin hevði riggað betur, um tað bara komu eitt stórt tal av akademikarum inn í løgtingi og landsstýrið. Hans Engell, fyrrverandi løgmála- og verjumálaráðharri í Sosialinum 16. juli ” – Tað er langt frá nøktandi, at landsstýrismaðurin er fakliga væl fyri. Nógv meira avgerandi, er tað, um landsstýrismaðurin ella ráðharrin hevur skil og virðing fyri fólkaræðinum og fyrisitingarligari góðsku. Súni á Dalbø, samfelagsfrøðingur í Sosialinum 16. juli ”