týsdagur 19. juli 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 19. juli 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum
og kenningum, at okkara elskaði
Eirik Andersen
Sonur Edith Margretu (Diddi) Joensen og
Bjørn Asgeir Andersen, Gransherad í Noregi.
andaðist mikudagin 13. juli, 18 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Gransherad kirkju
mikudagin 20. juli.
Diddi, Asgeir, Joar og Just Petter
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum
og kenningum, at
Karsten Thomasen
ættaður av Langasandi, búsitandi í Tórshavn
andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi leygardagin
16. juli 86 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
mikudagin kl. 13.00.
Familjan
Jarðarferð
Jógvan Fróðin Bjørgheim Rasmussen
Vanliga nevndur Jógvan í Grótinum fer til gravar
úr Vesturkirkjuni týsdagin 19. juli kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Heiðveig, børn, svigarbørn og abbabørn
Dagurin
17. juli. Aleksius, deyður umleið ár 430. Hann var sonur
ein rómverskan senator, men fór ungur heimanífrá og livdi
sum biddari og kristin prædikumaður í 17 ár. Hann kom
heim aftur og livdi onnur 17 ár sum biddari fyri durunum
hjá pápa sínum. Eftir deyðan varð hann skírdur halgi-
menni. Hann liggur jarðaður undir Pæturskirkjuni. Navnið
er ein stytting av Alexandros, ið merkir verndarmaður.
18. juli. Arnolphus, deyður ár 641. Hann var biskupur í
Metz. Eftir deyða hansara henda mong undurverk við
grøv hansara, og hann varð skírdur halgimenni.
19. juli. Justa, deyð umleið ár 300. Halgisøgan sigur, at
hon og systirin Rufina, beindu fyri skurðgudamyndini
Salambo í Sevilla Spaniu. Tær vórðu báðar píndar og
tiknar av døgum. Navnið merkir tann rættvísa.
1970: Í juli mánaði hetta
árið fór Útvarpskórið til
Europa
Cantat
í
eysturríkska býnum Graz.
Á stevnuni, ið bar heitið
"Europa Cantat IV", vóru í
alt 50 kór við eini 3000
sangarum.
Stevnan varð fyriskipað av
einum felagsskapi, sum á
týskum
nevndist
Die
Europaische
Føderation
Junger Cohre"
Kelda: Árið ið fór
Útvarpskórið í Eysturríki
Á vestanstevnu vórðu
heili fimm føroya-
meistarar funnir, tá
kappróðurin var av.
Alt gekk væl undir
róðrinum og íalt tók
tað knapt tveir tímar
at avgreiða róðurin í
Miðvági leygardagin
KAPPRÓÐUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Jarnbardur,
Blikur
við
gentum, Nevið Reyða, Sílið
við kvinnum og Eysturoy-
ingur kunnu nú kalla seg
føroyameistarar í kappróðri
2005. Hetta varð greitt eftir
kappróðurin
á
vestan-
stevnu. Allir hesir bátarnir
vunnu teirra róður.
Kvinnurnar á Jarnbardi
hava framvegis ikki tapt ein
róður síðani norðoyastevnu
í fjør, og í Miðvági stað-
festu tær teirra oddasess í
kappingini við at vinda
burtur úr øllum hinum bát-
unum og komu á mál tvær
bátslongdir framman fyri
Riddaran.
Gentumanningin á Bliki
helt fram í stórum stíli og
komu aftur fremstar á mál.
Tað var leyst aftur til hinar
bátarnar, og frøin var stór á
teimum, tá føroyameistara-
heitið varð tryggjað.
Nevið Reyða, sum vann
sera sannførandi á Fjarða-
stevnu, vórðu nakað hóttir
leygardagin av Kvívíkingi,
men klaksvíkingarnir lótu
tó ongan iva vera um, hvør
skuldi vinna róðurin og
vóru nærum eina bátslongd
frammanfyri, tá teir fóru
um málstrikuna.
Sílið úr Havn fekk upp-
reisn, eftir at Fípan Fagra
heldur óvæntað vann róð-
urin á Skála. Sílakvinnurnar
fingu togað føroyameist-
araheitið í land við einum
sigri í Miðvági, og tað var
eisini málið hjá teimum.
Eysturoyingur vant eisini
burtur úr hinum tíggju-
mannaførunum á 1.000
metrum. Mest óvæntað var
tað kanska, at Havnarbát-
urin gjørdist nummar tvey
og Nólsoyingur nummar
trý.
Lítil spenningur
Tveir róðrar eru ikki av-
gjørdir. Fimmmannafør við
dreingjum og seksmannafør
við monnum. Men har er
støðan tann, at Fípan Fagra
liggur trý stig framman fyri
nummar tvey, sum er Ritan,
og Gongurólvur liggur seks
stig framman fyri Jarnbard.
Tað skal sostatt nógv til, fyri
at føroyameistaraheitið skal
gleppa teimum á Gongur-
ólvi av hondum. Ongin ivi
man vera um, at menninir á
Gongurólvi vilja vinna Ól-
avsøkuróðurin, nú Strálan
av Strondum snýtti alt og øll
og kom fyrst á mál í
Miðvági.
Tað er sostatt ikki tann
stóri spenningurin eftir í
kappingini
um
føroya-
meistaraheitini undan róðr-
inum á Ólavsøku, men hin-
vegin er kappróðurin á
Ólavsøku altíð spennandi,
tí allar manningar eru eyka
uppsettar til at vinna tann
róðurin.
Kappróðrarfólk
plaga at samanbera Ólav-
søkuróðurin við steypafin-
aluna í fótbólti. Um tað ikki
eydnast einari manning at
gerast føroyameistari, er
tað altíð eitt plástur á sárið
og ein fínur endi á kapping-
arárinum at vinna Ólav-
søkuróðurin.
Stór frásøgn frá kapp-
róðrinum í Miðvági verður
í blaðnum í morgin.
Fimm róðrar avgjørdir
Eysturoyingur avgjørdi føroyameistarakappingina hjá tíggjumannaførunum leygardagin. Hinir
fýra bátarnir, sum longu eru føroyameistarar, eru: Jarnbardur, Blikur, Sílið og Nevið Reyða
Mynd: Álvur Haraldsen