týsdagur 19. juli 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 135 - 19. juli 2005
56 ára gomul stóð
Davis Maria Rønstad
úr Klaksvík við bache-
lor próvnum í sosio-
logi í hondini. - Tú
verður ongantíð ov
gomul til at vera for-
vitin, sigur Davis, sum
hevur búð í Norra í
meir enn 40 ár og júst
hevur verið heima í
Føroyum og hildið sín
70 ára føðingardag
PRÁT
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
- Forvitni, er Davis Maria
Rønstad skjót at svara, tá
hon verður spurd, hvussu
tað bar til, at hon valdi at
fara á universitet, sum 50
ára gomul
- Eg eri so øgiliga forvit-
in eftir øllum, stórum sum
smáum. Forvitni hevur ver-
ið mín drívmegi alt mítt lív,
og dreiv meg eisini á skúla-
bonk aftur. Eg havi altíð
havt áhuga fyri sosiologi,
so fyri meg var tað upplagt
at fara á universiteti. So
gjørdi tað minni, at eg
skuldi sita í sama fyri-
lestrasali, sum 22 ára gamli
sonur mín, flennir Davis.
Verði ongantíð
húsmóður
Tað var eisini ein blandingur
av forvitni og forelskilsi,
sum gjørdi, at Davis flutti til
eina lítla norska bygd fyri
meir enn 40 árum síðani. Tá
hitti Davis mann sín, sum
var norskur fiskimaður, og
so skjótt hon var liðug at
læra til sjúkrasystur í Havn,
giftust tey bæði og fluttu til
Norra at búgva. Hon ivaðist
ongantíð í at fara, men
viðgongur, at hon kendi seg
øgiliga fremmanda í nýggja
umhvørvinum.
- Eg veit ikki, hvat eg
hevði ímyndað mær, men
bygdin vísti seg at liggja á
eini rættiliga avbyrgdari
oyggj, har tey als ikki vóru
von við fremmand fólk. Eg
hevði allatíðina eina kenslu
av, at tey tordu ikki at tosa
við meg, tí tey hildu meg
vera so øðrvísi. Tað var
heldur ikki væl sæð, at eg
onki húsligt dugdi, so eg
royndi sm frægast at læra at
súlta og gera mat, sum
hinar
konurnar,
sigur
Davis. Tað gekk eisini eitt
sindur betri við tí húsliga
sum frá leið, men hugurin
hjá Davis lá mest til at sita
á bókasavninum ella ganga
til konsertir og tílíkt.
- Eg haldi tey hildu meg
vera nakað snobbuta. Vit
búðu har í 11 ár, men hús-
móður gjørdist eg ongantíð
og verði tað heldur ikki,
sigur Davis avgjørd.
Fødd sjúkrasystur
Davis og maðurin fluttu til
Oslo, har tey hava búð
síðani. Øll hesi árini hevur
Davis starvast sum sjúkra-
systur. Davis dylur ikki yv-
ir, at sjúkrasystrastarvið al-
tíð hevur verið ein týðandi
partur av hennara samleika,
og at hon hevði sera ilt við
at venja seg við ikki at
skula til arbeiðis, tá hon
varð pensionerað fyri fimm
árum síðani.
Eg eri sannførd um, at eg
eri fødd sjúkrasystur. Sjúk
fólk, tablettir, sproytir o.s.fr
hevur verið mítt lív. Hvørja
ferð eg síggi ein hvitan
kittul, droymi eg meg aftur í
mítt gamla starv, sigur
Davis, og leggur afturat, at
um onkur í familjuni bagir
okkurt, er hon skjót at halda
seg framat fyri at hjálpa.
- Tað kennist sum ein
sjávfylgja, og útbúgvingin
sum sosiologur var eisini
eitt náturligt framhald av
áhuganum fyri menniskja-
ligum trivna. Tað er so nógv
órættvísi og óskiljandi rað-
festingar í heiminum sum tú
ikki bara kanst lata eyguni
aftur fyri. Norra er millum
heimsins ríkastu lond, men
allíkavæl verður spart á til
dømis eldraøkinum. Eitt tað
nýggjasta er, at nú mugu
fleiri kirkjur lata aftur um
summarið sum lið í sparing-
um. Slíkt er veruliga ófatu-
ligt í mín verð, sigur Davis,
beisk á málinum.
Ringdi til Kjell Magne
Bondevik
Órættvísi og órímiligheitir
av ymsum slagi sleppa held-
ur ikki óátalaðar fram við
borðinum hjá Davis. Tað
hendir seg javnan, at hon
ikki ringir til journalistar og
bløð og talar at, um hon
heldur, eitt mál hava verið
ov illa handfarið. Og hon
aftar seg ikki við at ringja til
norska
forsetisráðharran,
Kjell Magne Bondevik, um
tað skal vera. Tað gjørdi hon
til dømis, tá norskir her-
menn vóru sendir í kríggj í
Afganistan.
- Eg sat og hugdi at TV
avísini, har Bondevík stóð
og vinkaði hermonnunum
farvæl og ynsktu teimum
góða eydnu "på hele Norges
vegne." Nei tú, onki skuldi
Bondevik standa har og
mína vegna ynskja nøkrum
góða eydnu við at fara og
bumba ósek fólk. So eg
ringdi til hann, fyri at siga
honum, at hann kundi tosa
vegna seg sjálvan. Eg fekk
bara fatur á skrivaranum hjá
honum, men eg fekk so lagt
míni boð, smílist Davis.
Davis fylgir eisini væl
við í politikki og heldur seg
bara gerast meir radikala
við aldrinum. Sjálv hoyrir
hon heima á sosialistiska
veinginum og dylur ikki
yvir, at hon heldur George
Bush vera mest vandamikla
mann í heiminum.
- Í mínum eygum er Bush
nærum vorðin ímyndin av
dupultmorali, sum hann
leikar í og misnýtir sítt vald
við Bíbliuni í hondini. Tað
er syndarligt at síggja,
hvussu hann hevur útnytta
ræðsluna hjá fólki eftir 11.
september í síni hevndarferð
móti øllum øðrvisi hugs-
andi. Í Norra brúkar Frem-
skidstpartiet somu snildi nú
í valstríðnum við at spæla
uppá kenslurnar hjá fólki
fyri at øsa tey upp ímóti inn-
flytarnum, sigur Davis og
sipar til Stórtingsvalið, sum
verður um tveir mánaðir.
Heim at halda
føðingardag
Hóast Davis hevur búð í
Norra í meir enn 40 ár, er hon
framvegis fyrst og fremst
føroyingur. Børnini tosa
føroyskt og maðurin kennir
hvørt klaksvíksútrykk, flenn-
ir hon. Hon hevur ferðast
regluliga í Føroyum øll árini,
og tá hon fylt 70 herfyri, var
hon als ikki í iva um, at
føðingardagurin
skuldi
haldast heima í Klaksvík.
Tað gjørdist ein ógloym-
andi dagur fyri meg. Eg var
púra ovfarin, at síggja øll
hesi meir enn 100 fólkini,
sum vóru komin at heilsa
uppá meg og ynskja til-
lukku. Har vóru familja
vinur og kenningar og ikki
at gloyma fleiri av teimum,
sum eg lærdi til sjúkrasystir
saman við. Tað var ótrúliga
rørandi, sigur Davis.
Restina av summarinum
fer Davis at halda saman við
manninum, børnunum og
ommubørnunum. Ommu-
børnini hava eitt heilt serligt
pláss í hennara hjarta, og
sum hon sigur: Ommubørn
eru lívsins dessert. Tey ferð-
ast nógv saman og herfyri
vóru tey í Tailandi, har Davis
royndi at ríða á elefantbaki.
- Eg vildi bara vita,
hvussu tað føldist. Sum eg
segði, eg eri so øgiliga
forvitin, og tað skal helst
henda okkurt rundan um
meg allatíðia, smílist Dav-
is, sum tó tekur sær onkra
løtu at slappa av. Tá er tað
helst við eini avís ella góð-
ari krimi ella allarbest, ein-
um spennandi fótbóltsdysti
í sjónvarpinum.
- Er tað so føroyska
landsliðið, sum spælir, kann
tað ikki verða betri. Fólk
halda meg nokk vera øra í
høvdinum, men eg skal siga
tær, at eg at eg minnist hvørt
úrslit og næstan hvørja út-
skifting hjá føroyska lands-
liðnum, sigur Davis við ein-
um skálkabrosi.
Á universtitet sum 50 ára gomul
Davis Maria Rønstad frammanfyri barndómsheimið á Stongum í Klaksvík, har hon plagar at búgva, tá hon er heima og ferðast