týsdagur 19. juli 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Suðuroyar Sparikassi
vann ikki pening
fyrstu seks mánað-
irnar í ár. Ómaksgjøld
skulu nú skapa størri
inntøkur
ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Á rættari kós. Soleiðis
stendur við stórum stavum
skrivað á vindeyga hjá
Suðuroyar Sparikassa í
Havn. Um kósin er røtt
mugu lesararnir sjálvir
meta um, men Suðuroyar
Sparikassi hevði fyrstu seks
mánaðirnar í ár undirskot
áljóðani 91.000 krónur.
Ikki í sjálvum sær nakað
stórt tap, men í øllum før-
um Norðoya Sparikassi av
hinum føroysku peninga-
stovnunum hevur vunnið
pening fyrstu seks mánað-
irnar.
- Eg kundi hugsað mær,
at úrslitið var betri. Men eg
rokni við, at tað fer at geva
yvirskot fyri alt árið, sigur
Søren L. Bruhn, stjóri fyri
Suðuroyar Sparikassa.
Burturlegginar og øktar
starvsfólka og umsitingar-
ligu útreiðslurnar eru høv-
uðsatvoldirnar til vánaliga
úrslitið. Øktar burturlegg-
inar eru eitt tekin um, at tað
gongur skeiva vegin í sam-
felagnum, og sparikassin
væntar at missa pening.
- Nógvar av øktu út-
reiðslunum
eru
størri
útreiðslur, ið bert verða
rindaðar einaferð. Eitt nú
hava vit fingið nýggja teldu-
skipan og keypt aðra útgerð,
sigur Søren L. Bruhn.
Tungt
Fíggjarstøðan hjá Suður-
oyar Sparikassa er góð.
Solvensurin, t.e. sambandið
millum
eginpening
og
skyldur, er 19,0%. Sol-
vensurin var tó 22,7% sama
tíðarskeið í 2004. Verandi
lóggáva ásetir eitt minsta-
mark upp á 8%.
Men eitt negativt úrsliti
fyri fyrstu seks mánaðirnar
av 2005 kann ikki tulkast
positivt. Upphæddirnar eru
tó smáar, men tað er eisini
eitt sereyðkenni fyri Suður-
oyar Sparikassi, støddin.
Suðuroyar Sparikassi er
nakað heilt fyri seg í
føroyskum høpi. Ein pinku-
lítil peningastovnar, sum
ikki kann loyva sær somu
útreiðslur. Eginpeningurin
er bert knappar 38 mió. Til
sammetingar átti Føroya
Banki 1.557 milliónir í
eginpeningi
við
árslok
2004. Suðuroyar Sparikassi
gav eitt nú Vágs bóltfelag
100.000 krónur í gávu.
Skuldi Føroya banki givið
eftir sama lutfallið við
eginpening, so skuldi bank-
in givið 4,1 millión. Tær
100.000 til VB høvdu eisini
kunnað givið sparikassan-
um eitt yvirskot.
Krevja ómaksgjøld
Ein máti hjá Suðuroyar
Sparikassa at betra um
fíggjarstøðuna er við at fara
undir at krevja ómaksgjøld.
Ì egnum tíðindaskrivi
skrivar Suðuroyar Spari-
kassi, at nú rinda øll fyri
sítt. Àður hava øll goldið
fyri øll.
Men tað er einki yvir at
dylja, at ómaksgjøldini
hava til endamáls at fáa til
vega fleiri inntøkur. Nú
skulu fólk eitt nú rinda
fimm krónur fyri eina
vanliga flyting innanlands.
- Áður hava vit livað av
rentumarginalinum,
(t.e.
munurin millum útláns- og
innlánsrentuna,
blðm,),
men nú kenna vit okkum
noydd til at krevja ómaks-
gjøld fyri tænastur, sigur
Søren L. Bruhn.
Men ger hetta ikki, at Suð-
uroyar Sparikassi missir
sína serstøðu og fyrimunir?
- Eg veit ikki, hvussu
nógv fólk hyggja eftir
ómaksgjøldum, tá tey velja
millum
peningastovnar.
Sum oftast verður hugt eftir
rentuni, og hon er rættiliga
lík hjá øllum peninga-
stovnum.
Tú kanst siga, at tað
eisini skal vera ein fyri-
munur hjá tí, ið ger síni ør-
indi á internetinum heldur
enn í avgreiðsluni, sigur
Søren L. Bruhn
Sama profil
Hóast gongdin er negativ
higartil í ár, so ætlar
Suðuroyar Sparikassi ikki
at broyta sítt býti millum
privat- og vinnufígging.
- Tað er ein øgiliga stórur
váði við at fíggja nógv
vinnulív. Vit hava ikki ráð
til at missta tíggju milliónir
upp á eina verkætlan á
sama hátt sum aðrir før-
oyskir
peningastovnar
hava, sigur Søren L. Bruhn.
Sparikassin hevur deildir í
Havn og á Tvøroyri, men
annars hevur virksemið fyri
tað nógva verið í og rund-
anum syðra part av Suður-
oynni.
Tølini
Suðuroyar Sparikassi sigur
í tíðindaskrivi, at betto
rentu- og kostnaðarinntøk-
urnar fyrra hálvár 2005
vóru 7.854.000 kr. Hetta er
umleið tað sama sum fyrra
hálvár 2004.
Sparikassin hevur avsett
og burturlagt 995.000 kr.
uppá skuldarar samanborið
við eina afturflyting uppá
2000 tús. kr. fyrra hálvár
2004.
Sparikassin hevur av-
skrivað 130.000 kr. uppá
fastar ognir, maskinur og
innbúgv fyrra hálvár 2005.
Fyrra hálvár 2004 vóru av-
skrivaðar 77 tús. kr. Hækk-
ingin er orsakað av nýggj-
um tólbúnað og nýggjari
deild á Tvøroyri.
Fíggjarstøða
spari-
kassans javnvigar við 367
mió. kr. ultimo juni 2005
ímóti 369 mió. kr. ultimo
juni 2004.
Eginpeningur
spari-
kassans er nú 37,9 mill-
iónir. Innlánini eru 324
millónir, og útlánini eru í
alt 276 milliónir.
Skeiv gongd í Suðuroyar Sparikassa
Mink-
andi
BTÚ
Í krónum minkaði
Bruttotjóðarúrtøka
n í 2003 í mun til
undanfarin ár
BÚSKAPUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Meðan føroyskir pen-
ingastovnar eru farnir at
kunngera roknskapir fyri
fyrstu seks mánaðirnar í
ár. So er Hagstovan klár
við tjóðarroknskapinum
fyri 2003.
Í hesum roknskapi sæst
millum annað, at brutto-
tjóðarúrtøkan, BTÚ, í
2003 var 9,7 milliardir.
BTÚ er samlaða virk-
semið í landinum. Hetta
er 300 milliónir minni
enn í 2002.
- Beinleiðis samanburð-
ur við árini framman-
undan ber ikki til, av tí at
uppgerðin hvørt árið er í
teimum prísum, sum vóru
galdandi í árinum. Vit
kunnu tí einans siga, at í
krónum var ein minking
upp á 300 milliónir,
skrivar Hagstovan.
Negativa gongdin stavar
stavar øll frá privata
vinnuliga virkseminum
og har í mestan mun frá
alivinnuni, sum hevði
munandi hall í 2003,
skrivar Hagstovan.
Verða viðurskifti við
umheimin rokna uppí, so
fæst tøka bruttotjóðarinn-
tøkan, tBTI.
Hagstovan skrivar, at
hetta talið er m.a. tald
ríkisveitingin, lønir og
kapitalinntøkur til føroy-
ingar úr útlondum.
Tøka bruttotjóðarinn-
tøkan var 10,9 milliardir í
2003 - slakar 1,2 miljard
størri enn BTÚ.
- Áhugavert er, at hóast
ríkisveitingin
minkaði
meira enn 300 miljónir í
2002,
var
framvegis
vøkstur í tBTI. Orsøkin
var, at vøksturin í BTÚ
var meira enn minkingin í
ríkisveitingini,
skrivar
Hagstovan.
Søren L. Bruhn, stjóri fyri Suðuroyar Sparikassa.
Mynd: Àki Bertholdsen
Nr. 135 - 19. juli 2005
15