týsdagur 19. juli 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 135 - 19. juli 2005
Ætlaðu at drepa Blair
Fyri einum ári síðani ætlaði ein víðgongdur muslimskur
felagsskapur at beina fyri bretska forsætisráðharranum,
Tony Blair, men bretska løgreglan avdúkaði ætlanina,
skrivar franska vikublaðið Le Figaro Magazine.
Sambært blaðnum fekk bretska løgreglan snevilin av
ætlanini í mai í fjør, tá løgreglan kom fram á nøkur
skjøl, sum vístu, hvat felagsskapurin hevði í kvittanum.
Í skjølunum stóð millum annað, at ætlanin var at væta
ein saks við eiturevninum ricin, og síðani skuldi onkur
stinga Blair við saksinum.
Franski yvirgangsserfrøðingurin Roland Jacquard
sigur við Le Figaro Magazine, at bumbuatsóknirnar í
London í næstsíðstu viku vísa, at teir muslimsku yvir-
gangsfelagsskapirnir í Evropa eru ikki viknaðir, sum
tey flestu hava hildið, men at teir tvørturímóti eru til
reiðar at gera um seg, tá teir fáa boð um tað.
Ráðharri lagdur undir svik
Mjølið í posanum hjá nýggja stýrinum í Irak tykist ikki
vera stórt reinari enn tað hjá tí gamla stýrinum. Í
hvussu er ikki, tá tað snýr seg um svik.
Í síðstu viku kom fram, at varaverjumálaráðharrin,
Ziad Cattan, hevði fingið sekkin, tí illgruni var um, at
hann skal hava stungið ovurhonds nógvar almennar pen-
gar í sín egna lumma. Harumframt skkal hann hava giv-
ið skyldfólki og vinmonnum væl av pengum úr almenna
iraklska ríkiskassanum, og tilsamans hevur hetta kostað
ríkiskassanum fleiri milliardir krónur, skrivar Reuters.
Sum varaverjumálaráðharri hevur Ziad Cattan havt
ábyrgdina av øllum handli hjá iraksku hermegini, og
framferðin hevur ikki altíð verið líka reiðilig. Eitt nú er
avdúkað, at herurin hevur keypt nakrar tyrlur úr Pó-
landi fyri 600 milliónir krónur. Tyrlurnar skuldu eitast
at vera nýggjar, men tað vísti seg, at hetta vóru 30 ára
gamlar sovjetskar tyrlur, og at prísurin var langt niðan
fyri tær 600 milliónirnar, sum skjølini vístu. Pengarnir,
sum herurin rindaði ov nógv, fóru í lumman hjá vara-
verjumálaráðharranum og onkrum hjálparmanni hans-
ara. Avdúkingin hevur havt við sær, at myndugleikarnir
kanna arbeiðsháttin hjá fleiri øðrum starvsfólkum í
verjumálaráðnum í Bagdad, skrivar Reuters.
Rúsevni í tinginum
Leiðslan í ES-tinginum er illa við, eftir at eitt týskt
sjónvarpslið hevur funnið leivdir av rúsevninum kokain
í fleiri enn 40 ymsum støðum í tinghúsinum.
Frágreiðingin hjá formansskapinum er, at tað munnu
vera ungfólk, sum hava verið í starvsvenjing, sum hava
brúkt kokain, men tað eru minni enn so øll, sum
góðtaka ta frágreiðingina. Svenski professarin Fritz
Sørgel sigur við Aftonbladet, at tað er ov lætt at geva
ungfólki skyldina. Hann heldur tvørturímóti, at tað eru
embætisfólk hjá tinginum sjálvum, sum hava brúkt
kokain, meðan tey hava verið til arbeiðis.
Tíðindamaðurin hjá týska sjónvarpinum Sat1 bað
eina rannsóknarstovu kanna rúsevnið, sum hann fann í
tinghúsinum, og svarið var, at tað var kokain. Sjálvur
hevur tíðindamaðurin greitt frá, at hann fann rúsevnið í
fundarhølum, skrivtsovum og í sjálvum tingsalinum.
Nógvar stakar kvinnur
Keypmannahavn hevur ongantíð havt so nógvar stakar
kvinnur sum nú, vísa tey nýggjastu tølini.
Hagtølini hjá donsku hagstovuni vísa, at í løtuni eru
22.844 stakar kvinnur í Keypmannahavn, og tað er
tvær ferðir so nógv sum fyri tíggju árum síðani. Heilt
neyvt er vøksturin 93,3 prosent. Hjá monnunum er
gongdin tann sama, sjálvt um vøksturin ikki er so
stórur har. Í dag eru 36.028 stakir menn í danska
høvuðsstaðnum, og tað er umleið 40 prosent fleiri enn
í 1995, sigur hagstovan.
Granskarin Birthe Linddal-Hansen sigur við
Politiken, at kvinnur hava munandi betri fíggjarligar
umstøður at klára seg einsamallar í dag enn fyri tíggju
árum síðani. Harafturat velja nógvar kvinnur at bíða
við at fáa sær børn, sigur hon. Birthe Linddal-Hansen
leggur afturat, at tað er serliga í Keypmannahavn, at
talið á støkkum kvinnum er vaksið nógv. Í hinum stóru
býunum er gongdin als ikki so týðilig.
UTTAN ÚR HEIMI
Víðgongdir høgrafel-
agsskapir og teir so-
kallaðu "hooligans"
hótta við at hevna
bumbuatsóknirnar í
London
HEVND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Bæði Tony Blair, forsætis-
ráðharri, og løgreglan í
London hava lagt dent á, at
bumbuatsóknirnar í næst-
síðstu viku vóru vendar
ímóti øllum tí bretska sam-
felagnum, og at eingin ein-
stakur
samfelagsbólkur
kann revsast fyri tað.
Kortini sigur blaðið The
Guardian seg hava frætt, at
víðgongdir
høgrafelags-
skapir eru farnir í sam-
gongu við teimum tiltiknu
hooligans-fótbóltsáskoðar-
unum, og at teir ætla at
søkja
at
muslimskum
moskum í London.
Á alnótini verða fótbólts-
hooligans hjá feløgunum
Arsenal, West Ham, Mill-
wall og Chrystal Palace og
nýnazistar bidnir um at
standa saman í bardaganum
ímóti muslimunum, skrivar
The Guardian.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at víðgongdir høgrafelags-
skapir og hooligans í Bret-
landi standa saman. Eitt nú
hendi tað fleiri ferðir í átta-
tiárunum, og tiltøkini vórðu
altíð vend ímóti fólki av
fremmandum uppruna.
Bretski tjóðskaparflokk-
urin British National Party
brúklar nú bumbuatsóknir-
nar fyri at tekkjast veljar-
unum. Á einari plakat hjá
flokkinum er ein mynd av
bussinum,
sum
bleiv
sprongdur í luftina næst-
seinasta hósdag, og niðan
fyri myndina stendur "Nú
er tíðin komin, til at fólk
eiga at lurta eftir BNP".
The Guardian skrivar, at
flokkurin hevur fingið eitt
sindur størri undirtøku síð-
ani atsóknirnar, men allir
hinir flokkarnir hava for-
dømt, at flokkurin ger sær
dælt av einum tílíkum sorg-
artilburði.
Meiri enn 60.000 fólk
vórðu flutt burtur,
áðrenn tropiska
ódnin Emily rakti
meksikonsku strond-
ina í gjár. Haðani fer
hon til USA
ÓDN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Emily rakti strondina á
Yucatan-nesinum í Meksi-
ko gjáramorgunin. Meksik-
onsku
veðurmenninir
høvdu boðað frá, at vind-
ferðin fór at koma upp um
200 kilometrar um tíman,
og at tað fór at regna sera
illa.
Á Yucatan-nesinum eru
fleiri væl umtókt frítíðar-
støð so sum Cancun og
Playa del Carmen, og teir
meksikonsku myndugleik-
arnir gjørdu av at flyta
nógv fólk burtur haðani,
áðrenn ódnin bar við land.
Sambært løgregluni eru
meiri enn 60.000 fólk flutt
burtur av vandaleið, og
teirra millum eru nógv
útlendsk ferðafólk. Harum-
framt valdu umleið 50.000
útlendsk ferðafólk at fara
heim í úrtíð, og umleið 340
flogfør hava flutt ferða-
fólkini til USA, Kanada og
Evropa, skrivar AP.
Veðurmenninir siga, at
Emily fer at missa nakað av
sínari megi, meðan hon er
yvir Yucatan-nesinum, men
at hon fer at mennast aftur,
tá hon heldur leiðina fram
út yvir Meksikanska Flógv-
an, tí har er sjógvurin sera
heitur í løtuni. Næsta land,
sum fær vitjan av henni,
verður amerikanski staturin
Texas, og har eru myndug-
leikarnir longu farnir undir
at fyrireika seg til at taka
ímóti henni. Roknað verður
við, at Emily kemur til
Texas í morgin.
Muslimar í Bretlandi
hóttir við hevnd
Emily herjar Meksiko
Fylgisveinamynd av tropisku ódnini Emily, júst sum hon fór inn yvir Yucatan-nesið í Meksiko