týsdagur 19. juli 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 • týsdagur • 19. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Men sambært nevnd-
ini í KÍ verður meist-
aravenjarin frá 1999
ikki venjari í ár, tí
Oddbjørn Joensen
eigur ábyrgdina, sum
er stór í royndini at
sleppa klaksvíkingum
undan eyðmýkjandi
niðurflyting
KÍ
Jóannes Hansen
Tað er ringur fótbóltshýrur
í Klaksvík. TB legði rygg
til stórtap í Vági sunnudag-
in. Tað er einsasta orsøkin
til, at KÍ ikki er isolerað á
niðurflytingarplássinum.
Fótbóltsáhugin hevur altíð
verið og er stórur, og ússa-
liga støðan hjá flaggskipin-
um, sum áður hevur givið
klaksvíkingum so nógvar
sigrar og so nógv at fegnast
um, liggur sum dýna yvir
fótbóltshugaðu
norðoy-
ingunum.
Í síðstu viku og ikki
minst undir uppgerðini í
góðveðrinum ímóti HB
varð stóra søgan, at nú var
Tony Paris á veg aftur til
Klaksvíkar. Søgan segði, at
hann skuldi koma síðsta
leygardag ella í gjár, og tað
var heilt víst, at hann skuldi
taka venjaraábyrgdina á
seg.
Eitt eru søgur og annað er
veruleiki.
John William Joensen,
sum er talsmaður hjá KÍ,
staðfestir,
at
Oddbjørn
Joensen hevur sáttmála við
KÍ um at vera venjari tað,
sum er eftir av hesum árin-
um, og soleiðis verður tað.
- Vit hava álit á Oddbirni.
Hann hevur torføra og stóra
uppgávu.
Oddbjørn
og
hjálparvenjarin Leif Olsen
arbeiða av lívsins kreftum
fyri at bjarga felagnum
plássi í bestu deildini. Stiga-
talvan boðar frá, at støðan er
álvarssom, og tað er al-
neyðugt at vinna fleiri dystir
og skava stig saman. Tað
verður ikki lætt, men hóast
talan gjørdist um tvey tap,
so vóru avrikini og hug-
burðurin ímóti B36 og HB á
heimavølli so mikið góð, at
vit kenna tað sum um, at
gongdin er við at venda.
Men tað verður torført.
Hvat við søguni um Tony
Paris?
- Tony Paris kemur til
Klaksvíkar. Eg veit ikki
heilt víst, nær hann kemur,
men hann kemur ikki í hesi
vikuni. Um hann kemur í
næstu viku, veit eg ikki,
men um hann ikki kemur í
næstu viku, so fer hann at
koma um ólavsøkutíðina.
Hava tit bjóðað honum at
koma henda vegin?
- Nei, tað hava vit ikki.
Tað er týdningarmikið fyri
okkum at undirstrika, at vit
hava álit á venjaranum, sum
vit nú hava. Tony Paris
kemur á privata vitjan í
Klaksvík. Hann hevur búð
her í tveimum skiftum.
Fyrra ferðin var síðst í
sjeyti árunum, tá ið hann
var her í tvey ár, og í 1999
var hann aftur, og ikki
minst ta ferðina var hann
væl umtóktur og vann sær
nógvar vinir. Tað eru
Klaksvíkina og vinfólkini,
sum hann kemur higar at
heilsa uppá, sigur John
William Joensen.
Paris og framtíðin
John William Joensen vátt-
ar, at ætlanin er, at ábyrgd-
arpersónarnir í KÍ skulu
heilsa upp á fyrrverandi
meistaravenjaran, tá ið
hann kemur henda vegin:
- Vit arbeiða við at fáa
felagið aftur á føtur, og vit
vóna og vænta, at hetta fer
at koma upp á pláss um ikki
so langa tíð. Í løtuni ræður
tað í ítróttarliga partinum
um at bjarga besta liðnum,
og tað vóna vit fer at eydn-
ast. Kanska fara vit at fáa
hjálp til hetta frá spælarum,
sum higartil ikki hava verið
við í ár, sigur John William
Joensen uttan at vera meiri
ítøkiligur, og so heldur
hann fram:
- Tað er eingin loyna, at
tað hevur staðið illa til
fíggjarliga. Felagið hevur
verið fastrent, men nú vóna
vit, at tað fer at loysna, so
vit fara at fáa arbeitt. Tá ið
hetta verður komið upp á
pláss, so verður møguleiki
at hugsa um framtíðina, og
tað er í tí sambandinum, at
vit fara at tosa við Tony
Paris. Hann var væl um-
tóktur í Klaksvík, og hann
hevur støðugt havt áhuga
fyri KÍ. Hann fylgir væl
við, og hann veit, hvussu
støðan er í løtuni. Um hann
fer at verða venjari í Klaks-
vík næsta ár, duga vit ikki
at siga. Vit fara at tosa við
hann, og so fáa vit at síggja,
hvat fer at spyrjast burturúr.
Tað er nógv, sum skal við-
gerast og fáast upp á pláss,
áðrenn avtala um næsta ár
fer at kunna gerast. Men vit
vóna, at tað ikki fer at
ganga ov rúm tíð, áðrenn
tað fer at bera til at taka av-
gerðir um hetta, sigur John
William Joensen, talsmaður
hjá KÍ.
Síðani Tony Paris fór úr
Føroyum fyri seks árum
síðani, hevur hann búð í
Florida, har hann er lærari
og ítróttarstjóri á skúla. Ein
partur av starvinum hjá
honum er at ferðast í Europa
og finna fótbóltsevni. Í fjør
var hann í Skandinavia, og
nú er hann aftur her á leið.
Tað er í tí sambandinum, at
hann aftur fer at vitja her.
Tony Paris ætlar sær at
heilsa upp á spælarar og at
síggja fótbóltsdystir, tá ið
hann kemur henda vegin.
Skoðsmálið, sum fyrrver-
andi KÍ venjarin, fekk var, at
hann megnaði at vinna sær
stórt álit millum klaksvík-
ingar og ikki minst KÍ stuðl-
arnar. Hann átti stóra virð-
ing millum spælararnar,
sum hann bankaði í góða
venjingarstøðu, og tað taldi
nógv, hóast tað ikki varð
mett, at Tony Paris var ser-
liga stinnur í taktiska partin-
um av fótbóltsspælinum.
Síðani
hann
fór
úr
Klaksvík fyri seks árum
síðani hava søgur gingið
um, at hann skuldi vera
áhugaður í at venda aftur
henda vegin. Tað sigst ikki
hava ligið so væl fyri hjá
honum higartil. Men nú
siga álítandi keldur, at hann
hevur hug til tað.
Spurningurin er so, um
semja fer at fáast um tað,
og um KÍ næsta ár fer at
verða umboðað í bestu
deildini!
Tony Paris er í grannalagnum
Tony Parris var venjari, tá KÍ
síðst gjørdist meistari í 1999.
Nú vitjar hann aftur á
gamlar gøtur
Savnsmynd