týsdagur 19. juli 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 135 - 19. juli 2005
Skála misti týdning-
armikil fet í odda-
stríðnum, tá ið
EB/Streymur leingi
var væl við, men fram
ímóti dystarenda fyri
tað mesta vardi javn-
leikin, sum teir
fegnaðust um
SKÁLA-EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Skála er framvegis gott boð
upp á heiðursmerkir og
kanska fyrsta meistara-
skapin nakrantíð. Leikliga
avrikið í fínum líkindum
sunnudagin undirstrikaði
hetta. Men Skála megnaði
ikki at fáa fulla úrtøku á
heimavølli, og um teir
framvegis skulu vera við í
FM kappingini, so hava teir
ikki ráð til fleiri sovornar
hálvkiksarar.
Talan var um fínan
fótbóltsdyst. EB/Streymur
liðið var ikki komið á Skála
fyri at grava seg niður og
dyrgja eftir málleysum
javnleiki. Heimaliðið er
kent fyri at vilja spæla og
ikki sparka, og tá ið báðir
partar soleiðis høvdu hug
og evni og felags fatan av,
hvat góður fótbóltur er fyri
nakað, so vóru fyritreytir-
nar, sum tær áttu at vera.
Teir í Sundalagnum eiga
nógvar fínar og evnaríkar
spælarar, og teir eru um at
skapa sær fótbóltslið, sum
avgjørt hevur dygdir at
kappast við øll hini. Tað var
sjón fyri søgn hesa ferð.
Gestirnir høvdu leingi
takið. Hóast Skála ivaleyst
eigur besta sentrala mið-
vallarparið í landinum, so
stóðu teir hjá EB/Streymi
hesa ferð einki aftanfyri.
Saman við stríðsmanninum
Knúti
Vesturtún
hevði
Bárður Olsen størri leiklut,
enn hann plagar at hava.
Hvørgin teirra er kendur
fyri skjótleika, men teir
stóðu seg væl. Teir vunnu
nógv, og teir vóru knáir í
avspælinum.
Í
miðvallarborðunum
hevði EB/Streymur bólt-
snillingar.
Hans
Pauli
Samuelsen í vinstru var so
hugflogsríkur og vanda-
mikil, sum hann plagar at
vera, og í hinum borðinum
faldaði Teitur Joensen, sum
ikki so ofta áður hevur
fingið møguleikan ímillum
teir fyrstu, seg út við drag-
ingum og snaringum og
sendingum,
sum
settu
heimaliðnum grá hár í
høvdið.
Talan var um spentar
støður í báðum endum,
men í fyrra hálvleiki kom
einki mál. Jónhard Fred-
eriksberg og Bogi Greger-
sen vóru onkra ferðina
næstan framvið, og Hanus
Thorleifsson, sum rættuliga
hevur bitið seg fastan,
hevði gott langskot, men
tað var í hinum endanum,
at tað stóð mest á. Sorin
Anghel hevði vandamiklan
stútara,
Teitur
Joensen
slapp inn um verjuna, men
sendi í føturnar á mál-
verjanum, og tá ið Hans
Pauli Samuelsen eitt sindur
úr vinstru royndi at lyfta
upp um málverjan, dalaði
bólturin niður í nettakið.
Málið ørkymlaði
Eisini eftir steðgin legði
EB/Streymur betri fyri, og
tá ið tíggju minuttir vóru
farnir, eydnaðist teimum at
seta hol á. Skála miðverjan
stóð seg sum heild væl,
men í hesi støðuni sá einki
serligt út. Hans Pauli
Samuelsen sendi fríspark
úr vinstru og mitt innfyri
málið, har Sorin Anghel var
púra blankur, tá ið hann
stakk seg upp og stútaði
bóltin
inn
við
nærra
stólpanum.
So var EB/Streymur á
odda. Tað hevði gingið
teimum væl, og eingin
orsøk tóktist vera til at gera
nakrar
broytingar.
Tað
ætlaðu teir heldur ikki at
gera, men eftir leiðslumálið
mistu teir eitt sindur.
Heimaliðið spenti uppaftur
meiri í, men tað tóktist
eisini sum um, at gestirnir
høvdu hug at taka seg eitt
vet aftur. Tað er í sovornum
støðum, at tað vísir seg,
hvør hevur royndirnar og
harvið heldur høvdið kalt
og tískil er við til at gera av,
hvussu tað skal tørna út.
Hesar dygdirnar fáast
bara við at spæla og at vera
við í tættari kapping í topp-
stríðum. Tað hava skála-
menn verið meiri, enn teir í
Sundalagnum hava verið,
og tað kann gott vera, at tað
var ein av orsøkunum til, at
tað síðsta hálva tíman
koppaði heimaliðnum til
fyrimunar.
Trýstið á málið aftanfyri
sera sannførandi René Tór-
garð øktist, og tað kendist
bara at vera spurningur um
tíð, áðrenn hol kom á. Tað
gjørdi tað, tá ið tað restaði
eitt
korter.
Eftir
fína
frísparksroynd frá Iuliani
Florescu
spurdust
tvey
hornaspørk burturúr. Bólt-
urin ferðaðist aftur og fram
í brotsteiginum, og so
eydnaðist tað Pæturi Dam
Jacobsen úr stuttari fjar-
støðu og eitt sindur úr
høgru at heilflukta í hand-
ara síðunetið.
So var spurningurin, um
tað skuldi eydnast Skála at
fáa týdningarmikla sigurs-
málið. Johan Nielsen topp-
aði liðið, sum teir plaga at
taka til í svenskum íshock-
ey. Arnhold Berg varð sett-
ur í álopið, Bárður Daniel-
sen á vongverjan í høgru,
og raski Pætur Dam Jacob-
sen varð fluttur longri fram
í høgru, og Milic Curcic
varð fluttur úr miðverjuni
og á framrættað miðvallar-
pláss, har leikluturin hjá
honum var at snitta langar
framleggingar víðari og at
fanga returbóltar.
Nenad og Pauli G. Han-
sen vóru meistarar fyri
fleiri gjøgnumspælingum
eftir miðásinum, sum end-
aðu við skotum á mál. Bogi
Gregersen, Bjarni Jørgen-
sen, Nenad og eisini Pætur
Dam Jacobsen høvdu góðar
royndir, men EB/Streyma
málverjin var sannur brand-
ur og staðfesti, hvussu alt
avgerandi týdning tað hev-
ur, at málverjin er stinnur,
og tá ið Bogi Gregersen
eftir sera snilt uppspæl,
sum Nenad var arkitektur
aftanfyri, úr fjúrtan metrum
og mitt fyri sendi ímóti
málinum, kitlaði bólturin
tvørtræið skeivu megin.
Møguleikin fyri skjótum
EB/Streyma álopum lúrdi
alla tíðina, og tí hildu
áskoðararnir mest sum
ondini inntil sísta dómara-
bríksl.
Dómarin hevði lagaliga
uppgávu, tí talan var um
fína og reina uppgerð, og tá
ið hann bríkslaði fyri síðstu
ferð sást, at hóast gestirnir
leingi høvdu verið væl við,
so vóru tað teir, sum kendu
tað soleiðis, at teir høvdu
vunnið eitt stig, meðan
heimamenninir
høvdu
kensluna av, at teir høvdu
tapt tvey stig
Bæði bonkurin hjá
Skála og EB/Streymi
bóru sunnudagin
boð um, at kapp-
ingin um plássini er
størri, enn hon áður
hevur verið
BREIDDIN
Jóannes Hansen
Tá ið Skála í fjør tapti
kappingina
um
fínu
heiðursmerkini
ímóti
havnarfeløgunum,
varð
høvuðsorsøkin mett at
vera, at hópurin var ov
tunnur. Sunnudagurin á
Skála boðaði frá, at bæði
Skála og EB/Streymur eru
rættuliga væl fyri.
Ronnie Samuelsen var
ikki á beinkinum hjá
EB/Streymi, men mið-
vallarin, sum áður hevur
verið sentralur bæði í
EB/Streymi og í B36, har
hann fyrr í ár hevur spælt
í lægru deildunum, venur
nú regluliga við EB/
Streymi, og tí kann rokn-
ast
við
honum
eftir
summarsteðgin. Ronnie
hevur betri stundir til
fótbóltin nú, enn hann
hevði, tá ið skúlatingini og
próvtøkulestur á maskin-
meistaraskúlanum vóru á
skránni.
Tá ið eitt stórt korter var
farið av seinna umfar-
inum, noyddist Pacek av
vøllinum orsaka av skaða.
Fróði Clementsen varð
settur í miðverjuna, har
hann oftast hevur verið
fastur maður. Hann var
hesa ferð á beinkinum, tí
Piotr Krakowski hevði
gjørt av at flyta Egil á Bø,
sum nú er liðformaður, úr
álopinum
og
aftur
í
miðverjuna, har hann nýtti
allar sínar royndir og stóð
seg stak væl.
Innskiftir vórðu eisini
Jákup Martin Joensen og
Esmar
Eiðisgarð,
og
millum
hinar
á
EB/
Streyma beinkinum var
eisini miðvallarin Marni
Djurhuus, sum seinastu
árini hevur verið fastur
maður, men sum seinastu
tíðina hevur verið plág-
aður av skaða.
Alexandur
Johansen
hevur ikki verið at sæð á
Skála liðnum higartil í ár.
Skaði í fótinum hevur
hildið honum burtur. Nú
er hann farin at venja, og á
Skála vóna teir, at hann
eftir summarsteðgin verð-
ur við í kappingini um
plássini.
Arnhold
Berg
varð
saman við Bárði Daniel-
sen settur á vøllin, tá ið
Skála økti trýstið. Um-
framt teir báðar vóru eitt
nú Jenel Cristian, Rói
Jacobsen
og
Sveinur
Justinussen á beinkinum
hesa ferð.
Sjálvandi
hevur
tað
alstóran týdning bæði á
Skála og í EB/Streymi, at
lyklaspælarunum
ikki
berst frá. Men smeiturin
av leikbannum og skaðum
tykist ikki skula gerast so
stórur nú, sum hann áður
hevur verið í bygdar-
feløgunum.
Skála-EB/Streymur 1-1 (0-0)
0-1: Sorin Anghel 56.
1-1: Pætur Dam Jacobsen 75.
Dómari: Odmar Andreassen
Skála: Vlada Filipovic - Pætur Dam Jacobsen, Rúni
Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu - Bjarni
Jørgensen, Nenad Stankovic, Pauli G. Hansen,
Hanus Thorleifsson (Bárður Danielsen, 79.) - Bogi
Gregersen, Jónhard Frederiksberg (Arnhold Berg,
79.)
Gult kort: Pauli G. Hansen, Rúni Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil
Zachariassen, Andrzej Pacek (Fróði Clementsen,
62.), Jóhann á Stongum (Esmar Eiðisgarð, 88.) -
Teitur Joensen, Knút Vesturtún, Bárður Olsen
(Jákup Martin Joensen, 77.), Hans Pauli Samuelsen
- Sonni L. Petersen, Sorin Anghel
Gult kort: Sorin Anghel
FAKTA UM DYSTIN
Ronnie og Alexandur
eru við aftur
Julian Florescu hjá Skála og Teitur Joensen eru í hornatøkum undir dystinum sunnudagin. Skála spældi sær við javnleikinum av
við oddasessin
Mynd: Álvur Haraldsen
Sundalagið setti Skála undir trýst