týsdagur 19. juli 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 19. juli 2005
19
Fótbóltsliga avrikið
var langt frá tí, sum
javnaldrarnir áður
hava staðið fyri, tá ið
HB í dýrdarveðrinum
í Klaksvík fekk øll
stigini ímóti illa
sperda heimaliðnum,
sum kortini stóð seg
væl betri, enn teir
leingi hava gjørt
KÍ-HB
Jóannes Hansen
Havnarmenninir vóru ikki
serliga nógvir í Klaksvík
leygardagin. Men teir trú-
føstu, sum vóru við HB har
norðuri, fingu ein fínan túr
burturúr. Heldur enn at sita
í mjørkanum í høvuðs-
staðnum upplivdu teir eina
ta bestu summarløtuna,
sum hevur verið í ár, og á
vøllinum megnaðu teirra at
fáa fulla úrtøku og harvið
framvegis at vera besta
boðið upp á meistaralið.
At talan á ongan hátt var
um meistaraspæl mundi
ikki hava so nógv at siga.
Uppgávan varð mett sum
ein tann torførasta, og tað,
sum ráddi um, var úrtøkan.
Tá ið endaliga fer at verða
gjørt upp í oktober, verða
tað ikki lutaðar virðislønir
út fyri prýði og dygd í
avrikum. Tá verða tað
stigini, sum fara at telja, og
tey trý, sum HB fekk
leygardagin vóru kærkom-
in í strembanini at vinna
fjórða meistaraheitið á rað.
Ússaligt
HB hevur vunnið nógvar
glæsiligar sigrar, og teir eru
oftari farnir úr Klaksvík við
fullari úrtøku, enn teir eru
farnir við ongum. Eyðkent
fyri HB avrikini hevur ofta
verið hugflog og tekniskt
og taktiskt snildi.
HB skal eiga, at teir
leygardagin hildu seg til
taktikkin ella spæliætlan-
ina, sum teir høvdu avrátt.
Men tað var syndarligt við
hugflognum.
HB
eigur
vinnaramentan fram um øll
hini. Tað varð enn eina ferð
undirstrikað. Men fótbólts-
liga avrikið var ússaligt.
Heldur enn samanspæl á
jørðini við skjótum flyting-
um og síðuskiftum og øll-
um av tí slagnum, sum
plagdi at vera HB dygdir,
so var talan um primitivt
sparkarí.
Rúni Nolsøe og Kári
Nielsen á sentrala miðvøll-
inum vóru næstan blindir
ferðamenn. Tað áttu teir
ikki skuldina í sjálvir. Tað
tóktist vera álagt teimum í
verjuni ikki at spæla í føt-
urnar á miðvallarunum.
Heldur skuldi sparkast høgt
og langt, og so var setning-
urin hjá Hans á Lag og
Bárði Mortansson og seinni
Róki Jespersen stuðlaðir av
Jákupi á Borg og Tór-Ingar
Akselsen í borðunum at
renna og dríva á og at vinna
luftkríggið.
Oddaliðið legði stóran
dent á deyðbóltsstøðurnar,
og teimum fingu teir málini
burturúr, sum vóru orsøk
til, at øll stigini fóru av
vánni, sum lá í silvitni.
Tungur teinur
Spurningurin
er,
um
vágskálin skal vera tann
sama, tá ið toppur og
botnur verða vigaðir. Í
hvussu so er vóru klaksvík-
ingarnir undan stóru av-
bjóðingini illa sperdir í
botninum, og eftir 3-2 tapið
ímóti HB stendur tað upp-
aftur verri til.
Í sovornum førum er tað
torført at finna ugga, og
klaksvíkingar mugu stað-
festa, at tað framvegis eru
stórar vánir fyri, at tað
næsta kappingarár fer at
verða væl meiri av leygar-
dagsfótbólti í Klaksvík, enn
tað hevur verið í ár.
Men
hugburðurin
og
eisini leikliga avrikið vóru
hesa ferð hópin betri, enn
talan fyrr í ár hevur verið
um. Hesa ferð stríddust
klaksvíkingarnir, og teir
tóktust hava fingið væl
størri heimildir at spæla
fótbólt,
enn
mótstøðu-
menninir høvdu fingið.
Atli Danielsen og ikki
minst ógvuliga arbeiðssami
veteranurin Jan Joensen
høvdu betri tak á sentrala
miðvøllinum
enn
mót-
støðumenninir.
Arnhold
Joensen og Heðin á Lakjuni
í borðunum royndu at bjóða
seg til, og hóast allar tríggj-
ar støðurnar, sum bóru mál
til mótstøðuliðið við sær,
vóru orsøk til at seta
spurnartekin við verju-
partin og málverjan, so
mundi Jan Andreasen vera
ein tann stinnasti á heima-
liðnum.
Mál og møguleikar
Seinna umfarið var rættu-
liga undirhaldandi, tí tá
vóru skorað fimm mál, og
tá vóru aðrir møguleikar í
báðum endum.
Fyrra umfarið var ógvu-
liga fátækt. Serliga HB
tóktist hava tað torført, og
síðstu løtuna undan steðg-
inum høvdu teir góðan hug
at illneitast inn á hvønn
annan, og samstundis var
tað einki serligt, at mál-
verjin, Bárður Johannesen,
eftir samanstoyt við Heðin
á Lakjuni noyddist av
vøllinum.
Beinanvegin eftir steðgin
legði HB seg á odda, og tá
sá tað ikki gott út í KÍ
verjuni. Tróndur Vatnhamar
sendi langt og høgt fram á
KÍ hálvuna. Niclas Nicla-
sen og Tór-Ingar Akselsen
kapprunnu eftir bóltinum.
Spurningurin tóktist vera,
um tað skuldi vera KÍ
miðverjin ella málverjin,
sum skuldi sparka burtur.
Málverjin var á veg út, men
hann steðgaði á, og so setti
skjóti HB maðurin krúllin
undir bóltin, sum stiklaði í
málið.
So var mótbrekkan upp-
aftur tyngri hjá KÍ. Men
teir á heimaliðnum vildu
ikki leggja seg, og tá ið Atli
Danielsen úr ellivu metrum
hevði sent í málið, eftir at
Hans á Lag mest sum hevði
ligið
omaná
honum
í
sambandi við hornasparks-
støðu, so var futtur í KÍ og
heima áskoðarunum.
Annar heimasigurin á
HB í ár tóktist vera undir
borðinum, tá ið Hjalgrim
Elttør við fløtum langskoti
hevði lagt KÍ framum.
Uppspælið
líktist
tí
í
sambandi við fyrsta HB
málið.
KÍ málverjin sparkaði
høgt og langt, Hjalgrím
tamdi, rak mitt fyri og eitt
sindur upp á tvørs og
smekkaði so dygst inn við
nærra stólpanum. Fjar-
støðan var stór, og tað
kundi tykst sum um, at HB
málverjin átti at havt vart
fyri, men Tróndur var
óheppin og gleið, tá ið hann
skuldi venda aftur til nærra
stólpan.
KÍ,
sum
við
fram-
rættaðari útskifting tóktist
ætla sær at vinna, var
omaná. Teir tevjaðu blóð,
og Atli Danielsen var um
reppið at leggja teir fram-
um við tveimum málum.
Eftir uppspæl í vinstru og
flatt innlegg smekkaði hann
til úr fjúrtan metrum, men
Tróndur Vatnhamar bjarg-
aði fantastiska væl við
refleksbjarging omanfyri
høvdið og eitt sindur til
høgru fyri seg sjálvan.
Og mitt í KÍ trýstinum og
áganginum var Hans á Lag
tvær ferðir upp á spæl í
sambandi við deyðbólts-
støður. Í fyrra førinum
stútaði hann við nærra
stólpan og í málið, eftir at
langt innkast úr høgru var
longt innfyri, og í seinna
førinum stóð hann púra
blankur, tá ið hann við
handara stólpan við høvd-
inum stýrdi í kassan, eftir at
Rúni Nolsøe eitt sindur úr
vinstru hevði sent fríspark
innfyri.
Veðrið var tað sama fyri
báðar partar. Men meðan
klaksvíkingar mundu hava
besta hugin at fara undir
dýnuna, eftir at teir einki
høvdu
fingið
burturúr
lutfalsliga góðum avriki, so
sólaðu havnarmenninir sær!
KÍ-HB 3-2 (0-0)
0-1:Tór-Ingar Akselsen 47.
1-1: Atli Danielsen br 52.
2-1: Hjalgrím Elttør 72.
2-2: Hans á Lag 78.
2-3: Hans á Lag 81.
Dómari: Eiler Rasmussen
KÍ: Karstin Joensen - Leon Bjartalíð (Kristoffur
Jacobsen, 73.), Jan Andreasen, Niclas Niclasen,
Harley Bertholdsen - Arnhold Joensen, Jan
Joensen, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím
Elttør, Ovi Nysted
Gult kort: Arnhold Joensen, Atli Danielsen, Ovi
Nysted
HB: Bárður Johannesen (Tróndur Vatnhamar, 38.) -
Hallur Danielsen, Jóhannis Joensen, Rasmus
Nolsøe, Janus M. Joensen - Jákup á Borg, Rúni
Nolsøe, Kári Nielsen (Svenn Dam Jacobsen, 78.),
Tór-Ingar Akselsen - Bárður Mortanson (Rókur
Jespersen, 72.), Hans á Lag
Gult kort: Jóhannis Joensen, Kári Nielsen, Hans á
Lag,Tór-Ingar Akselsen
FAKTA UM DYSTIN
Eydnan blíðari ímóti toppi enn botni
Fyrrverandi liðfelagarnir Heðin á Lakjuni og Rúni Nolsøe dystast um bóltin. HB fór við øllum norðuri í Klaksvík, eftir at KÍ
hevði spælt ein tann besta dystin í longri tíð
Mynd: Bárður Lydersen