týsdagur 19. juli 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍF átti fyrra hálvleik
við húð og hár, men
NSÍ stýrdi eftir
steðgin. NSÍ dróg tó
longra stráið, tá
samanumkom
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
NSÍ orkaði einki fyri steð-
gin, men vespurnar úr
Runavík vóru hamskiftar
eftir steðgin, og einki rigg-
aði hjá fuglfirðingum í
seinna hálvleiki. Hetta er
eitt vælkent fyribrigdi í
fótbólti, har steðgurin eftir
teir 45 minuttirnar er við til
at venda gongdini full-
komiliga.
ÍF var flúgvandi
ÍF líktist als ikki einum
botnliði fyri steðgin, og
verjan hjá NSÍ hevði stórar
trupulleikar at basa Magna
á Lakjuni og Sylla D.
Ahmed, ið vóru fullir av
orku og tuskaðu verjuna
tunna.
ÍF fekk eisini fleiri góðar
málmøguleikar, men bert
tann eini kastaði nakað av
sær. Tað var Magni á
Lakjuni, ið rak oman ímóti
verjuni hjá NSÍ. Júst tá allir
væntaðu eina sending til
Sylla, setti Magni ferð á og
smeyg sær framvið Óla og
Viggo, ið vóru heldur pass-
ivir í miðverjuni. Leysur
við Jens Martini trillaði
Magni bóltin í netið dygst
úti við stongina.
Fuglfirðingar
høvdu
eisini aðrar góðar mál-
møguleikar,
men
einki
spurdist burturúr, og tað
máttu teir bøta fyri eftir
steðgin.
NSÍ ressaðist eitt lítið
sindur móti endanum av
fyrra hálvleiki, men ongir
málmøguleikar spurdust tó
burturúr.
NSÍ kom fyri seg
Í steðginum hevði venjarin
Trygvi Mortensen nøkur
álvarsorð við sínar leikarar,
og leikararnir lurtaðu eftir
øllum
at
døma
eftir
venjaranum.
Magni á Lakjuni varð
skiftur út í steðginum
vegna skaða, og tað gjørdi
møguliga sítt til, at ÍF ikki
hevði nakað stórvegis at
bjóða í seinna hálvleiki.
Hálvanannan minutt inn í
seinna hálvleik fekk NSÍ
útjavnandi málið. Helgi
fangaði ein leysan bólt á
hálvuni hjá ÍF. Hann gjørdi
skjótt av og sendi Ike
avstað, og hann var kaldur,
tá hann var einsamallur við
málverjanum.
Hetta gav NSÍ nýggja
orku, og tað lá í luftini, at
hetta ikki gjørdist einasta
NSÍ-málið eftir steðgin.
Bert
tíggju
minuttir
seinni fingu teir gulu og
svørtu sigursmálið. NSÍ
brýtur ígjøgnum í vinstra
borði, og bólturin kemur út
frá til Páll Mohr Joensen,
og hann langar til. Bólturin
ber við beinið hjá Rúna
Elttør og snýtir málverjan.
Eftir ein katastrofalan 1.
hálvleik sóu vit eitt nýtt
NSÍ-lið.
Eftir hetta var NSÍ nærri
3-1 enn ÍF var einum
útjavnandi máli. Ta einu
ferðina bjargaði ÍF á mál-
strikuni, og NSÍ skoraði
heldur ikki uppá eitt brots-
spark. Helgi L. Petersen
varð hálaður niður í brots-
teiginum, og dómarin peik-
aði á blettin. Óli Hansen
royndi seg, men Tórður
Thomsen
bjargaði
við
beinunum.
Móti
endanum
av
dystinum
varð
Bartal
sendur fram í álopið at
skapa órógv, men NSÍ
hevði so at siga alla tíðina
tamarhald á støðuni. Tó
vildu ÍF-ararnir hava eitt
brotsspark móti endanum,
men
dómarin
veitraði
spælið víðari.
Tað kundi verið verri
Trygvi Mortensen, venjari
hjá NSÍ, sigur, at hann var
fegin um, at tað bert var 1-
0 til ÍF í steðginum, tí
støðan kundi verið væl
verri fyri hansara lið.
- Vit fingu als ikki bil-
bukt við álopinum hjá teim-
um, og munurin kundi tí
verið størri í steðginum. ÍF
stóð seg heilt einfalt nógv
betri enn vit fyri steðgin.
Eg haldi, at dysturin frá
hósdegnum framvegis sat í
beinunum, sigur Trygvi
Mortensen.
Hann leggur afturat, at
tað var sera avgerandi fyri
dystin, at NSÍ fekk mál
beinanvegin eftir steðgin.
Hetta gav leikarunum blóð
á tonna og førdi teir til
sigurs.
Við tveimum sigrum í
teimum seinastu dystunum,
er NSÍ farið at elta odda-
liðini. Átta stig eru upp til
HB, men helst hava runa-
víkingar fyrst og fremst
Skála í kikaranum. Eitt er,
at triðja plássið gevur
atgongd til UEFA-Cup,
men tað er eisini tann
kommunali stoltleikin, ið er
uppá spæl í dystinum
millum hesi bæði liðini í
Runavíkar kommunu.
Tungt at vera botnlið
Petur Simonsen, venjari hjá
ÍF, sigur, at tað er tungt at
vera botnlið, og at hetta
ávirkar leikararnar mentalt.
- Vit eru ikki nøgdir við
fyrru helvt av kappingini.
Vit eru rímiliga væl við í
teimum flestu dystunum,
men vit eru ikki nóg
avgjørdir í álopinum, og
fleiri mistøk har afturi hava
kostað okkum dýrt, sigur
Petur Simonsen.
- At liggja í botninum
hevur
eisini
sálarliga
ávirkan á leikararnar, og
tað gerst tungt at lyfta seg
sálarliga til dystirnar. Eg
bíði til tað gleppur hjá
okkum og fer at ganga
betri, sigur Petur Simonsen.
Samanborið
við
dystin
ímóti HB í Gundadali, tá ÍF
tapti 9-0, var hetta eitt slag
av
uppreisn,
hóast
fuglfirðingar
ikki
eru
nøgdir við eitt tap á
heimavølli.
Hesuferð vóru Bartal,
Rúni við aftur, men stórur
saknur er framvegis í Pól
Ennigarð, ið fekk tríggjar
dystir leikbann fyri at hava
gjørt seg inn á ein KÍ-
leikara, og Símun Eliasen
er heldur ikki tøkur hjá
venjaranum.
Um ÍF skal gera sær
vónir um at lívbjarga sær í
bestu deildini er alneyðugt,
at teir royndu leikararnir
eru tøkir hjá venjaranum og
kunnu
lyfta
liðið
í
avgerandi løtunum.
20
Nr. 135 - 19. juli 2005
Venjarin hjá NSÍ
fílist á, at FSF ikki
hevur lagt uppfyri
evropeiskari luttøku
í leikskránni
LEIKSKRÁ
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Hóskvøldið spældi NSÍ í
oysandi regni ímóti lett-
iska liðnum Metalurgs á
Svangaskarði.
Dysturin
endaði við 3-0 sigri til
Metalurgs.
- Vit spældu á einum
óhugnaliga regntungum
vølli, og tað hevur tikið
nógva orku frá mínum
leikarum, sigur Trygvi
Mortensen.
- Tí áttu vit sjálvsagt at
fingið dystin fluttan til
mánakvøld eins og B36,
sum møtir GÍ á heimavølli
mánakvøld, sigur Trygvi.
Hann heldur ikki, at tað er
rímiligt, at dystirnir liggja
so tætt uppat hvørjum
øðrum, og at bert ein dagur
hevði gjørt stóran mun.
B36
leikti
eisini
hóskvøldið
UEFA-Cup
dyst ímóti íslendska liðn-
um ÍBV. Munurin er, at
B36 spældi á útivølli, með-
an NSÍ hevði heimadyst.
B36 hevði heitt á FSF
um at flyta dystin ímóti GÍ
til mánakvøld, og hesum
ynski gekk Kappingar-
nevndin á møti.
Formaðurin í Kappingar-
nevndini
ásannaði,
at
viðurskiftini
ikki
eru
optimal.
- Eg eri samdur við
Trygva í, at tveir dagar
hvíld ikki er nóg mikið.
Vit skulu geva feløgunum
so góðar umstøður sum
gjørligt fyri at stuðla
teimum í altjóða dystum,
sigur Bjarki Mohr.
NSÍ hevur ongantíð søkt
Kappingarnevndina um at
fáa dystin fluttan, og tí
hevur nevndin ikki tikið
málið upp.
Men skal Kappingar-
nevndin ikki vera fleksibul
og flyta dystin av sínum
eintingum, tá leikdagurin
er ásettur?
- Jú tað burdu vit verið.
Men um NSÍ hevði sent
eina umsókn, høvdu vit
viðgjørt støðuna. Eg kann
tó ikki garantera fyri, hvat
hinir limirnir í nevndini
høvdu sagt, sigur Bjarki
Mohr.
Bæði HB og B36 hava
gjørt innanhýsis avtalu við
KÍ um at flyta landskapp-
ingardystir til leygardag,
og har hevur KÍ víst væl-
vild við at ganga havnar-
feløgunum á møti í teirra
ynskjum. Her hevur Kapp-
ingarnevndin ikki verið
við
í
flytingini
av
spælinum.
ÍF-NSÍ 1-2 (1-0):
Áttu hvør sín hálvleik
Bartal Eliasen (við tunguni úti) og Jónstein Petersen í hornatøkum. Hóast ÍF var á odda í steðginum, var tað NSÍ, ið fór við
sigrinum Mynd: Álvur Haraldsen
ÍF-NSÍ 1-2 (1-0)
1-0: Magni á Lakjuni, 20.
1-1: Ikechukwu Onyema, 47.
1-2: Páll Mohr Joensen, 57.
ÍF: Tórður Thomsen - Fritleif í Lambanum, Bartal
Eliasen, Rúni Elttør, Áki Petersen - Hanus Eliasen,
Eyðun Ryggshamar (Eyðálvur Petersen, 59.), Høgni
Zachariasen,Frank Poulsen - Sylla D.Ahmed,Magni
á Lakjuni (Atli Petersen 46.)
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjálvur Nielsen, Óli
Hansen,Viggo Johannesen,Jónstein Petersen - Páll
Mohr Joensen (Kári Hansen, 65.), Helgi L. Petersen,
Bogi Løkin (Debus Danielsen 79.), Andy Olsen -
Ikechukwu Onyema, Dánial Hansen (Jústinus R.
Hansen 26.)
Gult kort: Fritleif í Lambanum, Rúni Elttør, Sylla D.
Ahmed - Bogi Løkin
FAKTA UM DYSTIN
Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ:
Ov lítil hvíld