týsdagur 19. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 135 - 19. juli 2005
Liðskiparin á
fótbóltslandsliðnum
hevur higartil spælt
hvønn minutt, sum
kvinnulandsliðið
hevur spælt. Og enn
hevur hon ongar
ætlanir um at gevast
FÓTBÓLTUR
Jákup/Jens Kristian
Lerwick: Tað var kanska
ikki annað væntandi, enn at
føroysku fótbólts-kvinnur-
nar fóru at endurvinna
gullmerkini á oyggjaleik-
unum. Kvinnur okkara
hava nevnliga enn til góðar
at tapa dyst í oyggjaleika-
høpi. Nakað sum esini hev-
ur fingið fólk at rópa av-
bjóðingina ov lítla.
Ítróttarliga var avbjóð-
ingin tó størri hesaferð, enn
hon hevur verið. Ikki minst,
tí talan nú eisini var um
tvey lið, sum kundu matcha
okkara, og tó at vit knógv-
aðu bæði Álandi og Ber-
muda, so var talan í báðum
førum um fínar dystir hjá
okkara kvinnum.
Tað ásannaði føroyski
liðskiparin, Bára S. Klak-
stein, eisini, men hon helt
kortini, at leikirnir væl
kundu verið meira áhuga-
verdir.
- Tað gav okkum sjálv-
andi nakrar tættari dystir, at
Bermuda og Áland vóru
við hesaferð. Men hin-
vegin, so haldi eg tað vera
keðiligt, at vit ikki fingu
nakra finalu hesaferð, nú
talan var um bólkaspæl.
- Ikki minst, tá vit
somikið tíðliga í kappingini
hittu Áland og Bermuda.
Tað gjørdi at vit longu
undan teimum báðum sein-
astu dystunum vóru púrasta
vísar í, at vit høvdu vunnið
gullið, og tí kundu vit í
nógvar mátar taka okkum
av løttum her.
Ongantíð skift út
Umframt at vera liðskipari
og aldursforseti á kvinnu-
landsliðnum, so hevur Bára
eisini eitt annað merkisvert
met í oyggjaleikahøpi.
Síðani fyrsta dystin, sum
var ímóti Isla of Man á Isle
of Man í 2001, hevur Bára
nevnliga spælt hvønn tann
einasta minutt hjá føroyska
liðnum. Og hóast hon ikki
vildi gera nakað stórvegis
burtur úr hesum, so við-
gekk hon, at hetta var
nakað, sum hon var eitt
sindur errin av.
- Tað er man sjálvandi
altíð. Tað er jú nakað serligt
í so máta.
Og hugsaði tú ongantíð
um, at hetta metið kanska
skuldi fara, um nú venjarin
valdi at skifta teg út í onkr-
um dysti?
- Tað haldi eg ikki, at tú
hugsar um, tá tú spælir.
Man fer út fyri at gera sítt
besta, og so má dysturin
ganga sína gongd. Líka
mikið um eg eri partur av
honum ella ikki.
Og ætlar tú tær eisini at
vera partur av liðnum um
tvey ár, tá kappast verður á
Rhodos?
- Ja. Tað verði eg,
staðfesti ein púrasta avgjørt
Bára Skaale Klakstein at
enda.
Álendski venjarin
hevði bara rósur til
føroyska kvinnu-
landsliðið. Men hann
ávaraði um, at
hansara gentur ætla
sær gull á leikunum
um fýra ár
FÓTBÓLTUR
Jákup/Jens Kristian
Lerwick:
Fyri føroyska
kvinnlandsliðið mundi tað
kennast hugagott, at Áland
hevði lið við á oyggjaleik-
unum, eftir at tey ikki vóru
partur av leikunum fyri
tveimum árum síðani.
Eftir
heiðursmerkja
handanina
fríggjadagin,
fingu vit orðið á álendska
venjaran, og hann duldi
ikki fyri, at júst dystirnir
móti Føroyum vóru ein av
orsøkunum til, at liðið aftur
hevði teknað luttøku.
- Tað vóri fíggjarligar
avmarkingar, sum gjørdu,
at vit ikki satsaðu upp á
kvinnufótbóltin fyri tveim-
um árum síðani. Vit byrj-
aðu ístaðin frá grundini, og
nú royna vit so at byggja
eitt nýtt lið upp. Og sum tú
kanska hevur sæð, so er
talan um sera ungar spæl-
arar, sum eru við hesaferð.
Fyri fýra árum síðani var
talan um ein kanón-dyst
millum Føroyar og Áland.
Vóru dystirnir móti Føroy-
um ein av orsøkunum til, at
tit aftur teknaðu luttøku.
- Sjálvandi vistu vit, at
dysturin móti Føroyum
fóru at verða tann truplasti,
og tað var kanska eisini her,
at størsta avbjóðingin lá.
Hinvegin, so roknaðu vit
ikki við, at vit fóru at vinna
á Føroyum. Okkara mál var
at taka ein dyst í senn, og at
vit skuldu standa okkum so
væl sum gjørligt, í hesum.
- Men upp á longri sikt,
so vilja vit altso vera við
heilt frammi í oddinum. Og
sjálvur gleði eg meg longu
til leikirnar á Álandi um
fýra ár, tá vit skulu taka
gullmerkini frá tykkum,
segði álendski venjarin við
einum stórum smíli at enda.
Sætta pláss
til Boga
Súkklingin fekk eingi
heiðursmerki á hesum
sinni, men í seinastu
kappingini var tó nær
við, at Bogi Kristiansen
helt lív í góðu hagtølun-
um, sum føroysku súkkl-
ararnir hava havt.
Bogi var nevnliga heilt
frammi í feltinum tað
mesta av tíðini, tá súkkl-
ararnir við fullari ferð
drønaðu runt í gamla
býarpartinum í Lerwick.
Hann megnaði tó ikki
at fylgja heilt við, tá
feltið móti endanum
skrædnaði. Ein súkklari
av Man fór seinastu
umgangirnar av álvara
avstað, og so fóru hinir
súkklararnir
undir
jagstranina. Tað eydn-
aðist fýra súkklarum at
súkkla seg heilt nær
vinnaranum undan sein-
asta umfarinum, men tó
at teir fingu somu tíð, so
rakk hetta ikki til at taka
Man-búgvan.
Beint eftir førarafeltið
sat Bogi Kristiansen
fremstur í einum bólki
av fýra, men teir gjørdust
altso 3,7 sekund ov
stuttir í mun til høvuðs-
feltið.
-jm
Nýggjur
formaður
Lerwick:
Altjóða
Oyggjaleikanevndini –
IGA – hevði aðalfund í
Lerwick týsdagin, og
millum annað var nevnd-
arval á skránni.
Formaðurin, sviin Bo
Frykenstam, legði frá
sær, og hann var sam-
stundis valdur til heið-
urslim í nevndini fyri
lívið. Hann hevur sitið í
nevndini í nógv ár og
hevur verið formaður
síðani 2001.
Nýggjur formaðurin er
av Isle of Man, og hann
eitur Brian Partington.
Hann hevur verið vara-
fomaður í nevndini til
nú.
Hini fólkini í nevndini
hjá IGA eru: Jørgen
Pettersen (Áland), Eric
Legg (Guernsey), James
Johnston (Hetland) og
Donna
Jones
(Ynes
Mon).
-ek
Hvønn minutt í hvørjum gulli
Føroyski liðskiparin helt tað vera keðiligt, at kappingin hesa ferð varð skipað sum bólkaspæl
- Vit byggja eitt nýtt lið upp,
og tí roknaðu vit ikki við
nøkrum hesaferð. Men bíða
bara til tit koma á vitjan á
Álandi um fýra ár, helt
álendski venjarin, eftir at tey
høvdu tikið móti
silvurmerkjunum
fríggjadagin
Vit vinna á heimavølli