týsdagur 19. juli 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 19. juli 2005
25
Tey ungu
fingu besta
úrslitið
Landsliðið í borðtennis,
sum var við á Oyggja-
leikunum í Heltandi, var
blaðungt, men tað fekk
besta úrslitið hjá føroy-
ingum nakrantíð
BORÐTENNIS
Eyðun/Jens Kr.
eydun@sosialurin.fo
Sandwick:
Millum
teirra, sum fegnaðist um
øll heiðursmerkini hjá
føroysku
borðtennis-
spælarunum í Hetlandi,
var fleifaldi føroyameist-
arin Petur Niclasen.
Hann var við sum ein
av leiðarunum á ferðini
til Hetlands, og hann var
fegin, tá ið kappingin
var av fríggjadagin.
– Hetta er ein stórur
dagur. Vit hava ongantíð
fyrr fingið eitt so gott
úrslit á Oyggjaleikum,
segði Petur Niclsen.
Stóri vinnarin á lið-
num var 21 ára gamli
Thomas
Rasmussen,
men hóast sín unga
aldur var hann næstelsti
spælarin
á
liðnum.
Kjartan Eli Hentze er
nakað eldri, men hini
trý, sum royndu seg í
kappingini,
eru
øll
yngri.
Besta
úrslitið
nakrantíð
Men hóast hetta eydn-
aðist føroyska liðnum at
vinna bronsumerki í
liðkappingini, og hart-
afturat kláraðu Thomas
Rasmussen og Kjartan
Eli Hentze at draga
heiðursmerki í land í
bæði einmansleiki og
tvímansleiki.
– Ja, vit kunnu vóna,
at hetta er eitt ættarliðs-
skifti, sum er farið fram.
Tað er tað, sum vit hava
roynt at arbeitt fram
ímóti, vit mugu bara
vóna,
at
hetta
er
framtíðin fyri okkum.
– Vit mugu eisini
vóna, at úrslitini á
Oyggjaleikunum kunnu
smitta av upp á ítróttin
heima. Danir hava til
dømis upplivað, at nú
teir
vunnu
europa-
meistaraskapið fyri lið,
eksploderaði limatalið í
feløgunum, so vónandi
kunnu vit eisini fáa
okkurt burtur úr hesum
úrslitinum, segði Petur
Niclasen.
Nýggi landsliðs-
spælarin í borðtennis
var skuffaður av
sínum egna spæli í
byrjanini av kapp-
ingini, men Thomas
Rasmussen tók sær
um reiggj og vann at
enda gull. Nú ætlar
hann sær at halda
feriu frá borðtennis,
og hann fer í studio
saman við rockbólk-
inum, har hann
spælir trummur
BORÐTENNIS
Eyðun/Jens Kr.
eydun@sosialurin.fo
Sandwick:
Vónirnar til
nýggja landsliðsspælaran í
borðtennis vóru stórar und-
an Oyggjaleikunum.
21 ára gamli Thomas
Rasmussen, sum hevur
ættarbond úr Føroyum,
men býr í Danmark, skuldi
verða minst líka sterkur
sum størsta vónin seinastu
Oyggjaleikirnar, Kjartan
Eli Hentze, og í Danmark
spælir Thomas í eini hægri
deild enn Kjartan Eli.
Men Thomas fekk ikki
nakra serliga góða byrjan í
liðkappingini, og hann tapti
onkran av fyrstu singledyst-
unum. Spurningurin var so,
um vónirnar til nýggja
mannin
vóru
órímiliga
stórar undan kappingini.
– Eg havi ikki hugsað so
nógv um, at tað vóru stórar
vónir til mín í hesari
kappingini. Men eg var
øgiligar skuffaður, eftir at eg
hevði
tapt
teir
fyrstu
singledystirnar í kappingini.
Men vóru tað vónir til mín,
so haldi eg, at eg livdi upp
til tær til endans, segði
Thomas Rasmusen, eftir at
hann sum fyrsta umboðið
fyri Føroyar nakrantíð hevði
vunnið
einmansleikin
í
borðtennis
á
Oyggja-
leikunum.
Hevði lúrt hann av
Í byrjanini av kappingini
tapti Thomas dystin ímóti tí
sterka
Phil
Ogier
av
Guernsey, og í finaluni var
tað júst hesin spælarin sum
bíðaði.
Men nú bar til hjá
Thomas,
sum
vann
finaluna 4-2 í settum.
– Hesaferð hugsaði eg
meg eitt sindur betur um. Eg
var komin inn í spælið hjá
honum, tí eg hevði hugt eftir
honum nakrar ferðir, og so
royndi at brúka skilið meira
og ikki gera so nógv mistøk.
Fanst tú nakrar veikar
síður við hansara spæli?
– Nei, ikki beinleiðis
veikar síður, men eg fekk
rætta mínar veiku síður.
Drúgvur dystur
Finalan varð spælt var upp í
fýra, og tí var dysturin eitt
sindur longri enn hinir
dystirnir í kappingini.
– Eg byrjaði væl og kom
fram um 3-0. Tá spældi
hann ikki so væl, meðan
mítt spæl var gott. Men tá
ið dysturin er so langur, so
visti eg, at hann fór at koma
í gongd fyrr ella seinni, og
tað gjørdi hann. Men at
enda fekk eg so vent
dystinum aftur.
– Kanska bleiv tað í so
tætt til seinast, men tað var
nóg gott, og fyrst og fremst
vildi eg vinna dystin, segði
Thomas, sum kundi fegnast
um 4-2 sigurin.
– Tað kennist forloysandi
at vinna gullið eftir eina
viku við hørðum arbeiði.
Tað vóru nógvir strævnir
dystir, og tí er tað deiligt at
vinna gull.
Umframt
gullið
hjá
Thomas vann Kjartan Eli
bronsu í einmansleikinum,
og tað er besta úrslitið, sum
føroyyskt borðtennis hevur
fingið á Oyggjaleikum
nakrantíð.
Feria í studio
Thomas Rasmussen dugir
ikki bara at spæla borð-
tennis, hann er eisini
trummuspælari í einum
rockbólki í Danmark, og
teir hava spennandi ætlanir
fyri framman.
– Nú fari eg at halda
summarferiu
frá
borðtennis, og vit fara í
studio at spæla eina fløgu
inn. Ætlanin er at geva
fløguna út, og vit skulu
sjálvir standa fyri øllum,
sigur Thomas Rasmussen.
So hann fer næstu tíðina at
halda meira í trummustikk-
arum enn borðtennisbattini,
men tað gongur neyvan
long tíð, áðrenn tað er
øvugt aftur.
Thomas hugsaði seg um og vann
Thomas Rasmussen gjørdi bart í sínari
fyrstu Oyggjaleikakappping og vann gull í
einmansleikinum. Hann var bæði fegin og
errin, tá ið hann tók ímóti gullinum ovast
á sigurspallinum
Landsliðið í borðtennis vann heili fýra heiðurs-
merki á Oyggjaleikunum í Hetlandi.
Føroysku borðtennisspælararnir vóru: Kjartan Eli
Hentze, Thomas Rasmussen, Marin í Dali, Ragnar
Egilsson og Susie Midjord
Gull:
Thomas Rasmussen í einmansleiki
Bronsa:
Kjartan Eli Hentze í einmansleiki
Thomas Rasmussen og Kjartan Eil Hentze í
tvímansleiki
Liðið í liðkappingini
FAKTA
Thomas Rasmussen og Kjartan Eli Hentze syrgdu fyri góðum
føroyskum medaljufongi í borðtennis