týsdagur 19. juli 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 135 - 19. juli 2005
Fyri fyrstu ferð eydn-
aðist tað føroyska
badmintonliðnum at
vinna tvey heiðurs-
merki til Oyggjaleik-
irnar. Venjarin var
nøgdur við úrslitið,
hóast hann iðraði seg
eitt sindur um, at tað
ikki gjørdist til eitt
gullmerki í einmans-
leikinum
BADMINTON
Eyðun/Jens Kr.
eydun@sosialurin.fo
Lerwick:
Føroyska
badmintonliðið fekk sítt
besta úrslit á Oyggjaleikun-
um nakrantíð, tá ið tað
eydnaðist at vinna tvey
heiðursmerki í Hetlandi.
Ragnar Rasmussen vann
bronsu í einmansleikinum,
og Aksel Poulsen vann silv-
ur, eftir at hann tapti final-
una ímóti grønlendska Bror
Madsen, sum eisini hevði
sent Bjart Lamhauge og
Ragnar
Rasmussen
úr
kappingini.
Liðið hjá føroyingunum
endaði sum nummar 5 í
kappingini.
– Eg eri sera væl nøgdur
við hesa kappingini. Fyri-
skipanin hevur verið góð,
og úrslitið hjá okkum er
eisini fínt. Vit fingu tvey
heiðursmerki, og tað er
fyrstu ferð, at Føroyar hava
klárað tað. At vit so ikki
fingu eitt gullmerki til
seinast, var keðiligt, men
samanumtikið var úrslitið
gott, segði venjarin hjá
føroyingunum, Jonas Gai.
Iðraði seg um
finaluna
Aksel Poulsen hevði eina
góða kapping, og hann
hevði møguleikan fyri gulli
í einmansleikinum, tá ið
hann kom í finaluna. Har
eydnaðist tað tó ikki at
vinna.
– Aksel helt seg væl til
ætlanin, sum vit høvdu
lagt. Aksel skuldi royna at
spæla Bror runt á vøllinum,
og tað gekk heilt væl. Bror
sló rættiliga væl, og hann
kom nær linjunum alla
tíðina. Aksel sló eitt sindur
ov langt til tíðir, men hann
helt seg til ætlanina. Tað
var bara ikki nóg mikið í
dag, segði Jonas Gai.
– Bror ger eitt sindur
færri feilir enn Aksel, og tí
vinnur hann. Tá ið Aksel
klárar at spæla hann runt á
vøllinum, so vinnur Aksel
eisini bóltarnar. Men tíverri
so gjørdi Aksel ov nógv
mistøk í dag.
Tað tykist sum Føroyar
hava
fleiri
góðar
og
spennandi badmintonspæl-
arar í løtuni, og á Oyggja-
leikunum fáa teir hóskandi
avbjóðingar.
– Oyggjaleikirnir passa
væl til føroyskt badminton.
Støðið er soleiðis, at vit
kunnu vera við, og vit
kunnu spæla upp ímóti
teimum flestu oyggjunum.
Vit fingu eitt fimta pláss í
liðkappingini, men um vit
høvdu fingið møguleikan
at spæla ímóti Grønlandi
ella Hetlandi, sum vóru
frammanfyri okkum, so
rokni eg við, at vit kundu
fingið eitt gott úrslit, helt
venjarin.
Eyðun/Jens Kr.
eydun@sosialurin.fo
Sandwick: Borðtennis-
spælarar íðka sín ítrótt
við einari batt í hondini.
Teir sláa, temja og smasja
við hesum runda skapilsi,
sum er reytt á aðrari
síðuni og svart á hinari
síðuni.
Men meðan tað er
vanligt í øllum øðrum
ítróttargreinum at velja
sær sínar egnu litir á
útgerðini, um tað so eru
skógvar, troyggjur, hosur,
hár ella bogar, so er tað
eitt sindur øðrvísi í
borðtennis.
Thomas Rasmussen var
ein av føroysku borð-
tennisspælarunum
á
Oyggjaleikunum
í
Hetlandi.
Thomas, hví er battið
altíð reytt á aðrari síðuni
og svart á hinar síðuni?
– Tað er tí, at tú skalt
kenna mun á yvirflatuni á
battinum. Tilfarið er ikki
tað sama á báðum síðun-
um, so tú skal síggja mun
á, hvørjum hann slær við.
Er tað neyðugt at síggja
mun á, hvørjari síðu hann
slær við?
– Ja, tí at summir
spælarar
spæla
við
knobbum á aðrari síðuni,
og tí er tað umráðandi, at
tú ikki verður snyttur,
men sært hvørjari síðu
hann slær við. Tað er
ymiskt, hvussu skrúvan
er á bóltinum, alt eftir
hvørjari síðu hann slær
við. Í finaluni var hetta
ikki so týdningarmikið, tí
hann spældi heilt frammi
við borðið alla tíðina,
men tá ið spælarar spæla
longur burtur frá borðin-
um, ger tað mun, hvørjari
síðu hann slær við.
Hvat so, um tú skuldi
havt hug at spælt við
einum gulum og reyðum
batti?
– Nei, tað gongur ikki.
Tey verða slettis ikki
gjørd í teimum litunum.
Tú fært eisini bláar og
grønar battir, men øll
spæla við svørtum og
reyðum.
Hvussu nógv batt hevur
tú við til Oyggjaleikirnar?
– Eg havi mítt egna við,
og so havi eg lánt tað hjá
pápu mínum eisini. Hann
spælir við sama trænum,
sum eg brúki. Eg havi tað
við sum eyka, um mítt
skuldi brotna ella blivið
burtur, men eg spældi
allatíðina við mínum
batti.
So pápi tín spælir eisini
borðtennis?
– Ja, hann spælir í sama
felag sum eg, og vit spæla
tvímansleik saman. So vit
spæla nakrar góðar dystir
við familjuskeldi og tí
heila…
Hvat kostar eitt batt?
– Eini 500 ella 600
krónur.
Reytt og svart
og einki annað
Venjarin var nøgdur
við úrslitið
Aksel Poulsen fekk silvur í einmansleiki í badminton
Thomas Rasmussen fekk gullmerki í einmansleiki í
borðtennis