Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 136 - 20. juli 2005 Ungi og evnaríki listamaðurin, Sámal Blak, hevur seinastu tríggjar vikurnar evnað ein tríggjar metur høgan pap- mache fuck you fing- ur til framførsluna hjá 200 á G! fríggja- kvøldið. G! Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo "Um tú sigur, at okkara argumentir eru for tunn, so koma vit bara eftir tær við papmache fuck you fingrinum". Soleiðis syngur vælum- tókti og argandi punkbólk- urin 200 á einum av sínum eyðkendu samgum á fyrru fløguni hjá bólkinum. Tað sær nú ikki mætari út, at 200 fer at gera álvara av ætlaninum og koma eftir okkum øllum við ræðslu- vekjandi fuck you fingrin- um á G! Festivalinum um vikuskiftið. Í einum kjallararúmi í Hoyvík hevur ungi og evna- ríki listamaðurin Sámal Blak seinastu tríggjar vikurnar evnað ein tríggjar metrar høgan fuck you fingur til framførsluna hjá tónleikabólkin 200 á G! Festivalinum. Tá vit støkka inn á gólvi hjá Sámali týsmorgunin um hálvgum ellivu tíðina lýður væl við arbeiðnum. Ungi listarmaðurin er við at leggja seinastu hondina á verkið, og hann væntar, at fingurin verður endaliga liðugur einaferð miku- dagin. -Eg gjørdi fyrst eina beinagrind úr træi, og síðan havi eg nýtt avísir og lím. Arbeiðið hevur tikið góðar tríggjar vikur, og tað hevur verið ótrúligt og øðrvísi at gjørt, greiðir Sámal Blak frá. 200 plaga at venja í somu kjallarhølum, sum pap- mache fingurin verður gjørdur, men seinastu vikurnar hava Niels Arge Galan, Uni Árting og Mikal Blak verið noyddur at vant í øðrum hølum, tí fingurin rúmar so mikið í rúminum, at tað er ikki bæði pláss fyri manningini og fingrinum í senn. Stórar ætlanir Tað er ikki hissini ætlanir, sum manningin 200 hevur við papmache fingrinum til framførsluna á Gøtusandi fríggjakvøldið. Ætlanin er, at tann góði tríggjar metrar høgi fingurin skal vera útgjørdur við jarnrørum, sum fara at físa bæði royk og fýrverk. Ein motorur verður eisini undir fingrin- um, sum fer at gera, at fing- urin fer at mala runt, meðan 200 punkar á senuni fríggjakvøldið. Stóri fuck you fingurin verður kortini ikki einsa- mallur á G! Sámal Blak hevur eisini gjørt 100 smáar fuck you fingrar, sum vera til sølu á G! Festi- valinum. Prísurin verður - ikki heilt óvæntað- 200 krónur fyri hvønn. Fyrireikarnar á G! Festi- valinum hava eftir øllum at døma frætt um fingurin, og teir hava tí spurt mann- ingina í 200, um tað eru møguligt sýna stóra fing- urin fram á festival økinum leygardagin, og tað hevur manningin játtað. Sámal hjálpir 200 at siga fokk jú -Eg gjørdi fyrst eina beinagrind úr træi, og síðan havi eg nýtt avísir og lím. Arbeiðið hevur tikið góðar tríggjar vikur, og tað hevur verið ótrúligt og øðrvísi at gjørt, sigur Sámal Blak, sum hevur gjørt ein góðar metrar høgan papmache fuck you fingur til framførsluna hjá 200 á G!. Mynd: Bárður Yvirlivdi 25 tímar í sjónum Mánadagin varð ein týskur sjómaður tikin upp úr sjónum í Vester- havet við Danmark, eftir at hava svomið fyri lívinum í samfullar 25 tímar. Hetta er nógv longri enn tað, sum Søværnets Operativ Kommando metir sum mestu yvirlivilsistíð á sjónum. SJÓLÍV Týskarin datt fyri borð sunnudagin, og seinna- partin mánadagin góvust teir at leita, tí teir mettu hann vera druknaðan. Tríggjar tímar seinni varð saknaði týskarin kortini funnin á lívi einar 200 metrar úr landi. Søværnets Operative Kommando (SOK) fer nú at kanna, um tann higartil metta yvirlivilsi- stíðin, sum teir ganga eftir, tá leitað verður eftir fólki á sjónum, er ov stutt og tí má endur- skoðast. - Í hesum førinum vístu allar talvur og allar kurvar okkara, at maður- in átti at missa vitið eftir seks tímum í sjónum í tí 17 stiga heita vatninum. Og við teim klæðunum hann var í, var tað lítið sannlíkt at hann var á lívi 14 tímar seinni. - Tí eru 25 tímar í 17 stiga heitum vatni eitt stórt loyndarmál fyri okkum, sigur Johnny Mikkelsen í SOK við norska blaðið Aften- posten. sb.