mikudagur 20. juli 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 20. juli 2005
3
Einans
1000
atgongu-
merki eftir
til G!
Í gjár varð tjaldingin til
G! Festivalin útseld, og
fyrireikararnir vænta, at
atgongumerkini til sjálv-
an festivalin verða útseld
í vikuni. Longu nú eru
4.000 fólk við atgongd
báðar dagarnar, hetta er
tó við starvsfólki og
tónleikarum íroknaðum.
Festivalurin loyvir sostatt
bara 1000 gestum afturat
hvønn dagin við vikuskift-
is og einsdagsatgongu-
merkjum íroknaðum.
Forsølan slær øll met í ár
og er hópin størri enn í
fjør, sum aftur var hópin
betri enn árið fyri. Tað
tykist sum um føroyingar
eru farnir at keypa í
forsølu, hetta hevur ikki
verið serliga vanligt fyrr.
Báðir teir stóru festivalar-
nir njóta gott av hesum.
Sølan av atgongumerkj-
um til G! á alnetinum er
latin aftur fyri hesuferð.
Men enn fáast atgongu-
merki á Shellstøðum,
Kunningarstovum
og
Posthúsum.
nud
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 23. juli verður
árliga Laksa- og Sølutorgið
í Runavík hildið. Handl-
arnir í Handilsmiðdeplin-
um í Runavík hava langan
leygardag hendan dagin,
opið verður til kl. 17.00.
Møguleiki verður at royna
ein góðan ókeypis bita av
laksi. Kokkar úr matstovuni
Casa Blanca eru á staðnum
og veita góð ráð.
Á marknaðinum kanst tú
keypa ferskan fisk, blómur,
klæðir,
brúktar
leikur,
lopputing og nógv annað.
Harumframt verður køku-
tombola, kafé og fiski-
brunnur.
Á pallinum verða ymisk
tiltøk frá G! Festival, sum
er hetta sama vikuskiftið.
Tiltøkini byrja kl. 11 við
ungum fólkatónleikarum úr
Hetlandi og Føroyum. Kl.
12 verður eitt tiltak fyri
børn, kl. 13.00 Fólkatón-
leikur við Nadin úr Irak og
kl. 14.00 Fólkatónleikara-
trioin Færd úr Danmark og
Svøríki.
Tjaldingin
á G! útseld
Fyrireikarnir
fyri
G!
Festivalin boða frá, at
tjaldingin til ársins festi-
val er útseld áðrenn festi-
valbyrjan. Hetta hóast
kapasiteturin er meira
enn tvífaldaður.
Tað merkir at fleiri enn
500 tjalda á tjaldingarøk-
inum við Gøtugjógv. Í
vikuskiftinum avgjødrdu
fyrireikararnir at loyva
100 fólkum inn afturat.
Hetta var alt selt í sunnu-
kvøldið.
nud
Laksa- og Sølu-
torg í Runavík
Tíðindaskriv
Í sambandi við Laksa- og
sølutorgið í miðbýnum í
Runavík komandi leygar-
dag, verður listaframsýning
við málningum hjá Gunnvá
Justinussen
í
Gamla
Handlinum hjá Olivar.
Gunnvá hevur málað síð-
an hon var barn, men
seinastu árini hevur hon
gjørt meira við tað enn áð-
ur. Hon málar akryl og ak-
varell málningar. Flest allir
málningarnir
ímynda
landsløg og hús, men tó eru
nakrar hugflogsmyndir inn
ímillum.
Øll eru vælkomin inn á
gólvið í hugnaliga Gamla
Handlinum hjá Olivar.
Listaframsýningin
er
opin leygardagin 23. juli
frá kl. 11 - 15.
Listaframsýning í Gamla
Handlinum hjá Olivar