mikudagur 20. juli 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 136 - 20. juli 2005
Størsta útstykkingin í
Føroya søgu sæst nú
aftur í landslagnum.
Mánakvøldið vórðu
fyrstu sethúsini á
økinum sett upp í
Gortrugøtu
SETHÚS
Snorri Brend
Myndir: Bárður
Hoyvíkshagin: Enn líkist
hetta risastóra økið í Hoy-
víkshaganum Suður ikki
einum bústaðarøki. Men nú
verður ikki leingi aftrat, til
fólk kann flyta inn í fyrstu
húsini.
Mánakvøldið
arbeiddi
menn
frá
fyritøkuni
»Dygdarhús« við at rigga
til uppsetingina av teimum
fyrstu
húsunum,
sum
Gunnlaugur Sighvatsson
eigur.
Fyrrapartin í gjár vórðu
skilaveggir og útveggir
settir upp, og seinnapartin
skuldi miðhæddin eftir
ætlan verða liðug.
Her er talan um eini eini
88 fermetra stórum húsum,
sum verða bygd á eitt 300
fermetra stórt grundøki.
Hetta er størsta mát, ið
loyvt er at byggja á hesum
økinum.
Húsini eru 11 ferðir 8
metrar til støddar, og við
einum lofti er talan um
omanfyri 160 fermetrar í
bú-areali.
Henda fyritøkan leggur
seg eftir at gera eina liðiliga
loysn til kundan, soleiðis at
hesin hevur stóra ávirkan á
tey lyklakláru húsini og
eisini á prísin. Tí kundin
hevur sjálvur møguleika at
gera ávís arbeiði sjálvur.
Stutt byggitíð
Arbeiðið uppá hesi fyrstu
sethúsini í Hoyvíkshagan-
um Suður byrjaði fyri ein-
um mánaði síðani.
Eftir at avtalan var undir-
skrivað, varð tilfarið bílagt
úr Danmark, og mánamorg-
unin kom so alt hetta rúgv-
usmikla tilfarið til landið á
tveimum trailarum.
Eftir varð so hjá monnun-
um í Dygdarhúsum at seta
øll hesi elementini saman
til eini sethús, og tað ar-
beiðið byrjaði so mánadag-
in.
Gongur sum ætlað kunnu
tey fyrstu fólkini flyta inn í
hesi húsini um ikki so langa
tíð. Sambært heimasíðuni
hjá Dygdarhúsum er byggi-
tíðin fyri lyklaklár hús
einans fýra mánaðir.
Tá teir eru lidnir við hesi
húsini fara teir víðari til
næstu uppgávuna, sum er at
seta upp eini onnur sethús í
Streymnesi.
Fyrstu
sethúsini í
gerð
Pætur Hansen (myndin) rekur Dygdarhús saman við bróðuri
sínum Boga M. Hansen. Her er hann í ferð við at rætta av,
áðrenn húsini verða sett upp
Framleiðsla av sethúsum
1. Húsini hjá Dygdarhúsum verða gjørt sum
elementir, har vindeygu og hurðar verða ísett. Alt
hetta verður gjørt inni á eini verksmiðju undir
góðskueftirliti. Síðani verða elementini uppsett
saman við innveggum, soleiðis at húsini eru vind- og
veðurtøtt eftir bert tveimum døgum. Húsini eru
klødd við timbri, har klædningurin er grundmálaður
frá verksmiðjuni.
2. Kundin hevur møguleika at hjálpa til at byggja.
Tað, sum er eftir at gera, kann kundin sjálvur gera,
ella hann kann velja onkra arbeiðstøku burturúr. Í
hesum sambandi kunnu teir bjóða tilfar til at gera
húsini liðug við.
3. Ynskir kundin tað, kunnu teir eisini gera húsini
lyklaklár.
FAKTA
Hesi fyrstu sethúsini í Hoyvíkshaganum Suður eru 88 fermetra
stór. Tey verða neyvan standandi leingi einsamøll, tí arbeitt
verður allastaðni í grannalagnum við somu endamálum
Føroyskir peninga-
stovnar skulu virka
eftir somu treytum
sum stórar altjóða
fyritøkur. Tað setir
størri krøv – men
gevur eisini størri
yvirskot
PENINGASTOVNAR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Føroyskir peningastovnar
fáa við ársbyrjan heilt aðrar
treytir at virka eftir. Verandi
lóg um »finansiel virksom-
hed« verður dagførd við
kongligari fyriskipan, tá
málsøkið er danskt.
Dagføringin er komin til
Føroya úr Brússel umvegis
Danmark. Lógin merkir
munandi harðari treytir fyri
føroyskar peningastovnar.
– Vit skulu virka eftir
somu treytum sum stórir
altjóða
peningastovnar,
sum eru skrásettir á parta-
brævamarknaði,
sigur
Janus Petersen, forstjóri
fyri Føroya Banka.
Flestu týðandi broyting-
arnar hava við roknskapin
hjá
peningastovnum
at
gera. Eitt minstakrav verð-
ur eisini sett fyri, hvussu
nógvur peningur skal til
fyri at seta ein peninga-
stovn á stovn.
– Fyri at seta ein pen-
ingastovn á stovn skal egin-
peningurin vera átta milli-
ónir evrur(uml. Seksti mió.
Kr., blðm.), men tríggjar av
hesum kunnu nýtast til
byrja virksemið við, sigur
Durita Eliasen, fulltrúi í
Fíggjarmálaráðnum.
Allir føroyskir peninga-
stovnar hava nóg mikið av
eginpeningini
sambært
nýggju lógini. Tað hevði
heldur ikki fingið fylgjur
fyri ein av verandi peninga-
stovnum, um so var, tí
treytin um eginpening er
galdandi
fyri
nýggjar
peningastovnar.
Tað verður danska fíggj-
areftirlitið, sum framvegis
fer at halda eyga við før-
oysku peningastovnunum
og átala stovnarnar, tá eftir-
litið metir tað vera neyðugt.
Lógin varð endaliga ein-
mælt samtykt 20. april í ár.
Við lógini fylgja ikki færri
enn 61 kunngerðir. Lógin
kemur í gildi 1. januar
2006, men allar kunngerð-
irnar verða ikki settar í gildi
fyrr enn árið eftir.
Solvens
Sambandið millum eina
váða meting av aktivinum,
t.e. ognir og virði hjá pen-
ingastovnunum, og skyld-
urnar verður kallað fyri
solvensur. Hesin skal í dag
í minsta lagi vera átta pros-
ent. Allir føroysku peninga-
stovnar eru væl omanfyri
hetta mark. Í framtíðini
skulu
peningastovnarnir
sjálvir meta um teirra sol-
venstørv. Fíggjareftirlitið
skal góðkenna solvens-
krøvini.
Ein váða meting av
hvørjum einstøkum við-
skiftafólki skal eisini ger-
ast. Og hetta setir eisini
krøv til peningastovnarnar.
– Hetta verður gjørt fyri
at fáa eina rættvísa mynd
av, hvønn váða peninga-
stovnarnir seta sær, sigur
Durita Eliasen.
Àvirkan
Nýggja lógin fær helst
størsta ávirkan á Elektron,
ið umsitur telduskipanirnar
hjá føroysku peningastovn-
unum.
– Hetta er stórt arbeiði
fyri okkum. Vit gera eina
skipan til at rokna burtur-
leggingar og váða, og tað
krevur nógva tíð, sigur
Niels Christian Nolsøe,
stjóri fyri Elektron.
Mett verður ikki, at tann
vanligi kundin hjá føroysku
peningastovnunum fer at
merkja tað nógva til dag-
føringina av lógini. Tað er
mest innanhýsis hjá pen-
ingastovnum, at tað fer at
merkjast.
– Upp á longri sigt merk-
ir hetta nakað fyri kundan,
tí peningastovnar fáa nak-
rar nýggjar reglugerðir um
góðan sið. Men tað merkir
ikki tað nógva fyri kundan í
fyrstu atløgu, sigur Janus
Petersen.
Størri yvirskot
Dagføringin
av
lógini
merkir eisini, at burturlegg-
ingar, t.e. peningur at
standa ímóti tapi við, verð-
ur skipaður eftir ørðvísi
reglum.
– Burturleggingar fella
burtur, og heldur verður
talan um niðurskrivingar.
Tað skal vera staðfest, at
talan er um eitt tap, áðrenn
niðurskrivingin
verður
framd, sigur Janus Peter-
sen.
Hetta fer at merkja størri
yvirskot til peningastovn-
arnar í fyrstu atløgu. Eitt nú
vildi Suðuroyar Sparikassi
kunnað víst á eitt yvirskot
fyri fyrstu seks mánaðirnar
av árinum, um burturlegg-
ingarnar hjá teimum vórðu
skipaðar eftir nýggju lóg-
ini.
– Eg eri ikki vísur í, at
hetta er tann rætti mátin.
Føroyski búskapurin er ikki
so fjálltáttaður, og kreppur
kunnu gera seg galdandi,
sum hava stóra ávirkan.
Men vit mugu halda okkum
til lógina, sigur Janus
Petersen
Strangari krøv til bankar og sparikassar
Strangari krøv
til bankar og
sparikassar