Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 20. juli 2005 5 Norsk Veritas er nú liðugt at kanna leiklutin hjá MRCC støðini í sambandi við vanlukkuna, tá ið Jøkulfell gekk burtur fyrr í ár SJÓBJARGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – MRCC støðin tók eina hóskandi avgerð, men tað besta hevði at sent eina tyrlu á vanlukkustaðið skjótari enn tað varð gjørt. Tað staðfestir Norske Veritas í kanningini, sum tað hevur gjørt um leiklutin hjá MRCC støðini í sam- bandi við vanlukkuna, tá ið Jøkulfell fekk burtur í ein landnyrðing úr Fugloy 7. februar. Eftir vanlukkuna varð funnist harðliga at MRCC støðini fyri at hon ikki hevði sent føroysku bjarg- ingartyrluna á staðið, men ístaðin læt hana standa og bíða til yvirlit varð fingið yvir støðuna. Tí gjørdi landsstýrismað- urin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø av at seta eina óhefta kanning í verk av bjargingini og hann bað Norsku ráðgevingarfyritøk- una »Det Norske Veritas« um at gera kanningina. Frágreiðing varð handað Fiskimálaráðnum fyri ein- um mánaða síðani og síðani hevur hon verið til ummæl- is hjá viðkomandi pørtum. – Frágreiðingin staðfest- ir, at avgerðin hjá Sjóbjarg- ingarstøðini um fyrst at senda sjóverjuskipið, Væd- deren, ið lá norðanfyri Før- oyar og sum hevði tyrlu umborð, til vanlukkustaðið, samanhildið við at senda føroysku Bell 412 bjarging- artyrluna, ið var stødd á flogvøllinum í Vágum, var ein hóskandi avgerð, sigur Fiskimálaráðið í einum tíð- indaskrivi. Det Norske Veritas stað- festir somuleiðis í frágreið- ingini, at um fyrimyndar- liga varð atborið, kundi bjargingararbeiðið gingið nakað annarleiðis. Eitt nú hevði tað verið hóskandi at sent tyrlu á vanlukkustaðið, skjótari enn tað varð gjørt. Nógv viðurskifti at bøta um Samstundis vísir Norsk Veritas á fleiri viðurskifti í sjótilbúgvingini, ið bøtt eigur at verða um. Hugsað verður bæði um venjingar, mannagongdir, og samskifti. Fiskimálaráðið tekur frá- greiðingina og tilmælini frá Det Norske Veritas til eftir- tektar. Stig verða nú tikin til at styrkja um tilbúgvingina og at seta í verk tær ábøtur, sum Det Norske Veritas mælir til í sínari frágreið- ing. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú heitt á Elmar Højgaard, leiðara á Fiskiveiðieftirlit- inum, um saman við virk- andi leiðaranum á Sjóbjarg- ingarstøðini, Jóhan Jacob Jakobsen, at taka stig til eitt samstarvsráð, har allir part- ar, sum vanliga taka lut í sjóbjarging eru umboðaðir. Samstarvsráðið skal styrkja um samstarvið í tilbúgving- ini, tryggja at mannagongd- ir eru greiðar og at sam- skiftið er ótarnað. Somu- leiðis skal samstarvsráðið ráðgeva landsstýrismannin- um um, hvørji átøk eiga at verða framd fyri at styrkja og betra føroysku tilbúgv- ingina á sjónum. Fyrsta uppgávan hjá sam- starvsráðnum verður at við- gera tilmælini um ábøtur í frágreiðingini frá Det Norske Veritas umframt viðmerkingarnar frá øðrum tilbúgvingarpørtum til hesa frágreiðing. Leiðarin sagt seg frá Leiðarin á Sjóbjargingar- støðini, Djóni Weihe, hevur ikki verið til arbeiðis, með- an kanningin hjá Det Norske Veritas varð gjørd. Djóni Weihe, sum skuldi byrja aftur í starvinum nú, hevur søkt um farloyvi. Fiskimálaráðið hevur ging- ið umbønini á møti. Djóni Weihe hevur sam- stundis boðað frá, at hann ikki heldur tað vera menn- andi fyri Sjóbjargingarstøð- ina, um leiðsluviðurskiftini eru ógreið ta tíð, ið hann hevur farloyvi. Hann hevur tí boðað frá, at hann ikki ætlar sær aftur í starvið sum leiðari á Sjó- bjargingarstøðini tá ið far- loyvið endar, so tá ið bygn- aðarviðurskiftini á Sjó- bjargingarstøðini eru við- gjørd, fer Fiskimálaráðið at søkja eftir nýggjum leiðara. Fyribilssetti leiðarin á Sjó- bjargingarstøðini, Jóhan Jacob Jakobsen, fer at røkja leiðarastarvið á Sjóbjarg- ingarstøðini til nýggjur leiðari er settur. MRCC og Jøkulfell: Neyðugt at bøta um fleiri viðurskifti Gravmaskinurnar uttan fyri barnagarðin á Norðasta Horni arbeiða av lívsins kreftum í hesum døgum. Herfyri fekk Tórshavnar býráð boð um, at barna- garðurin á Norðasta Horni er sjúnkaður nakað, og fyri at fyribyrgja, at barnagarð- urin sjúnkar enn meira, er eitt umfatandi umvælingar- arbeiði sett í verk á Norð- asta Horni. Ætlanin er at grava runt um allan barnagarðin, og at steinseta bygningin av nýggjum. Við framkomnari tøkni skal felagið, Articon, spræna nýtt betong undir bygningin, so barnagarður- in kann rættast upp aftur. Borgarstjórin í Tórshavn- ar kommunu, Heðin Mor- tensen, sigur, at umvæling- ararbeiðið fer at kosta ein góða millión krónur. Borg- arstjórin sigur, at orsøkin til, at barnagarðurin er sjúnkaður stavar helst frá upprunaligu byggingini av barnagarðinum, sum ikki hevur verið nóg góð. .páll Forkvinnan í Javnstøðu- nevndini seinastu knapt trý árini hevur lagt frá sær. Annika Wardum Joensen sigur, at hon gevst í nevndini vegna vantandi politiskan stuð- ul. Dimmalætting skrivar, at Annika Wardum Joen- sen hevur so at siga onki hoyrt frá politiska mynduleikanum, síðani hon legði frá sær fyri nøkrum vikum síðani. Tað er landsstýrismaður- in við heilsumálum Hans Pauli Strøm úr Javnaðar- flokkinum, sum umsitur javnstøðumál. Lógin um javnstøðu varð samtykt á Føroya Løgtingi í 1994. Við javnstøðulógini varð tað lógarfest, at arbeiðsgev- arar hava ikki loyvi at gera mismun á starvs- fólki vegna kyn, og at kvinnur og menn skulu hava somu løn fyri sama arbeiði. Jan Mortensen, sum umboðar arbeiðsgevar- arnar, sigur, at spurn- ingurin er, um skipanin ikki skal endurskoðast. – At Annika Wardum Joensen hevur lagt frá sær er eitt symptom uppá, at skipanin ikki virkar. Fíggjarliga orkan røkkur ikki til at koyra tað stóra í Javnstøðu- nevndini. Tú kanst ikki fáa ein persón at brúka alla sína orku upp á Javnstøðunevndina, tá fíggjarlig orka ikki er til tess. Tað er upp til Før- oya Landsstýri at gera av, um man vil gera nakað við javnstøðuspurningin. Sum er hava vit eina javnstøðunevnd við ein- ari játtan á fíggjarlógini. Tað er tað heila. Tað tyk- ist við hesum, at politik- arar eru slopnir undan at taka støðu til spurningin um javnstøðu, sigur Jan Mortensen. Tað bar ikki til at hitta landsstýrismannin við heilsumálum Hans Paula Strøm, tí hann er farin í feriu. -hkm Annika Wardum lagt frá sær: Vantandi stuðul Norsk Veritas mælir til at gera fleiri ábøtur á sjóbjargingarstøðini í Føroyum Barnagarður sjúnkaður: Umvælingararbeiði fyri milliónina Eitt umfatandi umvælingararbeiði er sett í verk á Norðasta Horni. Orsøkin er, at barnagarðurin er sjúnkaður Mynd: Jan Müller