mikudagur 20. juli 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 136 - 20. juli 2005
HETLANDSFERÐ (1)
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eg havi mangan hugsað um
– og líka sum beundrað -
teir, sum í samband við 100
ára dagin hjá sluppini,
Ester, sigldu niður til
Grimsby við smáu slupp-
ungunum og glastrevja-
bátunum.
Hetta er langur teinur, og
eg minnist, at líkindini á
hesi ferðini ikki vóru tey
bestu.
Umborð á táverandi vakt-
arskipinum, Ólavi Halga,
sum var í fylgi við bátunum
niðureftir, eygleiddu vit
hesi smáu før. Onkuntíð var
so tvassut, at vit gingu ikki
turrføttir av brúnni á hesum
gamla trolara og framundir
bakkan, hóast hetta var í
bestu ársins tíð. Á Het-
lands-leiðini lógu smáu
bátarnir og veltu sær, og
stundum sást tú heilt aftur
undir botnin á teimum.
Hevði ikki hugsað mær tá
at verið umborð á einum av
hesum smáu bátum í so
langa tíð.
Ferðin úr Føroyum og
niður til Grimsby tók fleiri
samdøgur, og menn vóru
avbardir, tá ið teir náddu
upp land. Matgerðin um-
borð mundi vera so sum so,
tá ið líkindini vóru ringast.
Tá ið vit vóru komnir um
Sumburgh Head, sum er
suðurendin á Hetlandi,
valdi onkur einstakur bátur
ikki at halda leiðina fram,
men leggja norðuryvir og
inn á Lerwick.
Veðrið blíðkaði, og vit
høvdu gott veður, tá ið vit
nærkaðust Grimsby. Nakrar
av bátsmanningunum løgdu
at borði á Ólavi Halga, so-
leiðis at menn kundu fáa
eitt harðliga tiltrongt brúsu-
bað, áðrenn stevnt varð inn
í havnina í Grimsby.
Sluppirnar, Jóhanna og
Westward Ho, vóru saman
við Ester við á hesi ferðini,
og ein av teimum, sum
gekk deksvakt og hevði
róðurtørn, sum allir aðrir
umborð á Jóhonnu, var
Eivind Vilhelm, varabispur.
Ove Mikkelsen var skipari
á Jóhonnu, og hann læt væl
at skipsfelaga sínum.
Hetlandsferð
Vit flyta nú tíðina upp til
summarið 2005. Tað er
mikudagur, 5. juli, og vit
eru umborð á glastrevja-
bátinum, Ethel hjá Erhardi
Mortensen.
Eigarin er ikki við, tí
hann fer til Noregs at
ferðast saman við unnustu
síni, Kirstin. Umborð á bát-
inum er Bergur Johansen,
13 ára gamli sonur hansara,
Magni, og undirritaði.
Vit eru á ferð til Het-
lands. Løgdu úr Vágsbotni
um 17.30-tíðina týsdagin,
5. juli – í fylgi við fimm
øðrum bátum við Anfinni
Norðfoss umborð í glas-
trevjabátinum, Gerd, sum
oddamanni.
Gerd er snøggur glas-
trevjabátur, bygdur í Bø.
Aðrir bátar í fylginum eru
eitt nú ein AWI 27 bátur,
Styrja og seglbáturin, Pega-
sus. Feðgarnir, Jógvan og
Kjartan Mørkøre, prestur,
eru saman við einum triðja
bátsfelaga eisini við í
fylginum. Umborð á sætta
bátinum, Áarløki, sum er
ein minni glastrevjabátur,
eru tveir menn og 13 ára
gamla dóttirin hjá øðrum
teirra.
Nú teldan er komin á
borðið, hava vit siglt í einar
18 tímar, og vit vænta at
verða undir landi um einar
6-7 tímar.
Náttin hevur verið tvass-
ut. Hann var høgur í ættini,
og vit høvdu hann aftan
tvørs. Seinni gekk hann
meira vesturá, og stundum
var neyðugt at leggja hekk-
una uppí vindin og sigla
undan, tá ið aldurnar høvdu
hug at bróta. Ferðin lá um
sjey míl, og undan aldunum
var hon viðhvørt millum 11
og 12 míl.
Tað gekk væl at sigla, og
hóast vindurin mundi liggja
millum 13 og 15 metrar um
sekundið, tá ið hann var
mestur, var einki órógv á
manningini umborð á Eth-
el. Lagið var gott; menn
svóvu á "frívaktini" og
vóru positivir.
Her gongur fínt, var hug-
burðurin – og tað gjørdi
munin.
Náttin var illfýsin, men
stutt og ikki so ógvuliga
myrk, hóast luftin tóktist
eitt sindur illveðurskend.
Tað gekk væl at fylgja
við hinum bátunum, men í
náttarmyrkrinum og undan-
gonguni var neyðugt at
halda eina ávísa fjarstøðu
millum bátarnar, ið stungu
seg ymiskar vegir undan
aldunum. Viðhvørt kámað-
ust smáu ljósini frá hinum
bátunum, so tú visti ikki
rættiliga, hvør stavnamað-
urin var. Men so sigldi tú
bátarnar uppaftur.
Einir 2-3 skvampar skutu
seg gjøgnum náttina upp
ímillum presendingina og
stýriborðssíðu og endaðu
inni á borðinum, har ein
hálvetin bógvur og nakrar
breyðflisar lógu. Kanska
var bógvurin eitt sindur
saltari morgunin eftir, enn
hann
hevði
verið
um
kvøldið - men breyð og við-
skera høvdu vit ríkiligt av á
ferðini.
Vit høvdu onga neyð.
Fínasta veður
Sum náttin leið, morgunin
byrjaði at lýsa, og vit vóru
komnir væl og virðiliga
suður av Sandoyarbankan-
um, gjørdist veðrið eisini
blíðari, og út á fyrrapartin
mikudagin
høvdu
vit
fínasta veður og sól.
Teir, sum eru royndir á
sjónum, hildu, at soleiðis,
sum veðrið hevði verið um
náttina, hevði ikki verið
siglt, um sami vindur hevði
ligið inn á gronina. Tá
høvdu vit ligið við bátinum
upp í ættina, men framdrift-
in hevði verið lítil, og tað
hevði verið nógv "tramp".
Í
besta
summarveðri
komu vit seint seinnapartin
mikudagin undir land og
løgdu leiðina gjøgnum Yell-
sundið, sum er millum
oynna, Yell og oynna, Main-
land.
Innsiglingin er vøkur. Í
stýriborðssíðu stinga nakrir
hólmar ella stakkar seg
leysir úr landi, og í bak-
borðssíðu sæst lága lendið á
oynni norðanfyri. Í sundin-
um eru fleiri smáar oyggjar
og hólmar, sum eru væl-
vallaðir og vakrir á at líta –
og nógvastaðni er útgrunt.
Tað tekur nakrar tímar at
sigla ígjøgnum sundið og
eystur á oynna, Whalsay,
sum liggur góðan tíma
norðanfyri Lerwick. Sigli-
tíðin gjøgnum Yell-sundið
avhongur av streymviður-
skiftunum. Tað kann reka
rættiliga hart, og eingin ivi
er um, at tað eisini kann
gerast tvassut, um tað rekur
upp í ættina. Sjálvt hetta
vakra kvøldið í stilli vóru
streymkantar og smáar íður
uppi í støðum.
Anfinn
Norðfoss
í
bátinum Gerd leiddi okkum
trygt gjøgnum Yell-sundið
Ein tvassut nátt í opnum báti
Lagt verður út á hav, og
skjótt eru teir seks bátarnir,
sum fylgjast, komnir suður
um Borðuna. Við Áarløki er
ein 13 ára gomul genta, pápi
hennara og ein vinmaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Náttin var illfýsin, men stutt og ikki so ógvuliga myrk, hóast luftin
tóktist eitt sindur illveðurskend. Í náttarmyrkrinum og undangonguni
var neyðugt at halda eina ávísa fjarstøðu millum bátarnar, ið stungu seg
ymiskar vegir undan aldunum.Viðhvørt kámaðust smáu ljósini á
havinum, so tú visti ikki rættiliga, hvør stavnamaðurin var. Nakrir
skvampar skutu seg upp ígjøgnum presendingina og bátssíðuna og
endaðu inni á borðinum. Sosialurin var við í ferðini, tá ið føroyskir sigl-
arar gjørdu "innrás" í Hetlandi, og í komandi bløðum fara vit at hava
frásøgn og myndir frá áhugaverdu ferðini