Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 20. juli 2005 7 og eystur á oynna, Whalsay, har vit vóru um 23-tíðina mikukvøldið. Tá vóru 29 tímar umlidnir, síðan vit settu kós úr Borðuni um nátturðatíð kvøldið fyri. Á Whalsay, har stívliga 1000 fólk búgva, lógu vit í tvær nætur, áðrenn kósin varð sett móti Lerwick um middagsleitið hósdagin. Á oynni hittu vit av tilvild eina havnarkonu, sum hevur búð í Hetlandi í fimti ár. Hon giftist bretskum hermanni, og maður henn- ara doyði fyri umleið 20 árum síðan. Vit hildu fyri, tá ið vit møttu henni í túninum, at Hetland er eitt vakurt land. - Jú, her er vakurt, men Føroyar eru vakrast, segði blíða havnarkonan, Mia, sum vit fara at venda aftur til í eini aðrari grein úr Hetlandi. i millum Føroyar og Hetland Nú nátt kemur á, er frískur vindur og sjaskut í veðrinum. Vit hava hann aftan tvørs og stýra undan, tá ið aldan brýtur Mynd: Vilmund Jacobsen Ferðin til oynna, Whalsay og bygdina, Synbister, sum liggur hálvan annan tíma norðanfyri Lerwick, tók 29 tímar. Smá- gentan, Tóra, sum er við Knørri úr Kollafirði, er troytt eftir longu ferðina Mynd: Vilmund Jacobsen Morgunin eftir skein sólin oman og niðan, og mangir sjófararar nýttu høvi at sóla sær og ganga túrar í vøkru og hugnaligu bygdini, har havnarkonan, Mia, hevur búð í mong ár Mynd: Vilmund Jacobsen Seinna helming av ferðini høvdu vit fínasta veður og sól. Nú eru vit í vøkru innsiglingini til Yell-sundið, sum er millum oynna Mainland og Yell Mynd: Vilmund Jacobsen