Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 136 - 20. juli 2005 Føroyar hava í øldir ligið avbyrgdar frá umheiminum. Her hava føroyingar búleikast og bert fáir útlendingar hava sett seg niður her í farnari tíð. Teir fáu, sum komu uttaneftir vóru mest danskir embætismenn og hand- verkarar. Alt gott um tað - teir førdu mangar nýggjar og góðar tankar til landið eins og nýggja tøkni. Tá talan er um nýggja tøkni, so er sluppfiskiskapurin ein tann størsta tøkniliga kollveltingin í Føroya søgu. Hesa tøkni lærdu føroyingar av hetlendingum. Hinvegin hava føroyingar seinni lært frá sær ymiska fiski- vinnutøkni. Vit lærdu týskarar og norðmenn at flekja. Vit lærdu norðmenn, danir, íslendingar og grønlend- ingar at fiska rækjur úti á havmiðum. Soleiðis koma flest øll búskaparlig og tøknilig framstig av, at ymsar mentanar møtast og skifta um vitan og royndir. Soleiðis hevur tað verið heilt síðan fornøld, og mannaættin hevði ikki havt tikið øll síni tøkniligu, búskapaligu og mentanarligu framstig, um ikki søguliga menningin gekk fyri seg á hendan hátt. Arabar, sum fluttu seg heilt upp til Spaniu, lærdu europæarar støddfrøði, læknakynstur og stjørnufrøði. Gjøgnum alla søguna hava menniskju flutt úr einum landi í annað. Hetta er ein nátúrlig gongd - ein menning. Føroyingar eru fluttir til Danmarkar, Noregs, Íslands og Grønlands umframt til onnur meira fjarskotin lond. Vit hava er í blaðnum havt nógvar spennandi og hugtakandi søgur um føroyskar lagnur í fjarskotnum londum. Oftast er talan um góðar søgur um føroyingar, sum í heilt øðrum heimspørtum hava skapað sær eina innihaldsríka og trygga tilveru, og gjørt mikið gagn í nýggjum heimlandi. Útlendingar eru eitt tilfeingi í einumhvørjum landi. Teir koma við frískum eygum og duga at síggja møguleikar og avbjóðingar, sum, eitt nú, vit, ið hava búð her altíð, kanska ikki síggja. Vit høvdu seinasta vikuskifti dømi um mann, eina dana, sum flutti til Føroya í 1974, og sum hevur búð her síðani hetta ár. Hesin maður hevur saman við konu sínu, sum er úr USA, ríkað føroyskt tónleikalív sum nakar. Hvussu hevði føroyskur tónleikur verið staddur, um hesi hjún ikki vóru flutt til Føroya, kundu vit spurt. Hetta er eitt gott dømi um, hvønn ríkandi og mennandi týdning tilflytarar hava her hjá okkum. Vit kundu nevnt nógv dømi innan at kalla øll samfelagsøki. Okkara ítróttalív, heilsuverk, útbúgvingarverk t.d. musikkskúlin og okkara ídnaður, serstakliga fiskiídn- aður høvdu verið illa fyri uttan allar teir mongu og dugnaligu útlendingar. Søgan kennir nógv dømi um tjóðir, sum komu illa fyri av at fara illa við útlendingum. Søgan kennir eisini óteljandi dømi um tjóðir, sum blómaðu eitt nú tí tær tóku væl ímóti útendingum. Vit eiga at læra av søguni, vit eiga at bera okkum at sum klók og siðmentað tjóð og fara væl við fólki úr øðrum tjóðum, ið velja at seta búgv í her hjá okkum i styttri ella longri tíð - ella fyri lívið um tað skal vera. Hesi fólk eru menniskjanligt tilfeingi hjá føroyska samfelagnum eins og føroyingar eru tilfeingi, hvar teir enn seta búgv uttan fyri landoddarnar. Sosialurin fer í komandi vikuskifti- sbløðum at seta fokus á útlendingar, sum eru fluttir til Føroya at búgva og arbeiða. Fyrsta greinin var í blaðnum seinasta leygardag, og var tað samrøða við tónlista- mannin Kristian Blak. DAGSINS MEINING Sosialurin Útlendingar eru tilfeingi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. "Tey ríkastu" og propagandakallarnir Thomas Arabo Propaganda At reka propaganda er bara ein smartur máti at lúgva uppá. Tjóðveldistoppar hava nú eina tíð propagand- erað við, at skattalættin uppá 60 milliónir er farin til "tey ríkastu" og "tey hægstløntu". Eg vísti á, í grein í Sosialinum fyri góð- ari viku síðan, at hetta pass- aði ikki, tí tey hægstløntu vóru vard av 50% regluni. Ì bløðunum nú um viku- skiftið síggi eg, at Niels Juel Arge gevur mær rætt, men samstundis vísir hann á, at tað eru bert heilt høgar inntøkur, ið verða vardar av hesari reglu. Líka mikið, tað eru so "tey hægstløntu" og "tey ríkastu", sum ikki hava fingið skattalætta. 50% markið. 50% markið fer uppeftir, tá ið tær høgu inntøkurnar fáa lætta. Í 1998, tá ið Tjóð- veldisflokkurin kom í Landsstýrið, var hetta mark galdandi fyri inntøkur uppá á leið 400 túsund krónur. Henda síðsta hækkingin ger, at markið fer upp frá ca 700 krónum til góðar 830 túsund krónur. Hvar lopið frá 400 túsind til 700 túsund er komið frá, kann NJA kanska greiða okkum frá. 60 milliónir - hvør fær tær? Havi mett leysliga, um hvussu býtið av hesum 60 milliónunum er. Eri komin fram til, at umleið 15 milliónir fara til inntøkur oman fyri 300 túsund krón- ur og restin - 45 milliónur - fara til inntøkur frá 300 túsund og niðureftir. Og álvaratos, eg fái meg ikki til at øsa meg upp um, at ein inntøka uppá 25 túsund um mánaðin og minni - har- ímilum nógvar ungar skuldartyngdar familjur í nýggjum húsum við børn- um - fáa ein lætta. Samhaldsfasti Gjaldið til samhaldsfasta verður hækkað í samband við skattalættan. Hækking- in er tilsamans _ % av løn- arútgjaldingini, og vit eiga at leggja merki til, at hetta er av øllum lønum, t.v.s, at hetta í mun til skattalættan eisini rakar "tey ríkastu" og "tey hægstløntu". Minnist ikki, at hetta gjaldið, sum í síðsta enda kemur okkara pensionistum til góðar, bleiv hækkað í tíðarskeiðn- um 1998 - 2005. Lønirnar oman fyri 300 túsund koma ætlandi at gjalda umleið 8 milliónir um árið, so hetta hjálpir vónandi eitt sindur uppá forargilsið hjá NJA! Skrivifrælsi NJA rekur uppundir, at eg renni ørindir fyri Javnaðar- flokkin og nærmast skrivi vegna flokkin. Eg kann forvissa um, at eg skrivi út frá egnu sannføring og vit- an, og eg standi bara til svars fyri mínari sam- vitsku. Eg eri ikki limur í einum so fínum flokki, at eg má biðja um loyvi at hava eina meining og spyrja, hvat eg skal meina. TÍÐINDASKRIV Í vikuskiftinum 22.-24. juli verður skipað fyri einari summarstevnu í Norð- depli/Hvannasundi. Nógv áhugavert verður á skránni, so sum uttandura firma fótbóltskapping á vøllinum (Fossánesi) og Krokk-kapping, og skjóti- kapping verður eisini fyri einstaklingar. Á stevnuøk- inum verður tivoli, hoppi- borgir, skjótibani og ymiskt annað. Leygardagin verður skipað fyri kappróðri fyri old girls 5 mf, og oldboys 10 mf, og álvaróður fyri gentur og dreingir. Eisini verður skipað fyri útimøti á stevnuøkinum og togtogan verður ímillum bygdirnar í Norðuroyggjum og klaksvíkingar. Leygar- kvøldið spæla Two of us til dans, tað eru Hans Jakku (Shaky) og Magni Huus- gaard, sum manna hendan bólkin. Stevnan verður sett av borgmeistaranum leygar- dagin kl. 14.00. Skráin verður lýst í bløðunum í komandi viku. Summarstevna í Norðdepli/Hvannasundi Listafram- sýning við Pól Skarðenni Fríggjadagin 15. juli kl. 17.00 lat Pól Skarðenni upp listaframsýning í Gallarí oyggin á Tvøroyri, hann sýnur fram oljumálningar við motivum úr Suðuroynni. Framsýningin endar 3. august,opið er allar dagar uttan mánadag frá kl. 14.00-18.00.