Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 20. juli 2005 9 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður, at kæri maður mín, pápi, abbi og bróðir okkara Svend Julian Næs ættaður úr Nesi í Hvalba andaðist á sjúkrahúsinum í Hillerød 15. juli 73 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Lyng kirkju hósdagin 21. juli kl. 13. Familjunar vegna Malan Tey,ið vilja minnast Julian,kunnu lata eina peningagávu til Hvalbiar kirkju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Hjalgrim Sofus Magnussen andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur og kransar og takk til øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. familjunnar vegna Helga 70 ár Í dag 20. juli verður Theodor Hansen, lærari, 70 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. Theodor var borin í heim vid Gjógv tann 20. juli 1935. Hann er sonur Katr- inu Mariu og Hans Jákup Hansen, bæði ættað frá Gjógv. Í 1954 fluttu tey øll til Havnar, tá Theodor fór á læraraskúla, haðani hann tók prógv í 1958. Á læraraskúlanum møtti hann Ingerð, hon var ættað úr Sandavági, dóttir Olgu og Niels Joensen. Tey giftust tann 12. sep- tembur 1959 og fingu trý børn: Hans Petur, Anna Maria og Jógvan Sørin. Í 1991 gjørdist Ingerð álvarsliga sjúk og tað var Theodori ein stór sorg, tá ið hann misti konuna í 1993. Men Theodor fann góða troyst í góðum vinfólki, og ikki minst abbabørnunum: Emil, Trine, Magnus, Inga Maria og Jónfinni. Tvey av abbabørnunum búgva í Danmark, og oftani kemur abbin at ferðast. Tá verður stákað óført í køkin- um saman við abbabørnun- um, serliga tær góðu før- oysku og tjúkku pannukøk- urnar verða oftani bakaðar. Í 41 ár starvaðist Theodor sum lærari, fyrst í Húsavík, har hann eisini røkti starvið sum klokkari, urguleikari, gravari og deknur. Í 1963 fluttu tey til Havnar, har Theodor fekk starv sum lærari á Tórshavnar Komm- unuskúla. Har starvaðist Theodor í næstan 36 ár, og í 1999 fór hann frá, men hann er virkin vikarur á skúlanum enn, og tað er hann ógvuliga glaður fyri. Gjøgnum alt lívið hevur Theodor skrivað og umsett eitt ótal av bókum og smá- søgum. Honum dámar væl at skriva, og tað kemst eisini av at Theodor altíð hevur havt ein sera stóran kærleika til tað føroyska málið. Hann hevur eisini luttikið í nógvum felagsvirksemi, og hevur m.a. verið sera virkin í KFUM í Havn, og hevur sitið í nevndini í hesu- m felagnum, eins og í Kristiligum Lurtara- og Síggjarafelag og í Blákrossi. Vit fara at ynskja tær hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum, og takka fyri alt tað góða, tú altíð hevur verið fyri okkum øll. Kærar heilsanir børn, abbabørn og mamma Elin Poulsen er fødd 20. juli 1935 í Sørvági. Foreldrini vóru Maria og Poul Andrias Mortensen. Elin er yngst av átta systkjum. Tey eru fimm beiggjar og tríggjar systrar. Sum ung genta fór Elin til Havnar at arbeiða í kram- búð. Hon starvaðist fyrst eitt skifti í Kovanum og síðani í Køkubúðini. Hetta tíðar- skeiðið búði hon hjá Annu Fíu og Andrias Jacobsen. Tað var meðan hon búði í Havn, at hon kom til per- sónliga trúgv á Harran Jes- us, og hevur tað verið ein týðandi partur og merkt hennara lív síðan. Tað var eisini her hon møtti Poul Jóhannes Poulsen frá Ljósá, sum hon seinni giftist við. Síðani gekk leiðin vestur aftur til Sørvágs har hon í eitt stutt skifti arbeiddi í handlinum hjá Hjarril Ras- mussen áðrenn hon 1. juni 1957 giftist og búsettist við Ljósá har hon hevur verið síðani. Augusta Poulsen, systir Elina giftist nakað áðrenn hetta við Andrias Poulsen, bróðir Poul Jóhannes og gjørdist hetta tískil dupult- gifta. Tey búsettust eisini við Ljósá. Augusta fyllir 75 ár tann 28. juli og vilja vit nýta høvi til eisini at ynskja henni hjartaliga tillukku við degnum. Og eina hjart- ans tøkk fyri alt hon hevur verið fyri okkum. Hesi bæði húskini komu at hava nógv í felag. Tey deildu bát, bø og seyð, høvdu kúgv í felag og deildu enntá bilin tá hann kom. Brøðurnir róðu út saman, og var hetta teirra lívsbreyð inntil teir løgdu frá sær vegna aldur. Eftir at Elin var gift og flutt til Ljósá hevur hon verið heima og passa hús og heim. Tað hevur altíð verið nokk at tikið fatt í og hennara partur hevur ongantíð ligið eftir. Hon var óføra røsk bæði í egningarskúrinum, í hoygg- ingini og við at passa kúnna. Hon hevur altíð givið seg allan fyri sín mann, síni børn og ommubørn. Hon er tann vit altíð kunnu heita á og hon er altíð klár við eini hjálpandi hond og tað vilja vit so inniliga takka fyri. Elin og Poul Jóhannes fingu fimm børn saman. Poulinu Østerø, Marita Danielsen, Sólrun Poulsen, Lis Drewsen og Eljón Poul- sen. Tilsamans eiga tey ell- ivu ommu- og abbabørn. Vit vilja við hesum ynskja mammu og ommu okkara hjartaliga tillukku við føðingardegnum og Harrans signing í komandi árum. Elin er burturstødd á føð- ingardegnum. Ynskja børn og ommubørn Elin Poulsen við Ljósá, 70 ár Heilsan til Theodor Hansen á 70 ára degnum Dagurin 20. juli Elias. Dagurin verður hildin til minnis um profetin Elias, sum Kongabøkurnar í Gamla Testamenti siga frá. Í Føroyum hevur hann fingið navið Líggjas. Bíbilskt navn, ið merkir Jahve er Guð mín. Í dag, mikudagin 20. juli, verður Terji á Lakjuni 50 ár. Hann er leiðari í Stuðuls- stovninum, sum hevur við stuðulin til føroyingar undir útbúgving at gera. Terji er fuglfirðingur. For- eldrini eru Maria og Jákup Oluf á Lakjuni. Pápin doyði 4. desember 1999, og Mia býr framvegis í húsunum, sum vóru trygt barnaheim hjá Terja og brøðrum hans- ara. Teir eru seks brøður: Victor, Páll, Harry, Jógvan, Terji og Eyðun. Victor býr í Klaksvík, og allir hinir búgva í Fuglafirði. Eftir at hann í 1976 hevði lokið studentsprógv í Hoy- dølum, royndi Terji eitt sindur av hvørjum. Hann var eitt nú vikarur í fólka- skúlanum, og so var hann okkurt rendi til skips. Í 1978 fór Terji til Bergen at lesa sálarfrøði á lærda há- skúlanum har. Eftir at hava verið har í tvey ár, var hann aftur í Føroyum í eitt ár, og síðani flutti hann til Dan- markar, har hann las sálar- frøði og samfelagsfrøði á Roskilde Universitetscenter. Í 1987 var Terji liðugur við lesturin. Hetta sama árið fekk Terji starv á Føroya Handilsskúla. Fyrstu árini arbeiddi hann í Havnini, men tá ið skúlin í Eysturoy í 1989 gjørdist dagskúli, flutti hann hagar at arbeiða. Fyrsta árið var skúlin í Fuglafirði, og síðani 1990 hevur skúlin verið á Kambsdali. Umframt at undirvísa í lærugreinum, sum hann hevði útbúgving í, var Terji eisini lestrarvegleiðari á Handilsskúlanum. Í juni í 1999 gjørdist Terji leiðari á Stuðulsstovninum, og har hevur hann verið síð- ani. Terji giftist 9. januar í 1981 við Sunnuvu, sum er ættað úr Havnini. Hon er elst av teimum fýra børnun- um hjá Maritu og Leivur F. Guttesen, sum nú búgva í Hoyvík. Sunnuva tók prógv sum sjúkrasystir, meðan tey búðu á Solbakken í Keyp- mannahavn. Hon hevur í fleiri ár arbeitt innan Heim- arøktina, og nú er hon leið- ari í sambýlunum Giljagarði í Leirvík og Gøtubrá í Gøtu. Sunnuva og Terji eiga trý børn: Leivur, sum er føddur 21. september í 1983, Ják- up, sum er føddur 1. juli í 1987, og Marita, sum er fødd 6. desember í 1991. Hugnaliga heimið hjá teim- um er miðskeiðis í bygdini, og sum tað eisini var, tá ið tey búðu í Keypmannahavn, so er gestablídnið stórt. Terji hevur í mong ár verið sunnudagsskúlalærari í Siloa, har hann er komin so langt, sum hann kann minn- ast. Frá 1993 og í níggju ár var Terji formaður í skúla- nevndini í Fuglafirði. Terji hevur eisini verið virkin í ÍF, har hann serliga hevur havt ábyrgd av badminton, sum bæði honum og synunum dámar væl at spæla. Føðingardagin heldur Terji í Siloa, har tað er opið hús frá klokkan 21. Terji á Lakjuni 50 ár Kunngjørt verður, at pápi mín, verfaðir, abbi og langabbi okkara Símun Rasmussen vanliga nevndur Símun uppi í Gerði andaðist á Landssjúkrahúsinum 17. juli 72 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju hósdagin kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Jóna