mikudagur 20. juli 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 20. juli 2005
- Tað skulu grund-
leggjandi reformar til,
um Føroyar skulu
vera millum heimsins
fremstu tjóðir í 2015,
bæði í vinnulívinum,
á arbeiðsmarknaðin-
um, á útbúgvingarøk-
inum, í politisku skip-
anini og í almennu
fyrisitingini. Hetta eru
greiðu boðini hjá
føroysku vinnulívsris-
unum í Íslandi, Jákupi
Jacobsen, íleggjara, og
Niels Stórá, stjóra.
Fyri føroysku íleggjar-
arnar í fleiri risafyri-
tøkum kring heimin
tykist tað, sum føroy-
ingar mugu á botn,
áðrenn teir vakna, og
teir mæla báðir før-
oysku myndugleikun-
um til umfatandi lib-
eraliseringar og priv-
atiseringar skjótast
gjørligt, um Føroyar
ikki skulu drukna í
einum globaliseraðum
heimsbúskapi
VINNULÍV
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
Fáur hevur upplivað so stóra
succés sum 43 ára gamli
føroyski vinnulívsmaðurin
Jákup Jacobsen. Hann hevur
gjørt íløgur í alskyns hand-
ilsvirksemi
kring
allan
heim, m.a. í donsku risa-
fyritøkuna Jysk Sengetøj-
slager, og hevur hann til-
samans 1000 fólk í arbeiði í
fyritøkum í Kanada, Íslandi,
Føroyum og teimum trimum
baltisku londunum. Fyri
okkum
føroyingar
eru
Skemman og BR Leikur
helst bestu dømini um
handlar, sum Jákup Jacob-
sen eigur. 43 ára gamli
havnarmaðurin búleikast í
Íslandi og er fyri stuttum
farin inn á kinesiska markn-
aðin, har hann keypir og
selur "allar vørur, sum
kunnu keypast og seljast",
sum hann sjálvur tekur til.
Talið av arbeiðsfólki
hansara økist við 20-30
prosentum um árið, og
komandi fýra árini fer hann
hvørt ár at byggja 100.000
fermetrar afturat fyri at fáa
pláss til alsamt vaksandi
handilsvirksemi.
Fáur - um nakar - føroysk-
ur vinnulívsmaður hevur í
sama mun gjørt seg gald-
andi á altjóða marknað-
inum, og sum eigari hevur
Jákup Jacobsen ein annan
føroying, 43 ára gamla Niels
Stórá, sum stjóra á fyritøk-
um sínum. Við sínum
royndum í altjóða vinnulívi
hava teir báðir sínar av-
gjørdu meiningar um fram-
tíðarútlit á føroyska vinnu-
lívsøkinum,
samstundis
sum teir hava síni sjónarmið
um, hvussu føroyski bú-
skapurin skal kunna standa
seg í einum globaliseraðum
heimsbúskapi.
Liberaliseringar
- Tað snýr seg fyrst og
fremst um, at føroyingar
sum skjótast mugu fáa ein
breiðari horisont til tað
globala, er Jákup skjótur at
svara, tá vit í Miðlahúsin-
um í Vágsbotni hitta hann
og samstarvsfelagan Niels
Stórá.
Globaliseringin,
sum
eftirhondini nærmast er
vorðið eitt nýtt mótaorð í
alskyns
útgávum,
setir
sambært Jákupi grund-
leggjandi nýggj krøv til ein
og hvønn lokalan búskap,
sum føroyingar higartil als
ikki hava megnað at fyri-
halda seg konstruktivt til.
Við støði í teimum sjúku-
eyðkennum og krepputend-
ensum, sum føroyski bú-
skapurin er ávirkaður av,
metir Jákup Jacobsen, at
tiltøk mugu setast í verk
skjótast gjørligt, um Før-
oyar skulu hava nakran
møguleika at fylgja við og
fáa part av teimum ágóðum
og fyrimunum, sum bú-
skaparliga globaliseringin
hevur við sær. Bæði í
vinnulívinum, á arbeiðs-
marknaðinum, á útbúgv-
ingarøkinum, í valskipanini
og í almennu fyrisitingini.
- Á vinnulívsøkinum verða
liberaliseringar og privati-
seringar ongantíð ov skjótt
settar í verk. Tann sann-
roynd, at føroysku peninga-
stovnarnir, flakavirkini og
stóra flogfyritøkan eru al-
mennar fyritøkur, er ein
stórur meinbogi, og øll al-
menn partafeløg skuldu
verðið privatiserað. Sam-
stundis mugu skattur og
avgjøld lækkast, t.d. við at
innføra flatan skatt á 13%
fyri øll, sum eisini hevði
verið ein nógv einfaldari og
lættari umsitingarlig skip-
an. Samstundis er tað sera
átroðkandi at fáa í lag mill-
umtjóða skattasáttmálar við
fleiri lond, so útlendskar
fyritøkur fáa hug at koma
hendavegin. T.d. kundi eg
sum privatur íleggjari ikki
komið til Føroya, so leingi
eg verði kravdur eftir skatti
fyri inntøkur í Kanada. Ís-
land hevur slíkar sáttmálar
við nógv fleiri lond og er tí
nógv meiri attraktivt fyri
íleggjarar. Og til seinast
kann eg nevna, at orsakað
av alsamt vaksandi globalu
kappingini má og skal tað
gerast bíligari at framleiða,
uttan at tað nýtist at ganga
út yvir reallønina hjá
arbeiðaranum, sigur Jákup
Jacobsen.
Hann metir við øðrum
orðum, at spælireglurnar í
føroyskum vinnulívi eiga at
gerast
liðiligari,
meiri
fleksiblar og meiri kveikj-
andi fyri bæði føroyskar og
útlendskar vinnulívsaktør-
ar. Í hesum høpi hevur Ják-
up eitt ítøkiligt uppskot um,
hvussu gongd kundi komið
á stirvna íløguvirksemi.
Hann heldur, at um mynd-
ugleikarnir samtyktu, at
komandi tvey árini kundu
fyrstu 25.000 krónurnar av
øllum íløguvirksemi verið
skattafríar,
hevði
hetta
møguliga aktiverað fleiri
føroyingar. Og samstundis
kundi eitt fast vinningsbýti
verði sett á átta prosent, so
fleiri fingu hug at keypa
partabrøv.
- Tað snýr seg í stuttum
um at aktivera allan tann
føroyska peningin, sum
liggur deyður í virðisbrøv-
um uttanlanda, samstundis
sum vit mugu fáa bæði
útlendskan og føroyskan
kapital í størri mun at
arbeiða fyri Føroyar. Um
hetta skal eydnast, mugu
vit liberalisera og privatis-
era, sigur Jákup Jacobsen.
Og til seinast nevnir stórí-
leggjarin
týdningin
av
einum opnari handilssam-
starvi við ES.
- Sum so mangan nevnt
áður eru betri handilssátt-
málar við ES eisini átroðk-
andi. Vit mugu í størri mun
vera villig til at spæla við í
ES-høpi,
slær
Jákup
Jacobsen fast.
Nýggjur
arbeiðsmarknaður
Men undir liðini á sínum
bossi er Niels Stórá eisini
skjótur
at
vísa
á
trupulleikan við føroyska
arbeiðsmarknaðinum
og
tey mongu verkføll, sum
við jøvnum millumbilum
stinga seg upp. Og Niels
metir, at føroyingar kundu
lært nakað av at hugt at
sínum íslendsku grannum,
sum fyrst í nítiárunum
framdu stórar reformar á
arbeiðsmarknaðinum.
- Eftir at verkføll í tíð og
ótíð forðaðu menningini av
2015-ætlanin kann