mikudagur 20. juli 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 20. juli 2005
11
íslendska
samfelagnum,
gjørdu íslendarar fyrst í
nítiárunum eina fýra ára
langa tjóðarsemju millum
partarnar á arbeiðsmarkn-
aðinum. Eitt kompromis,
har allir partar fingu nakað,
og ein semja, sum noyddi
partarnar at binda frið. Við
hesum komu íslendarar
teimum mongu verkføllun-
um til lívs, greiðir Niels
frá. Hann leggur afturat, at
íslendarar longdu sáttmálan
fýra ár afturat, eftir at
fyrstu fýra árini vóru runn-
in, og henda tjóðarsáttin,
sum hevur stabiliserað ís-
lendska arbeiðsmarknaðin,
hevur sambært Niels tænt
íslendska vinnulívinum.
- Ein slíkur høvuðssátt-
máli á arbeiðsmarknaðin-
um, sum forðar fyri kostn-
aðarmiklu verkføllunum, er
neyðug at seta í verk í
Føroyum, slær Niels fast.
Hugburðsbroyting
Jákup Jacobsen og Niels
Stórá fylgja spentir við
2015-ætlanini, sum Føroya
Landsstýrið fyri stuttum
hevur lanserað. Teir meta
tað vera gott at leggja lang-
siktaðar ætlanir, og teir
bíða við áhuga eftir, hvørji
ítøkilig stig sitandi sam-
gonga tekur, um Føroyar
skal vera millum heimsins
fremstu tjóðir í 2015. Men
vinnulívsmenninir í Íslandi
eru ikki bjartskygdir. Jákup
sigur, at tað av og á tykist
sum um, at føroyingar
mugu á botn, áðrenn teir
vakna. Og tað metir hann
vera synd fyri eina tjóð,
sum
hevur
so
nógvar
møguleikar.
- Tað eru tríggir møgu-
leikar, um 2015-ætlanin
skal gerast veruleiki. Antin
gerst oljudreymurin veru-
leiki, ella kunnu vit leggja
okkum at bíða eftir einum
gýtingarstovni á føroysku
havleiðini, sum er so stórur,
at hann kann gera okkum
rík. Triði møguleikin er at
stinga nýggjar ætlanir út á
kortið, og tað er sjálvandi
hetta, vit eiga at gera, sigur
ein ironiskur Jákup, áðrenn
hann heldur fram.
- Fyri tíggju árum síðani
var íslendski búskapurin
eins einstáttaður og tann
føroyski. Fiskurin var alfa
og omega. Í dag kemur ein
hálv milliard krónur í
íslendska landskassan av
útflutningi av "software"
(teldulutum),
privata
bankavinnan kastar øgiligar
inntøkur av sær, ikki minst
tí bankarnir eru villigir til
at spæla við sum aktivir
íløguaktørar, heilivágur er
vorðin ein heil útflutnings-
vinna, og umframt hetta
kunnu vit nevna aðra
teldutøkni, transport og
ferðavinnu sum etableraðar
vinnur í Íslandi. Alt hetta
orsakað av eini íslendskari
hugburðsbroyting,
sigur
Jákup Jacobsen, sum eftir-
lýsir meiri dirvi og áræði í
føroyskum vinnulívi.
- Alt byrjar jú við, hvønn
hugburð eitt fólk hevur.
Men onkuntíð mást tú
broyta skipanina fyri at
broyta fólksins hugburð, og
hetta er fremsta ábyrgdin
hjá føroysku myndugleik-
unum, sigur føroyski verð-
insmaðurin í Íslandi.
Við øðrum orðum er
globaliseringin ikki eitt frítt
val. Øll eru umborð, hóast
vit vilja tað ella ikki.
Spurningurin er so, um vit
gerast vinnarar ella taparar
í hesum spæli.
Akademiskt
fjølbroytni
Niels Stórá og Jákup Jacob-
sen eru á einum máli um, at
ein høvuðsfortreyt fyri
menning er eitt høgt út-
búgvingarstøði, og ikki
minst er týdningarmikið at
hyggja at, hvussu útbúni
parturin av fólkinum verður
nýttur á arbeiðsmarknaðin-
um. Men fyrst og fremst
eftirlýsa teir báðir, at útbúni
føroyingurin eisini kagar út
um ríkisfelagsskapin.
- Íslendsku myndugleik-
arnir eru m.a. farnir aktivt
inn í útbúgvingarprosessina
og hava eggjað ungdómin
at nema sær útbúgving
aðrastaðni enn í Íslandi,
hóast vit hava eitt frálíkt
íslendskt universitet. Ein
triðingur fer til USA, og
hesin parturin klárar seg
serliga væl. Ein triðingur er
ymsastaðni kring Europa,
og seinasti triðingurin er í
Íslandi. Hetta skapar eina
globala tilvitsku, ein breið-
ari vinkul, sum als ikki er at
síggja í Føroyum, tí nógv
tey flestu útbúgva seg á
einum og sama staði,
nevniliga í Danmark, sigur
Niels Stórá. Sostatt metir
Niels, at føroyskir myndug-
leikar í størri mun áttu at
eggjað ungum føroyingum
at leita sær út um ríkisfel-
agsskapin, tí fjølbroytt vit-
an og spesialisering er
vegurin fram.
Ein annar útbúgvingar-
ligur trupulleiki er sambært
Niels, hvussu føroyingar
nýta sína akademisku megi.
- Alt ov nógvir føroyingar
enda í almenna sektorinum,
tá teir koma heim eftir lokna
útbúgving, og reint fíggjar-
ligt kastar tað jú einki av
sær. Meðan meginparturin
av teimum útbúnu enda í al-
menna sektorinum í Føroy-
um, er tað beint øvugt í Ís-
landi. Har er privata vinnan
tann attraktiva, og tað er í
privata
sektorinum,
at
útbúni íslendingurin leitar
sær. Sjálvsagt skal ein part-
ur av akademisku megini
nýtast í almennari umsiting,
men í Føroyum er býtið av
akademiska tilfeinginum alt
ov illa umbýtt millum tað
almenna og tað privata,
metir Niels Stórá.
Og Jákup leggur afturat,
at almenna fyrisitingin í
Føroyum í roynd og veru er
alt ov stór.
- Í einum landi við
45.000 íbúgvum er fyrisit-
ingin í Føroyum alt ov stór
og
kostnaðarmikil. Al-
mennu Føroyar bera á sín-
um herum eitt alt ov tungt
apparat, og tí eru rational-
iseringar í fyrisitingini
neyðugar, metir Jákup.
Í samband við útbúgving
og vitan skoytir Jákup uppí,
at føroyingar eisini mangla
hagtøl. Í londunum kring
okkum eru hagtøl tann
mest vegleiðandi mekan-
isman, tá nýggjar ætlanir
skulu stingast út í kortið, og
tí eiga fleiri máti-instru-
ment at nýtast í politiska ar-
beiðinum og í almenna
kjakinum. Tað fyriliggja
bert nøkur yvirornað tøl um
føroyska samfelagið, men
vit mangla við reinum tøl-
um at hyggja nærri at okk-
um sjálvum og okkara
kappingarneytum, tí einki
er í veruleikanum meiri sig-
andi og avdúkandi enn tøl,
sigur Jákup Jacobsen. Hann
metir, at uttan fleiri tøl á
borðið hava vit sum veljar-
ar ongan møguleika at hava
eftirlit við, hvussu væl pol-
itiski myndugleikin røkir
sítt arbeiði, og uttan ítøkilig
tøl hava vit ikki grundarlag
at fara á val fjórða hvørt ár.
Og
viðvíkjandi
hesum
nevnir Jákup ein annan
trupulleika, sum er at finna
í okkara valskipan.
- Okkara valskipan við so
nógvum valdømum hevur
við sær, at ein meinings-
leysur og kostnaðarmikil
føroyskur lokalpolitikkur
hevur fríar ræsur, og tí
mugu vit fyri alt í verðini
fáa eitt savnað valdømi, so
ineffektivi lokalpolitikkur-
in kann halda uppat, metir
Jákup.
Liberalur
vælferðarstatur
Tað er ikki at fara skeivur
av, at Niels og Jákup um-
boða nøkur politisk og bú-
skaparlig sjónarmið, sum
eru eyðkend av grundsúlun-
um í eini klassiskari liber-
alistiskari hugsan við øllum
teimum gomlu setningunum
um fríari kapping, fríar
marknaðarkreftir,
minni
statsinterventión, minni al-
ment, meiri privat o.s.fr.
Fyri
sosialdemokratisku
flokkarnar er stóri spurning-
urin, hvussu slíkir reformar
ávirka vælferðarstatin og
almennu vælferðartænastur-
nar. Og tað er júst á hesum
øki, at vinstrivongurin stillar
seg skeptiskt á bakbeinini
og tekur liberalistiska para-
dísið við fyrivarnum. Men
sambært Jákupi og Niels
nýtist ein liberalur búskap-
arpolitikkur als ikki at re-
dusera vælferðina. Tvørt-
urímóti.
- Tað snýr seg jú um,
hvør keypsorka er eftir fyri
hvønn einstakan, og sam-
stundis sum vit vilja gera
tað bíligari at framleiða,
vilja vit eisini gera tað
bíligari at liva og forbrúka.
Íslendski arbeiðarin hevur
størri keypsorku enn nakr-
antíð, sigur Jákup, og Niels
leggur afturat.
- Men so mugu vit eisini
liva við, at nakrir einstak-
lingar gerast sera ríkir, og
tað er verri enn so altíð, at
eitt fólk tolir at síggja nakr-
ar einstaklingar strúka av-
stað við stórari succés,
sigur Niels.
Teir eru samdir um, at tað
heilt einfalt snýr seg um at
løna teimum, sum hava hug
at royna seg. At loyva
teimum sterku at vera sterk,
í staðin fyri at nullstilla
allan kapasitet við tí úrsliti,
at tær dygdir og tey evnir,
sum eru í fólkinum, ikki
verða gagnnýtt.
2015-marran
Í stuttum meta Niels Stóra
og Jákup Jacobsen, at fleiri
ítøkilig stig eiga at verða
tikin, um talan ikki skal
gerast um eina 2015-marru
heldur enn einar fram-
komnar og liviligar Føroyar
í 2015. Og við hesum hava
teir báðir í øllum førum
sent Føroya Landsstýrið
nøkur greið signal, um
Føroyar skulu vera eitt
framkomið land um 10 ár.
Um hesi umfatandi boð
uppá einar nýggjar Føroyar
ikki verða implementerað-
ar, kann føroyska tjóðin
sambært teimum báðum
skjótt enda á botni og ger-
ast ein aftursigldur bátur í
globalu kappingini, og so
kann 2015 sambært teim-
um báðum skjótt gerast eitt
óhugnaligt árstal...
Tíggju uppskot um 2015-visiónina:
1.
Umfatandi privatiseringar og fleiri millumtjóða
skattasáttmálar
2. Flatur skattur á 13% fyri øll
3. Langsiktaðar
bindandi
tjóðarsemjur
á
arbeiðsmarknaðinum
4. Nýggj mátitól og fleiri hagtøl
5. Stórar skerjingar í almennu fyrisitingini
6. Økt útbúgvingarstøði uttanfyri ríkisfelagsskapin
7. Eitt savnað valdømi
8. 25.000 skattafríar krónur fyri alt íløguvirksemi
komandi tvey árini
9. Fast vinningsbýti á átta prosent
10.Opnari handilssamstarv við ES
n gerast ein marra
- Globaliseringin er ikki eitt
frítt val. Øll eru umborð,
hóast vit vilja tað ella ikki.
Spurningurin er so, um vit
gerast vinnarar ella taparar í
hesum spæli. Uttan umfat-
andi reformar á fleiri økjum
kann ár 2015, tá vit sambært
Føroya Landsstýrið skulu
vera millum heimsins før-
andi tjóðir, skjótt gerast eitt
ræðani árstal, siga føroysku
vinnulívsrisarnir í Íslandi,
Jákup Jacobsen (omanfyri),
og Niels Stórá (niðanfyri)
Mynd: Bárður Lydersen