Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 136 - 20. juli 2005 Eingin vindur tá myllurnar "skuldu" mala Tær tríggjar vind- myllurnar, sum SEV hevur sett upp í Nes- haga, eru nú alment tiknar í nýtslu og geva streym til netið hjá elfelagnum VINDMYLLUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vindmyllurnar, sum el- felagið SEV hevur sett upp í Neshaga, eru nú "alment" farnar at mala. Men tær mólu ikki, tá ið tær "skuldu" mala sein- asta fríggjamorgun, tá ið Leivur Hansen, stýrisfor- maður í SEV, við eina hátíðarløtu alment skuldi seta tær í gongd. Tað var eingin vindur hendan frá- líka morgun, og óneyðugt er at siga, at vindur er treytin fyri, at myllurnar kunnu mala og geva streym inn á netið hjá SEV. Væntandi er tó ikki, at vindurin í Føroyum fer sín veg med alla. Gamla vindmyllan, sum SEV fyri umleið 12 árum siðan keypti frá Nordtank og setti upp í Neshaga, hevur malið væl hesi árini og hevur – hóast hon er nógv minni enn nýggju myllurnar – givið væl av streymi inn á netið hjá SEV. Hóast verkætlanin við gomlu mylluni var lutfals- liga stór í mun til orkuna, hon gevur, hevur Nord- tank-myllan nú malið so leingi og givið so nógvan streym, at íløgan er um at verða vunnin innaftur í spardum oljuútreiðslum. Hátíðarløta Seinasta fríggjamorgun skipaði SEV fyri hátíðar- løtu í Neshaga, har myll- urnar standa. Umframt umboð fyri SEV, SEV-stýrið og landsstýrið, vóru eisini arbeiðstakarar við, sum hava bygt vegin út ígjøgnum Neshaga, hava lagt kaðlarnar og hava stoypt fundamentið undir myllurnar. Tað er danska fyri- tøkan, Vestas, sum hevur selt SEV hesar tríggjar myllurnar, og felagið átók sær eisini at bera kostn- aðin av allari uppseting. Eftir hátíðarløtuna, har eitt nú landsstýrismaðurin í orkumálum, Bjarni Djurholm, hevði sagt nøkur generell orð um orku, Henning Jacobsen, verkfrøðingur hjá SEV hevði takkað arbeiðstak- arum og Leivur Hansen, formaður í SEV-stýrinum, alment hevði sett myllur- nar í gongd, var skipað fyri borðhaldi í matstov- uni, Casablanca í Saltang- ará, har eini 60 fólk sótu til borðs. Við hesum eru nú tær tríggjar nýggju vindmyll- urnar hjá SEV í Neshaga alment tiknar í nýtslu – og kunnu mala streym inn á netið hjá SEV, sum sam- stundis sparir dýrar litrar av tungolju á verkinum á Sundi. SEV sparir umleið 2,7 miljónir krónur í olju um árið, nú tær tríggjar vindmyllur- nar í Neshaga eru farnar at mala VINDMYLLUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Oljuprísurin er so høgur í løtuni, at hann tyngir um allastaðni í samfelagnum. Hetta geldir bæði húsahald, skiparakstur og virkini, sum brúka nógva olju. Samstundis, sum olju- prísirnir eru høgir, tekur elfelagið SEV tríggjar nýggjar vindmyllur í nýtslu í Neshaga. Henning Jacobsen, verk- frøðingur hjá SEV, sum hevur verið projektleiðari í verkætlanini við vindmyll- unum, sigur, at eitt tons av tungolju, sum verkið á Sundi brennur, kostaði einar 1200-1300 krónur seinasta ár. Seinasta oljan, sum SEV fekk til verkið herfyri, kostaði hinvegin meira enn 1800 krónur tonsið. - So, her er talan um ein stóran prísvøkstur, sigur Henning. Góð íløga Verkfrøðingurin vísir á, at samlaða íløgan í verk- ætlanina í Neshaga er einar 17 miljónir krónur. - Vit meta, at vindmyll- urnar spara SEV fyri eini 1500 tons av olju um árið, sum svara til umleið 2,7 miljónir krónur. Henning sigur, at ein íløga upp á 17 miljónir krónur, sum í løtuni sparir SEV fyri slakar 3 miljónir krónur um árið, er skila- góð. - Nakað fer avstað aftur í rentum og møguligum við- líkahaldi, men við dagsins prísum sparir íløgan í Neshaga seg í øllum førum aftur eftir minni enn 10 árum, og tá má hetta sigast at vera ein góð íløga. Hann sigur, at Nordtank- vindmyllan, sum SEV Vindmyllurn Ein skilagóð íløga við Vit meta, at nýggju vindmyllurnar í Neshaga spara SEV fyri eini 1500 tons av olju um árið, sum svara til umleið 2,7 miljónir krónur, sigur H