mikudagur 20. juli 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 20. juli 2005
13
hevur havt standandi í
Neshaga seinastu 12 árini,
hevur roynst ógvuliga væl,
og hon hevur lítið og einki
kostað í viðlíkahaldi.
- Vit vóna, at nýggju
vindmyllurnar, sum Vestas
hevur selt okkum, fara at
roynast líka væl sum hin
gamla.
Tað væntar verkfrøðing-
urin eisini, tí vindmyllur av
hesum slagnum eru seldar
og standa uppi kring um
heimin.
Henning sigur, at vanliga
verður roknað við, at hesar
myllur kunnu koyra í eini
20 ár uttan stórvegis trpul-
leikar.
Fleiri myllur
Spurdur, um hann væntar,
at SEV fer at gera nýggjar
íløgur
í
vindmyllur
í
næstum, sigur hann, at tað
avgjørt ikki er óhugsandi.
Hann vísir tó á, at SEV í
løtuni arbeiðir við eini
nýggjari vatnorkuútbygg-
ing til Eiðisverkið, og hetta
er ein tunnil, sum ætlanin
er at bora av Norðskála-
leiðini til Selatraðar.
- Men tað er als ikki
óhugsandi, at SEV fer
undir eina nýggja vind-
myllu-verkætlan í næstum.
Nær ein nýggj ætlan
kann
fyriliggja,
dugir
Henning Jacobsen ikki at
siga, men spurdur, um talan
kann vera innan næstu tvey
árini, endurtekur hann, at
tað er als ikki óhugsandi.
Sum verkætlanarleiðari,
er hann væl nøgdur við
arbeiðið, sum gjørt er í
Neshaga.
Henning Jacobsen:
Vit sleppa
ikki undan
motorum
- Vit kunnu ikki
siga, at tað skal vera
"antin ella". Vit hava
brúk fyri bæði mot-
orum, vatni og
vindi, sigur Henning
Jacobsen, verkfrøð-
ingur hjá SEV
ORKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Henning Jacobsen, verk-
frøðingur hjá SEV, sigur,
at hóast SEV nú bæði ger
nýtslu av vatnorku og
vindorku, slepst ongantíð
undan eisini at hava
motorar, sum brenna olju
– hóast oljan er dýr og
dálkar umhvørvið.
Ikki "antin ella"
- Vit kunnu ikki siga, at
tað skal vera "antin ella",
sigur hann og vísir á, at
vindorkan gevur einki, tá
ið eingin vindur er – og
vatnorkan megnar ikki at
bera alt kervið. Vit hava
brúk fyri bæði motorum,
vatni og vindi.
Henning Jacobsen legg-
ur dent á, at tað altíð verð-
ur soleiðis, at SEV eisini
fer at hava motorar sum
framleiða orku.
- Hinvegin er rákið, at
vit øll skulu ganga betur
um umhvørvið við dálk-
ing, og tí er tað at fegnast
um, at vindorkan nú er
vorðin ein størri partur av
orkuframleiðsluni
hjá
elfelagnum, sigur hann.
SEV og netið
Verkfrøðingurin sigur, at
ein annar spurningur, sum
tekur seg upp, er, hvussu
nógv verandi net hjá SEV
kann gera.
- Vit kunnu siga, at vit
eru í eini royndartíð, sum
sær áhugaverd út. Tá ið
ein tíð er umliðin, kunnu
vit betur taka saman um
og siga, at soleiðis er
støðan í løtuni, sigur
Henning Jacobsen.
nar hjá SEV:
ð verandi oljuprísum
Henning Jacobsen, verkfrøðingur
Mynd: Bárður
- Rákið er, at vit øll skulu ganga betur um umhvørvið, men
motorunum slepst ikki undan, sigur Henning Jacobsen,
verkfrøðingur hjá SEV