Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 136 - 20. juli 2005 UTTAN ÚR HEIMI Jusjtsjenko ruddar Forsetin í Ukraina, Viktor Jusjtsjenko, kunngjørdi mánadagin, at hann hevur sett sær fyri at beina fyri øllum ónollum í ukrainsku løgregluni. Endamálið við átakinum er fyrst og fremst at gera enda á øllum skuldsetingum um, at løgreglan hevur í so gott samband við tey skipaðu brotsmannaliðini, og at løgreglan gleðiliga letur brotsmenninar fáa frið, bara hon fær nóg mikið av pengum afturfyri. Harumframt hevur ferðsluløgreglan verið undir áhaldandi skuld- setingum, og tí hevur forsetin gjørt av at taka hana av, skrivar AP úr Kiev. - Tann skipaði kriminaliteturin skal skrykkjast upp við rót, tí tað ber ikki til, at løgreglan verjir hann, segði ukrainski forsetin mánadagin. Justsjenko hevur eisini boðað frá, at hann fer at seta nýggj embætisfólk í innanríkisráðið, sum hevur ábyrgdina av løgregluni. Seldu pinkubørn Í Kina hevur løgreglan tikið 28 fólk, tí illgruni er um, at tey hava selt pinkubørn, skrivar AP. Løgreglan hevur leingi hildið eygað við einum brots- mannaliði, sum hevur verið serliga virkið miðskeiðis í landinum. Í síðstu viku gjørdi løgreglan so bart og handtók tey 28 fólkini, og tey eru nú skuldsett fyri at hava selt 27 pinkubørn. Tað yngsta var bara níggju dag- ar gamalt. Ein talsmaður hjá løgregluni sigur, at tey flestu børnini eru komin afturíaftur, men at kanning- arnar eru ikki lidnar kortini. Hildið verður, at fleiri túsund smábørn verða burtur- flutt ella keypt í Kina á hvørjum ári. Keypararnir eru hjún, sum vilja hava fleiri børn, og ofta eru tað foreldur, sum eiga ein son, ið keypa eina gentu, so tey bæði kunnu giftast seinni. Kinesiska lóggávan er annars sera strong, tá tað snýr seg um mannahandil, og tey, sum verða funnin sek, kunnu fáa deyðarevsing. Borgarstjóri fekk sekkin Nú um dagarnar bleiv Michael Zucchet valdur til borg- arstjóra í amerikanska býnum San Diego, men longu dagin eftir noyddist hann at siga borgarstjórasessin frá sær, tí tað bleiv avdúkað, at hann hevði tikið ímóti mutri frá einum klubba, sum brúkar naknar dansi- gentur. Maðurin, sum átti klubban, hevði boðið summum politikarum pengar afturfyri, um teir vildu virka fyri, at klubbar sum hansara fingu betri umstøður at virka undir. Býráðið í San Diego hevur fyrr samtykt, at gestirnir í hesum klubbunum máttu ikki nema við dansigenturnar, og teir máttu heldur ikki geva teimum pengar. Sambært ákæruvaldinum játtaði Michhael Zucchet at hjálpa klubbanum, aftur fyri at hann fekk34.500 dollarar. Hann hevur játtað seg sekan og kann nú vænta at fáa upp í fýra ára fongsul. FBI, sum hevur kannað málið, sigur, at ein av ráðgevunum hjá tí fráfarna borgarstjóranum verður eisini ákærdur, tí hann var hjástaddur, tá borgarstjórin játtaði at hjálpa klubbanum aftur fyri pengar. Fleiri tikarar í Sibiria Í fleiri ár hava myndugleikarnir og djóraverndarfelags- skapirnir í Russlandi kært seg um, at tær sibirisku tik- ararnir gjørdust færri og færri í tali, men nú vísir ein nýggj kanning, at stovnurin er farin at veksa aftur. Sambært kanningini eru 400 vaksnir tikarar og 100 ungar í Sibiria nú, men tað merkir kortini ikki, at stovn- urin er nóg stórur, siga teir russisku myndugleikarnir. Kortini heldur World Wildlife Foundation, at tað er sera hugaligt, at tann sibiriski tikarastovnurin er í vøkstri, tí alla aðrastaðni í heiminum gerast tikararnir færri og færri í tali. Tað kemst fyrst og fremst av, at nógvir tikar- ar verða skotnir, sjálvt um tað er ólógligt, sigur WWF. Tann sibiriski tikarin er sera styggur, og tí var tað alt annað enn lætt hjá teimum russisku myndugleikunum at telja, hvussu nógv er til av honum. Harafturat kemur, at økið, sum tikarin heldur til í, er sera stórt. Eftirspurningurin eftir orku er tann størsti síðani mið- skeiðis í áttatiárunum ORKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Ei undur í, at oljuprísurin setir eitt met fyri og annað eftir í hesum tíðum. Ein kanning, sum bretska oljufelagið BP hevur gjørt, vísir, at eftirspurningurin eftir orku var metstórur í fjør. Serliga kinesarar høvdu tørv á munandi meiri orku enn fyrr, og bara har vaks eftirspurningurin heili 15,1 prosent. Tað gjørdi, at heimsnýtslan vaks 4,3 prosent, og so stórur hevur vøksturin ikki verið síðani miðskeiðis í áttatiárunum, sigur BP. Kanningin hjá felagnum vísir, at vit brúktu meiri av øllum orkukeldum í fjør enn fyrr. Kolnýtslan vaks 6,3 prosent í fjør, olju- nýtslan vaks 3,4 prosent, og vit brúktu 3,4 prosent meiri gass. Eisini kjarnorku- verkini høvdu meiri at gera í fjør. Har vaks eftirspurn- ingurin 4,4 prosent. Ísraelska løgreglan stendur tilbúgvin, tí fleiri túsund ísraels- menn hótta við at bróta seg ígjøgnum vegabyrgingarnar til Gaza-geiran at stuðla niðursetumonnunum har ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk Støðan er spent í Ísrael. Stjórnin hevur gjørt av at flyta øll niðursetufólkini úr Gaza-geiranum, men tað vilja nógvir ísraelsmenn ikki góðtaka, og teir hava nú sett seg upp ímóti myndugleikunum. Gjáramorgunin fekk løg- reglan boð um hægstu til- búgving við markið til Gaza-geiran, eftir at umleið 20.000 fólk høvdu brotið seg ígjøgnum byrgingarnar hjá løgregluni við býin Netivot. Haðani eru umleið 25 kilometrar til niðursetu- bygdina Gush Katif, sum er í Gaza-geiranum,og mót- mælisfólkini hava boðað frá, at tey ætla sær hagar. Tey, sum skipa fyri mót- mælinum, rokna við, at umleið 100.000 fólk fara til Gush Katif. Blaðið Haaretz skrivaði í gjár, at løgreglan hevur sent boð eftir øllum sínum monnum, og at fleiri løgreglulið í øðrum býum hava fingið boð um at fara suður til Gaza-markið. Stjórnin hjá Ariel Sharon, forsætisráðharra hevur boð- að frá, at hon fer ikki at slaka, og at tey fyrstu niður- setufólkini verða flutt úr Gaza tann 15. august, sama um tey vilja ella ei. Sam- bært Haaretz stúrir stjórnin kortini fyri, at tey nógvu mótmælisfólkini fara at órógva afturtøkuna. Tí hevur stjórnin bannað ísra- elsmonnum at fara til Gaza- geiran, men hesum lurta mótmælisfólkini ikki eftir. Tá mótmælisfólkini komu til Netivot, fóru tey á grøvina hjá einum jødisk- um vísmanni, og har gjørdi fyrrverandi yvirrabbinarin Mordechai Eliahu greitt, at mótmælisfólkini fara ikki at gera eftir boðum frá myndugleikunum. - Eingin skal reka okkum burtur úr landi okkara, tí tað er ein gáva, sum Guð hevur givið okkum, segði hann í einari røðu fyri teim- um nógvu mótmælisfólk- unum. Orkunýtslan í heiminum nógv økt Vandi fyri roki í Ísrael Fyrireikararnir vænta, at umleið 100.000 fólk fara at taka lut í mótmælisgonguni til Gaza-geiran