Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 • mikudagur • 20. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Tíggjumannafars- róðurin er avgjørdur í ár. Eysturoyingur er føroyameistari, og ongin fær tikið teir aftur TÍGGJUMANNAFØR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tann guli báturin úr Runavík legði best fyri og fekk stungið skutin fram um hinar bátarnar longu frá fyrsta takið. Oddasessurin hjá eysturoyingum var ongantíð í vanda, og teir vunnu sannførandi róðurin hjá tíggjumannaførunum leygardagin og harvið eisini føroyameistaraheitið, sum Eysturoyingur ikki hevur vunnið síðani seinast í níti-árunum, tá hann var suverenur í tvey ár. Eystur- oyingur var leysur av hin- um bátunum, tá hann kom á mál. Ofta verður sagt, at tá róðrarteinurin verður stytt- ur 1.000 metrar hjá tíggju- mannaførunum, so kunnu úrslitini broytast. Tað gjørdust tey eisini hjá tíggjumannaførunum, men bara ikki sjálvur fremsti báturin. Nummar tvey hendan róðurin gjørdist Havnarbáturin, sum sostatt fekk heiðursmerki fyri fyrstu ferð í ár. Meistar- arnir frá í fjør hava havt eitt ivasamt ár, og fegnaðust uttan iva um framgongdina á vestanstevnu. Nólsoyingur, sum vann norðoyastevnuróðurin, kom sum tann triðji báturin á mál og Hoyvíkingur rykti so eisini eitt pláss aftur á fjórðaplássið. 10 mannafør menn 1 Eysturoyingur 04:18.04 2 Havnarbáturin 04:22.11 3 Nólsoyingurin 04:24.00 4 Vágbingur 04:24.12 5 Hoyvíkingur 04:26.08 6 Skálabáturin 04:26.20 7 Vestmenningur 04:33.24 1G Magni Brøðraberg rør við Havnarbátinum, og situr í rúminum í stýriborð: -Vit róu optimalt Eitt av mest óvæntaðu úrslitinum á Vestan- stevnu var, at Havnar- báturin endaði á øðrum plássi hjá 10 mannafør- unum. Tað hevur gingið illa í hond í ár hjá Havnarbátinum, og bát- urin hevur nærum á hvørjum róðri endaður á fjóðra plássi. Seinastu vikurnar hevur mann- ingin á Havnarbátinum lagt nógv fyri at venja 1000 metrar, sum er teinurin bæði á Vestan- stevnu og á Ólavsøku. -Vit avgjørdu fyri fleiri vikum síðan at leggja okkum eftir at venja 1000 metrar, tí vit snøgt sagt ikki høvdu neyðugu venjingina til at standa okkum á 2000 metrum. Út frá teimum fortreytum, at vit vórðu seint mannaðir í ár og vit harvið ikki eru líka væl fyri sum hinar manningarnar, kanst tú siga, at vit róu optimalt í dag. Alt riggaði hjá okkum í dag, sigur ein vælnøgdur Magni Brøðraberg. Hóast annaðplássið á Vestanstevnu, megnaði Havnarbáturin ongantíð at hótta Eysturoying, sum endaði 4 sekund frammanfyri 10 manna- farið hjá Havnar Róðr- arfelag. Kortini er Magni Brøðraberg bjartskygdur undan ólavsøku. - Eysturoyingur er sjálvsagt stórur favoritt- ur at vinna á ólavsøku, men alt kann henda. Vit fara at gera okkara ítarsta fyri at geva teim- um kapping, tí ein sigur á ólavsøku kann heilt avgjørt bjarga okkara kappingarárið, sigur Magni Brøðraberg. .páll Eyðfinn Bjarna- stein rør við Eysturoyingi og situr á bógbekki í stýriborð: Besta FM heiti Hóast Eysturoyingur nú er føroyameistari, fara teir at halda fram í sama lag. - Vit ætla okkum at gera tað sama og venja víðari, tí tað hevur nógv at siga at vinna Ólav- søkuróðurin. Vit undir- meta ongan, undirstrikar ein troyttur Eyðfinn Bjarnastein eftir róðurin í Miðvági. Hann heldur, at styrk- in hjá Eysturoyingi í ár er, at teir hava gott fólk, hava vant hart og trúgva upp á seg sjálvar. Eyðfinn hevur vunnið føroyameistaraheitið við Tjaldrinum í 2000 og 2001, men hann er ikki í iva um, hvat er betri. - Tað er nógv betri at vinna føroyameistara- heitið við tíggjumanna- førunum. Tað er nógv stuttligari og eisini meira spennandi, sigur Eyðfinn Bjarnastein. - sae - Eysturoyingur aftur best Havnarbátinum, sum kom á mál sum nummar tvey, fýra sekund framman fyri Nólsoying Mynd: Álvur Eysturoyingur er nú aftur føroyameistari við tíggjumannaførum. Tað varð greitt eftir sigurin á vestanstevnu í Miðvági leygardagin Mynd: Álvur