Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Róðurin hjá seksmannaførum við kvinnum var sær sjálvum líkur á vestanstevnu. Bátar- nir endaðu enn eina- ferð í somu raðfylgju, burtur sæð frá, at kvinnurnar á Gongurólvi, sum leygardagin róðu við Víkingi fingu fimta plássið og Sølmundur noyddist sostatt at taka til takkar við sættaplássinum SEKSMANNAFØR KVINNUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Undan róðrinum á vestan- stevnu mundi lítil ivi vera um, at Jarnbardur fór at vinna. Kvinnurnar hava verið suverenar í so langa tíð nú, at alt annað enn ein sigur til tær tyktiskt nærum óhugsandi. Og varð eisini. Á fjarðastevnu hevði Riddarin hug at hótta Jarnbard eitt sindur undir róðrinum, men á málinum var kortini ongin ivi um, hvør vann. Tí hildu summi, at Riddarin møguliga fór at gera ein vørr á heima- sjógvi. Men kvinnurnar á Jarnbardi snøgt sagt vundu burtur úr Riddaranum og komu á mál tvær báts- longdir frammanfyri. Ridd- arin bardist eisini eina løtu um annað plássið við Lóm av Argjum. Tað stríðið vunnu miðvágskvinnurnar, men Jarnbard fingu tær onki gjørt við hendan dagin. Nú er bara Ólavsøkuróð- urin eftir, og tá eru Jarnbardakvinnurnar á heimasjógvi. Tað eru tvær vikur at venja í hjá mann- ingunum, men lítið sannlíkt er, at úrslitið á Ólavsøku verður so ólíkt úrslitunum, sum tey hava verið alt árið hjá seksmannaførunum við kvinnum. 6 mannafør kvinnur 1 Jarnbardur 05:03.19 2 Riddarin 05:09.01 3 Lómur 05:15.09 4 Páll Fangi 05:17.21 5 Víkingur 05:25.04 6 Sølmundur 05:28.10 16 Nr. 136 - 20. juli 2005 Úrslit frá alvaróðrinum á Vestanstevnu 2005 Dreingir 1 Havfrúgvin 02:30.04 2 Royndin Fríða 02:32.14 3 Fípan Fagra 02:33.06 4 Sílið 02:41.23 5 Dúgvan 02:50.11 6 Ritan 02:52.02 Gentur 1 Firvaldur 02:36.09 2 Drekin 02:37.12 3 Dúgvan 02:41.21 4 Tekla 02:42.02 5 Royndin Fríða 02:42.18 6 Ørnin 02:43.02 7 Sílið 02:46.22 8 Hvassi 02:50.19 9 Ritan 02:53.14 10 Falkur 03:17.07 Rannvá Jacobsen rør við Jarnbardi, og situr á toftini í stýriborð: Eyka uppsettar Aftur í ár hevur seks- mannafarið hjá kvinnu- manningini á Jarnabardi hevja seg yvir alt og øll. Blái báturin hjá Knørra- felagnum úr Havn hevur vunnið allar róðrarnar seinastu tvey árini, og Vestanstevna gjørdist einki undantak. Riddarin hevur verið harðasti kappingarneyt- in hjá Jarnbardi í ár, og hóast báturin var á heimasjógvi leygardag- in, megnaði hann ikki at skala Jarnbard, sum endaði heili seks sekund frammanfyri Riddaran. -Vit vóru eyka upp- settar í dag, tí Riddarin var á heimasjógvi. Tað gekk rættiliga gott hjá okkum í dag, og vit hildu allar avtalurnar, sigur ein brosandi Rannvá Jacobsen. Leygardagin vann Rannvá sítt triðja meist- araheitið við Jarnbardi. Hon vann føroyameist- araheitið í 2002, 2004 og í ár 2005. Spurd um Jarnbarnd- ur hevur ætlanir um at taka sær av løttum til ólavsøku, nú føroya- meistaraheitið longu er komið í hús, svarar Rannvá Jacobsen: -Nei slett ikki. Vit halda fram við miðvísu venjingini til ólavsøku, tí tað er minst líka týdningarmikið at vinna á ólavsøku sum at vinna føroyameistaraheitið. .páll Same procedure... Riddarin fekk onki gjørt við kvinnurnar á Jarnbardi í Miðvági. Tær endaðu tvær bátslongdir aftan fyri Jarnbard, tá avtornaði Mynd: Álvur Annað árið á rað kunnu kvinnurnar á Jarnbardi nú kalla seg føroyameistarar hjá seksmannaførum við kvinnum Mynd: Álvur