mikudagur 20. juli 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 20. juli 2005
17
Við árunum hjá
Riddaranum vann
Strálan av Strondum
róðurin hjá
seksmannaførum við
monnum, har annars
Gongurólvur og
Jarnbardur hava
togast um sigrarnar
SEKSMANNAFØR
MENN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tá ein kappróðrarbátur skal
gerast klárur til ein stevnur-
óður, eru nógvar fyrireik-
ingar. Nærum hvørja viku
verður báturin vaskaður og
bonaður. Áðrenn tað verður
gjørt, verða bæði árar og
róður tikin úr bátinum. Alt
verður kannað at tryggja, at
onki óvæntað hendir undir
sjálvum róðrinum.
Menninir á Stráluni fyri-
reika seg eisini á hendan
hátt. Komnir til Miðvágs
leygardagin, stóðu teir sum
kánus, tá teir varnaðust, at
ongar árar vóru í bátinum.
Teir høvdu gloymt at leggja
tær í aftur bátin, áðrenn
hesin varð settur á vognin
og
koyrdur
vestur
til
Miðvágs.
Einum riddara so líkt, var
tað seksmannafarið, Ridd-
arin úr Miðvági, sum bjarg-
aði truplu støðuni hjá
Stráluni. Riddarin er einans
mannaður við kvinnum, so
Strálan slapp at læna
árarnar frá Riddaranum.
Glaðir fór manningin á
sjógv við bátinum, tí teir
høvdu nakað at rógva inn
aftur frá fyrru stevnu, tá teir
vóru
kolldømdir
undir
róðrinum.
Men at teir skuldu vinna
róðurin, høvdu hvørki teir
ella nakar annar roknað
við. Kappingin sá út til at
skula standa millum Gong-
urólv og Jarnbard allan
vegin, men Strálan var
eisini væl við. So mikið
væl við, at tá bátarnir fóru
um málið, var Strálan fyrst.
Sjálvt Jógvan Arge hevði
yvirsæð
strandingarnar,
sum róðu heilt tætt við
útvarpsbátin. Tá bátur rør
so tætt við, kann tað vera ilt
at meta um, hvar hann er
staddur í kappingini.
- Hann rópti bát nummar
eitt at vera fyrstur, Jógvan,
segði Rúni Jákupsson av
málinum, tá róðurin var av.
- Tað er Strálan!?!
Tað gekk ein lítil løta,
áðrenn úrslitið bleiv váttað,
men so var greitt, at tað var
Strálan og ikki Gongur-
ólvur ella Jarnbardur, ið fór
fyrst um málið.
6 mannafør menn
1 Strálan 04:39.09
2 Jarnbardur 04:39.24 1G
3 Gongurólvur 04:40.08
4 Sundabáturin 04:40.14
5 Sølmundur 04:42.22
6 Hósvíkingur 04:44.07
7 Lómur 04:46.09
8 Víkingur 04:48.20
9 Smyril 04:50.05
10 Páll Fangi 04:50.20
11 Stjørnan 04:51.06
12 Kollfriðingur 04:58.15
13 Fuglfirðingur 05:03.02
Eyguni vóru einans vend móti Jarnbardi og Gongurólvi. Leggið til merkis róðri á Stráluni, sum
kemur undan uttast til vinstru á myndini í miðuni.
Mynd: Álvur
Rasmus Magnusson
rør við Stráluni og
situr á lærinum í
stýriborð:
Takk
Riddarin!
Strálan lumpaði øll og
vann róðurin hjá seks-
mannaførum við monn-
um. Tað var ein sera
fegin Rasmus Magnus-
son, sum Sosialurin
fekk
fatur
á
eftir
róðurin.
- Vit eru sera fegnir,
og so róðu vit við
læntum árum. So hetta
skal vera ein stór og
innilig heilsan til Ridd-
aran og takka teimum
fyri, at vit kundu læna
teirra árar, sigur Rasmus
stórsmílandi.
Rasmus veit ikki at
siga, um árarnar vóru
orsøkin til, at Strálan
vann róðurin. Strálan
hevur annars ligið á
triðja- fjórða ella fimta-
plássið
undanfarnu
róðrarnar,
men
nú
brádliga vunnu teir.
- Eg veit ikki, um tað
vóru árarnar, men tað
kendist sum hasar árar-
nar vóru betri at rógva
við, greiðir Rasmus frá.
Rasmus dugir ikki at
greiða frá, hvussu teir
kundu gloyma teirra
egnu
árar
eftir
á
Strondum. Hann ristir
bara
við
høvdinum.
Men tað vísti seg so at
vera
ein
fyrimunur
leygardagin.
- Ja, eg veit ikki,
hvørjum árum vit fara at
rógva við á Ólavsøku.
Kanska vit gera ein
leigusáttmála um árar-
nar við Riddarin til sein-
asta
róðurin,
sigur
Rasmus flennandi og
leggur so meira álvar-
samur afturat, at tað
helst verða teirra egnu
árar, tí so sløvir kunnu
teir ikki loyva sær at
vera einaferð afturat.
- sae -
Vunnu við læntum árum
Við árunum frá Riddaranum úr Miðvági eydnaðist tað monnunum á Stráluni at vinna róðurin hjá seksmannaførunum við monnum
Mynd: Álvur