Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 136 - 20. juli 2005 Hóast snýttar frá sigrinum á fjarða- stevnu, so lótu kvinn- urnar á Sílinum ongan iva vera um, at tað ikki er av ongum, at tær eiga oddasessin og nú eru føroya- meistarar hjá fimmmannaførum við kvinnum FIMMMANNAFØR KVINNUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Sílið úr Havn skrivaði kappróðrarsøgu leygardag- in. Sum tann fyrsta kvinnu- manningin, ið vinnur føroyameistaraheitið við fimmmannaførunum. Hetta er tað fyrsta árið, at bæði gentur og kvinnur rógva við fimmmannaførunum. Ikki kann annað sigast enn, at Sílið veruliga fekk uppreisn í Miðvági leygar- dagin. Tvær ferðir hava fleiri av manningini verið við til at tapt føroya- meistaraheitið í seinasta róðrinum. Á Ólavsøku í fjør endaði Sílið á einum fimta plássið, meðan Blikur vann róðurin og harvið føroyameistara- heitið. Tann støðan endur- tekur seg ikki í ár, tí Sílið hevur vunnið allar róðrar- nar uttan fjarðastevnu og eru føroyameistarar. Stórt trýst hevur óivað verið á Sílakvinnunum undan róðrinum leygardag- in, men tær sýntu væl og virðiliga, at tær eru rætta manningin, sum fer at standa við gullkrónunum Ólavsøkuaftan. Sílið fekk annars kapping frá fleiri øðrum bátum, men megnaði at halda tørn allan vegin og vinna róðurin. Fípan Fagra, sum vann undanfarna róðurin, fekk annaðplássið, men tað var sera tætt millum Fípuna og Frúnna. Hvussu verður á Ólavsøku er ikki gott at vita nú, men óivað verða Síla- kvinnurnar sera uppsettar at vinna Ólavsøkuróðurin á heimasjógvi. 5 mannafør kvinnur 1 Sílið 05:13.20 2 Fípan Fagra 05:17.04 3 Frúgvin 05:17.05 4 Royndin Fríða 05:20.19 5 Blikur 05:21.22 6 Ørnin 05:27.12 1G 7 Firvaldur 05:28.08 8 Junkarin 05:28.15 9 Ritan 05:30.01 10 Falkur 05:45.21 Arndis Andreasen rør við Sílinum, og situr lærinum í stýriborð: Rættilig uppreisn -Jú hetta var ein ordilig uppreisn frá seinastu róðri, og tað er fantast- iskt, at tað hevur eydn- ast okkum at gerast føroyameistarar, áðrenn seinasta róðurin á ólav- søku, sigur bátsformað- urin umborð á Sílinum, Arndis Andreasen. Kvinnumanningin hjá Sílinum hevur verið rættiliga sannførandi í ár, og leygardagin eydn- aðist tað kvinnumann- ingini hjá Havnar Róðrarfelag at gerast føroyameistarar. Sílið hevur vunnið allar róðr- arnar í ár uttan róðurin á Fjarðastevnu fyri góðari viku síðan. - Eftir annað plássið á Fjarðastevnu, vóru vit rættiliga uppsettar at vinna í dag, og alt rigg- aði hjá okkum í dag, sigur ein ovurfegin Arndis Andreasen. Hon hevur róð við Sílinum seinastu fýra árini, og hetta er á fyrsta sinni at henni eydnast at gerast føroyameistari. Seinastu tvey árini hev- ur Sílið mist føroya- meistaraheitið á ólavsøku. Hvør er munurin á manningini í ár sammett við undanfarin ár? -Tú kanst siga, at vit hava lært av mistøkun- um hini árini, og vit vita nú, hvat veruliga krevst fyri at gerast føroya- meistari. Í ár hava vit eisini vant harðari enn undanfarin ár, og hetta lønar seg aftur í dag, sigur Arndis Andreasen. .páll Kvinnurnar á Sílinum fingu uppreisn á vestanstevnu. Tær vunnu róðurin eftir at Fípan Fagra hevði steðgað sigursrøðini hjá teimum leygardagin frammanundan, og tær gjørdust eisini føroyameistarar Mynd: Álvur Sílið staðfesti støðuna Sílið var langt framman fyri Fípuna Føgru og Frúnna, sum komu nærum samstundis á mál sum ávíkavist nummar tvey og trý Mynd: Álvur