Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 20. juli 2005 19 Eina lítla bátslongd framman fyri Kvívík- ing vann Nevið Reyða á vestanstevnu og harvið føroya- meistaraheitið hjá áttamannaførunum ÁTTAMANNAFØR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Nevið Reyða legði hart út á vestanstevnu, tá startdóm- arin fyri aðru ferð skeyt fyri áttamannaførunum. Róður- in varð skotin av, tí at Mið- vingur tjóvstartaði. Klaks- víkingarnir løgdu seg á odda beinanvegin, men kappingin var hinum bát- unum var kortini hørð. Í sjálvari byrjanini vóru bæði Ørvur og Miðvingur serliga væl við, men sum fráleið komu Kvívíkingur og Argjabáturin fram. Tá gott og væl 500 metrar vóru lagdir afturum, byrjaði Nevið Reyða at økja um munin aftur til hinar bátarnar og tankarnir leitaðu aftur til sannførandi sigurin leygardagin framm- anundan. Men soleiðis bleiv tó ikki á vestanstevnu. Nevið Reyða fekk kapping frá Kvívíkingi í endaspurt- inum og kom á mál knapt trý sekund framman fyri kvívíkingarnar. Kappingin um annað- plássið í róðrinum stóð so at siga allan vegin gjøgnum róðurin millum Kvívíking og Ørv. Argjabáturin mátti sostatt taka til takkar við einum fjóðraplássi og trim- um stigum. Kappingin um fyrsta og annaðplássið í føroyameist- arakappingini er avgjørd, men triðjaplássið kann fara til antin Argjabátin ella Ørv. Argjabáturin liggur tó tvey stig framman fyri Ørv í kappingini, og báðir bátarnir hava heimasjógv á Ólavsøku. 8 mannafør menn 1 Nevið Reyða 04:36.21 2 Kvívíkingur 04:39.05 3 Ørvur 04:43.02 4 Argjabáturin 04:43.20 5 Árnfirðingur 04:48.06 6 Miðvingur 04:52.03 1G 7 Knørrur 04:54.05 Nevið Reyða enn einaferð Magnus Norðberg rør við Nevinum Reyða, og situr á bógbekki í stýriborð Harðasti róður í ár -Hatta var ótrúliga hart. Róðurin í dag var uttan iva harðasti róðurin hjá okk- um í ár. Tá tú bara rørt 1000 metrar virkar alt sum ein langur spurtur, og tú ert noyddur at rógva nógv títtari enn vanligt, sigur nýkosni føroyameistarin, Magnus Norðberg. Hetta er annað árið, at havnarmaðurin Magnus Norðberg rør við klaks- víksbátinum, Nevinum Reyða. Leygardagin vann hann sítt fyrsta føroya- meistaraheitið, og Magnus var, sum verða mann, ovurfegin um meistara- heitið. Spurdur hvør fremsta orsøkin er til, at Nevi Reyða hevur verið so sannførandi í ár, svarar Magnus Norðberg: -Vit hava verið hepnir við at hava bæði roynt og gott fólk umborð. Tað hev- ur eisini havt stóran týdn- ing, at vit hava sett ein venjara burturav, sum er komin við nógvum góðum hugskotum víðvíkjandi taktikki, kosti og hugsun- arhátti. Umframt at rógva við Nevinum Reyða er Magn- us Norðberg eisini for- maður í Klaksvíkar Róðrarfelag. Hvønn týdning hevur meistaraheitið hjá Nevin- um Reyða fyri Klaksvíkar Róðrarfelag? -Meistaraheitið hevur sjálvsagt nógv at siga. Fólk hava havt trúnna upp á hetta meistaraheitið síðan bygdastevnuna á Strondum. Fólk har norðuri og aðrastaðni úr landinum er blivin meir og meir áhugað í kappróðri gjøgnum kappingarárið. Hetta síggja vit við vaksandi uppmøtingini eftir stevnurnar, og tær mongu gávurnar, ið vera latnar okkum. Hetta eru vit sera takksom fyri, og vónandi fer hetta at økja um talið av rógvarum komandi árini .páll Jákup Súni Andreasen rør við Kvívíkingi, og situr á lærinum í stýriborð: Ólavsøkan kann bjarga árinum Sætta róður á rað gjørdist Kvívíkingur nummar tvey hjá átta mannaførum hjá monnum. Hesaferð var munurin til fremsta bátin, Nevi Reyða, ikki eins stórur sum á Fjarða- stevnu. -Vit vistu undan róðrin- um, at vit máttu fáa ein góðan start, um vit skuldu gera okkum vónir um vinna á Nevinum Reyða, tí teinurin var bara 1000 metrar í dag. Vit mistu tíverri aftur í dag nógv í startinum, og fingu ongantíð veruliga fatur á Nevinum aftur, sigur Jákup Súni Andreasen. Hóast Nevið Reyða hevur verið einaráðandi hjá áttamannaførum hjá monnunum, hevur Jákup Súni Andreasen góður vónir til róðurin á Ólav- søku. Jákup Súni og restin av manningini á Kvívíkingi hevur eisini alla orsøk til at vera bjartskygd undan róðrinum á Ólavsøku, tí seinastu tvey árini hevur tað eydnast Kvívíkingi at vinna á ólavsøku. -Ein sigur á Ólavsøku kann veruliga bjarga árin- um hjá okkum. Vinna vit á ólavsøku, eiga vit steypið til ognar, so vit fara at leggja nógv fyri í venjingini upp undir ólavsøku, vísir Jákup Súni Andreasen á. .páll Kappingin um føroyameistaraheitið hjá áttamannaførunum eru eisini avgjørd. Nevið Reyða hevur fult stigatal eftir seks róðrar og Kvívíkingur fær heilt vist silvurkrónurnar á Ólavsøku Mynd: Álvur Hóast kappingin hjá áttamannaførunum var munandi tættari leygardagin var nærum ein bátslongd á muni millum klaksvíkingarnar og kvívíkingarnar Mynd: Álvur