Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juli 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 136 - 20. juli 2005 Fípan Fagra og Ritan kappast framvegis um føroyameistaraheitið hjá fimmmanna- førum við dreingjum. Undan Ólavsøku- róðrinum liggur Fípan Fagra tó betur fyri í kappingini 5-MANNAFØR DREINGIR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tá kappingarárið byrjaði vóru tað tríggir bátar, sum einamest kappaðust um fyrstaplássið í róðrinum hjá fimmmannaførum við dreingjum. Ritan, Sílið og Fípan Fagra. Ritan vann norðoyastevnuróðurin og á jóansøku, meðan Sílið vann á sundalagnum. Hesar tríggjar róðrarnar varð Fípan Fagra næstur á mál hvørjaferð, men síðani hava dreingirnir úr Klaksvík veruliga tikið dyk á seg og hava vunnið tríggjar róðrar á rað. Teir liggja sostatt undan Ólavsøku best fyri í kappingini um føroya- meistaraheitið. Á vestanstevnu kapp- aðust hesir tríggir bátarnir aftur um oddin í róðrinum. Ritan og Sílið byrjaðu betur enn Fípan Fagra, og eina løtu lá Sílið á odda. Fípan Fagra legði seg tó á odda, tá hálvur teinur var rógvin og fór fyrst um málið knapp- liga eitt sekund framman fyri Rituna. Teimum á baki komu so Ritan og Sílið. Fípan Fagra er nú trý stig framman fyri kappingar- neytarnar norðan úr Norð- depli og Hvannasundi. Tað vil siga, at Ritan skal vinna Ólavsøkuróðurin og Fípan Fagra skal gerast nummar trý fyri at missa føroya- meistaraheitið. Tá verða norðoyabátarnir báðir javnir í stigum, og reglur- nar siga, at báturin, sum vinnur Ólavsøkuróðurin vinnur føroyameistara- heitið, tá tveir bátar gerast javnir í stigum. 5 mannafør dreingir 1 Fípan Fagra 04:51.22 2 Ritan 04:52.02 3 Sílið 04:59.01 4 Blikur 05:00.06 5 Drekin 05:02.21 6 Tjaldrið 05:08.24 7 Dúgvan 05:24.20 1G 8 Tekla 05:26.15 Evald Johannsen rør við Fípuni Føgru, og situr á lærinum í stýriborð: Langt frá føroya- meistarar Fimmmannaførini hjá dreingjum úr Norð- oyggjum, Fípan Fagra og Ritan, hava ligið lið um lið alt kappingárið. Bátarnar hava stóran part av árinum skifts um at enda á fyrsta og øðrum plássi, men sein- astu tríggjar róðrarnar hevur Fípan Fagra úr Klaksvík ligið omaná. Undan ólavsøku er Fípan Fagra trý stig framman fyri Rituna, og liggur tískil væl fyri til at vinna føroyameistara- heitið. Kortini tekur Evald Johannesen einki fyri givið. -Hóast vit liggja væl fyri, so eru vit fram- vegis langt frá føroya- meistaraheitinum. Vit hava verið ræðuliga seriøsir í alt ár, og tað fara vit sjálvsagt at halda fram við til ólavsøku, sigur Evald Johannesen Róðurin á Vestan- stevnu var rættiliga tætt- ur, og tá avtornaði endaði Fípan Fagra omaná við hálvari báts- longd. Evald Johanne- sen fortelur, at seinastu vikuna hevur manningin á Fípuni Føgru dúgliga vant startin, men start- urin á Vestanstevnu gekk ikki eftir ætlan. -Vit fingu ein ringan start, men vit vunnu nógv inn aftur í mið- róðrinum. Eina løtuna stríddust Ritan, Sílið og vit um fremsta plássi, men í endaspurtinum vóru bara vit og Ritan eftir. Tað gjørdist øgi- liga tætt aftur í dag, og vit eru ótrúliga fegnir um, at vit endaðu oman- á, sigur Evald Johanne- sen. Fípan Fagra liggur best fyri Onki er avgjørt í dreingjaróðrinum undan seinasta róðrinum á Ólavsøku, men Fípan Fagra skal bara halda seg framman fyri Rituna tann seinasta róðurin fyri at tryggja sær føroyameistaraheitið Mynd: Álvur Fyri triðju ferð á rað vunnu dreingirnir við Fípuni Føgru róðurin hjá fimmmannaførunum, og liggja teir sostatt best fyri at vinna føroyameistaraheitið Mynd: Álvur