Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. september 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 188 - 30. september 2000 Nr. 188 - 30. september 2000 Pegasus í ringrás Sunnukvøldi› fer Studio Pegasus í ringrás vi› eini f‡ra tíma langari sending í Útvarp Føroya Sunnukvøldi› klokkan 20.00 fer Útvarp Føroya at hava senda ein f‡ra tíma langa sending úr Studio Pegasus í Klaksvík. Pegasus hevur seinastu mána›irnar sent hvørt kvøld í Útvarpi Føroya, men sunnukvøldi› er ein serlig sending á skránni. Talan er um Ringrás, har nógv er á skránni. Millum anna› ver›ur hugt eftir samfer›sluni mill- um Klaksvík og meginøki, og tosa› ver›ur millum anna› vi› fólk bá›umegin Lorvíksfjør›. T‡sdagin vóru ta› li›in 30 ár sí›ani flogvanlukkuna í Mykinesi. Tosa› ver›ur vi› tryluskip- ara, sum vann sær dirvis- merki fyri avgerandi leiklut sín í bjargingararbei›num. Sendingin ver›ur krydda› vi› vi› tónleiki, bæ›i á plát- um og fløgum, og so fara millum anna› Torkil Mørk- øre og Vísumenn at vitja beinlei›is musikkcaféina. Vertir eru Ey›un Klak- stein og Gunnar Nolsøe, me›an Fró›i Løkságar› ver›ur at hoyra úr b‡num. Sunnukvøldi› í Útvarp Føroyar frá klokkan 20.00 til midnátt. Fró›i Løkságar›, Gunnar Nolsøe og Ey›un Klakstein skipa fyr sendingini Ringrás í ÚF sunnukvøldi›. Mynd: Nor›l‡si› Skúlastjóri og tónleikari Ey›un Klakstein Hann fór í fyrsta flokk sum sjey ára gamal í 1937, og hann var› ikki li›ugur í skúlanum fyrr enn seksti ár seinni, í 1997. Alex Sólstein hevur brúkt alt sítt arbei›slív í føroyska fólkaskúlanum, og hóast hann nú ver›ur sjeyti ár, eru ta› bara tr‡ ár sí›ani, at hann fór úr skúlanum for good. – Tá eg kom á lærarastov- una av fyrstan tí›, tosa›u lærarnir um, at teir vistu ikki, hvussu teir n‡ggju lær- ararnir, sum ongantí› høvdu veri› til skips, fóru at royn- ast. Eg umbo›a›i eitt n‡tt ættarli›, sum bara hev›i gingi› í skúla, grei›ir Alex Sólstein frá. Hann byrja›i sum lærari í Klaksvík 1962, og átta ár seinni gjørdist hann skúla- stjóri. Tá var hann tann yngsti skúlastjórin, sum nakrantí› hev›i veri› í danska ríkinum. Kúlurnar komu nær Alex Sólstein er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Bæ›i foreldur hansara vóru úr Klaksvík, og ta› er eisini har hann hevur brúkt megin- partin av lívi sínum. Skúlatí›in hjá honum var merkt av krígnum, og Alex kom eisini sjálvur at standa andlit til andlit vi› krígs- hendingarnar. – Ein dagin í oktober 1940 vóru eg og ein vin- ma›ur á veg heim frá skúl- anum. Tá kom ein t‡skur flúgvari inn yvir Klaksvík. Hann tveitti eina bumbu og fleyg sí›ani sera lágt yvir bygdini, me›an hann alla tí›ina skjeyt vi› maskin- byrsu. – Vit vóru skelka›ir, men eisini forvitnir, og tí stó›u vit og hugdu eftir flúgvara- num, og vit sóu t‡›uliga menninar, sum vóru um- bor›. Eftir hendingina sóu vit, at ein kúla hev›i rakt ni›ur í vegin beint framm- anfyri okkum, og ein kúla var farin strúkandi í ein hús- vegg naka› omanfyri okk- um. Ta› havi eg ofta hugsa› um sí›ani. – Sum børn merktu vit óttan undir krígnum, men í grundini kendu vit okkum trygg sum børn hóast ta›. Ta› var ein heilt serlig tí›, og atmosferan í bygdini var eisini ø›rvísi, enn hon var seinni, sigur Alex Sólstein. Reglubundi› arbei›i Tá Alex var li›ugur vi› fólkaskúlan, fór hann til Havnar at taka students- prógv. Ta› fekk hann í 1950, og tvey ár seinni fekk hann læraraprógv. – Eg gjørdist lærari í Klaksvík í august 1952 og fekk serliga til uppgávu at hava fremmandamál - dansk, enskt og t‡skt, sigur Alex Sólstein, sum lættliga skiftir millum tey ymsu málini, sum hann dugir at tosa til fulnar. Eftir at hann hev›i veri › tvey ár ni›ri á Danmarks Lærerhøjskole fyri at fáa meira undirvísing í máli, kom hann aftur til Klaksvík- ar at vera lærari í 1959. Sí›- ani gekk bara eitt ár til hann gjørdist skúlastjóri. – Hetta var samstundis, sum vit fingu n‡ggjan skúla, og um ta› mundi›, tá n‡ggj fólkaskúlalóg kom, so ta› var ein sera stór avbjó›ing hjá mær at skipa skúlan eftir n‡ggju skipanini, grei›ir Alex frá. – Læraraarbei›i› er rætti- liga reglubundi›, og tí kn‡ta seg kanska ikki tær serligu hendingarnar til ta›. men sum lærari hevur ta› t‡dn- ing, at tú ert til sta›ar, tá børnini eru í skúla, og at tey fáa ta undirvísing, sum tey hava fyri ney›ini, sigur Alex Sólstein. Skúlin b‡ttur sundur Mi›skei›is í sjeytiárunum vóru næstan 1000 fólk kn‡tt at skúlanum í Klaksvík. 960 næmingar gingu í skúla, tá ta› var mest, og afturat hes- um kom sjálvandi starvs- fólki› í skúlanum. – Eg mælti til, at skúlin var› b‡ttur sundur, tí ta› var sera trupult at hava yvirlit yvir alla gongdina í skúlan- um, tá ta› vóru so nógv fólk, og virksemi› var í so nógv- um ymsum hølum, sigur Alex Sólstein. Og ta› var eisini ta› sum hendi í 1979. Tá var› stóri skúlin b‡ttur í tvey, og sí›- ani hava tveir fólkaskúlar veri› í Klaksvík. Alex Sól- stein gjørdist stjóri í skúlan- um vi› Ósánna, og har var› hann verandi til 1997. Sein- astu árini av hesum tí›ar- skei›i hev›i hann farlovyi frá starvinum og var lei›ari av eftirútbúgvingini hjá lær- arunum. – Ta› gjørdi ta› lættari at gevast í skúlanum, tí á tann hátt gavst eg so lí›andi í skúlanum. Nú havi eg lagt skúlan afturum meg, og eg má siga, at eg fylgi líti› vi› í, hvat gongur fyri seg í skúlanum nú, sigur hann. Nógvur tónleikur Mong fólk kring landi› kenna fyrst og fremst Alex Sólstein sum tónleikara. Hann spælir í Føroya Sym- foniorkestri, og hevur ver› sjónligur i tí parti av tón- leikaheiminum, sum fæst vi› klassiskan ella symfon- iskan tónleik. – Ta› var nógvur tónleik- ur í heiminum hjá ommu. Ein mammubeiggi og mos- tur spældi nógv, og klaver var eisini í heiminum. Ta › var í tí›ini á›renn grommo- fonplátuna. Vit hoyrdu eitt sindur av tónleiki í útvarp- inum, men fyrst og fremst syrgdu vit sjálvi fyri okkara tónleikaundirhaldi, sigur Alex. Alex fór tí›iliga at spæla violin, men hann hevur ikki bara hildi› seg til violinina. Hann kann eisini lættliga vi› klaveri›, hann spælir horn og hann syngur. Alex var vi› til at stovna Føroya Symfoniorkestur í 1984. Hann hevur siti› í nevndini sí›ani, og hann hevur eisini alla tí›ina veri › ein av tónleikarunum í or- kestrinum. – Nú eg eri pensjónera›ur, havi eg betri stundir at taka mær av ymsum uppgávum hjá Symfoniorkestrinum, har eg eri nevndarlimur, skrivari og kassameistari, sigur hann. Spældi popp saman vi› næmingum Tónleikurin hevur spælt ein t‡›andi leiklut í lívinum hjá Alexi. – Arbei›i› hjá mær hevur veri› skúlin, og frítí›arítriv- i› hevur veri› tónleikur av ymsum slagi, sigur hann. Framvegis spælir hann nógv. Hann spælir kamar- tónleik tvær fer›ir um vik- una, hann venur eisini tvær fer›ir um vikuna vi› Klaks- víkar Hornorkestri, har hann hevur spælt farnu fimti ár- ini, og javnan eru ta› eisini uppgávur vi› Føroya Sym- foniorkestri. Ta› er fyrst og fremst klassiskur tónleikur, sum Alex hevur havt vi› at gera. Hann hevur eisini spælt undirhaldstónleik, men popptónleikurin hevur ong- antí› sagt honum naka›. – Eg var til dømis ongan- tí› bitin av The Beatles, og popptónleikurin sigur mær einki. Mær dámar ikki, at ta› alla tí›ina skal ver›a eitt regluligt beat aftanfyri, og at bassurin skal ver›a so domi- nerandi. – Men uppgávurnar í Før- oya Symfoniorkestri eru nógvar, og ta› enda›i vi›, at eg kom at spæla popptón- leik saman vi› næmingum hjá mær, sigur Alex og sipar til konsertirnar, sum Frænd- ur og Symfoniorkestri høvdu saman í fjør. Heldur tónleik enn ítrótt – Eg eri fegin um, at eg valdi tónleikin sum ítrív heldur enn ítróttin, tí tónleik kanst tú spæla alt lívi›. Ta› er trupult at spæla fótbólt sum 70 ára gamal, sigur hann. – Men hóast eg ongantí› hev›i nakran áhuga fyri at í›ka ítrótt sjálvur, er ta› ikki verri enn so, at eg eri ein av teimum, sum trúfastur fari til allar heimadystirnar hjá KÍ, leggur hann afturat. Tann pensjónera›i Alex Sólstein hevur ikki sett seg vi› køksbor›i› í fri›i og ná›um at hyggja út ígjøgn- um vindeyga›. Nei, hann hevur framvegis nógv at takast vi›, og nú er ta› ser- liga frítí›arítrívi› - tónleik- urin - sum hann brúkar tí›- ina til. Og hann er ikki bangin fyri at brúka n‡ggjastu tøkn- ina, tá hann skal loysa upp- gávur av ymsum slagi. Teld- an er hent arbei›sambo›, og ta› eru teldupostur, internet og skannari eisini. Hann er skúlastjórin, sum hevur hitt 45 árgangir av klaksvíkingum í skúlanum, og í morgin ver›ur hann sjeyti ár. Hann brúkti seksti ár av lívi sínum í fólkaskúlanum, men hann hevur altí› havt tónleikin vi› sí›una av. Hann hevur havt serligan áhuga fyri klassiskum tónleiki, men ta› enda›i vi›, at hann fór at spæla popptónleik saman vi› næmingum hjá sær. Í morgin ver›ur Alex Sólstein sjeyti ár Tónleikur ahevur altí› spælt ein t‡›andi leiklut í lívinum hjá Alexi Sólstein, og nú hann er pensjónera›ur skúlastjóri, eru stundirnar betri til at takast vi› ítrívi›. Mynd: SJH